Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. august 2015 sosialurin 92 10 – Vit kunnu samstarva við tey, sum veljarin velir Framsókn leggur stóran dent á persónligt, vinnuligt og tjóðskaparligt frælsi, men vil samstarva við tey, sum veljarin setir á ting Árni Gregersen Nýggjasti flokkurin sum stillar upp til løgtingsvalið 1. september er Framsókn. Framsókn stillaði eisini upp til løgtingsvalið í 2011 og fekk stovnaran og oddamannin, Poul Michelsen, valdan inn. Flokkurin fekk góð seks prosent av atkvøðunum og slakar 2000 atkvøður. – Tað veldst sjálvandi um val­ úrslitið, hvønn vit fara at samstarva við, men grundleggjandi halda vit, at vit kunnu samstarva øll tey, sum veljarin velir á ting, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn. Framsókn leggur stóran dent á, at flokkurin er liberalur og sosialur. Í valskránni telja tey trý frælsini:persónligt frælsi, vinnuligt frælsi og tjóðskaparligt frælsi nógv. Hesi trý frælsini eru grundarlagið undir Framsókn. – Tað eru hjartamálini hjá okkum. Vit halda, at skulu vit gera Føroyar til eitt betri samfelag, so mugu vit arbeiða við hesum trimum frælsunum, sigur Poul Michelsen. Seinasta veljarakanningin, sum Fynd gjørdi fyri Kringvarpið og Miðlahúsið, gav Framsókn fýra tingfólk. Tað kann benda á, at skal matematiska kabalin fyri einari samgongu ganga upp, so verður flokkurin ein aprtur av samgonguni. Raðfestingin Endar flokkurin í samgongu­sam­ ráðingum og síðani í samgongu, so byggir hetta framvegis alt á tey trý frælsini, men spurningurin er hvørji praktisk mál flokkurin í byrjanini fer at leggja dent á at fáa framd. – Fremst hjá okkum liggur, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Tað vil siga, at vit vilja hava stjórnarskipanina samtykta. Og so er tað nýskipanin av fiskivinnuni, sum stendur frammalaga, sigur Poul Michelsen. Hann sigur eisini, at sjálvandi skal haldføri fáast í búskapin. Tær fakligu útmeldingarnar, sum eru komnar frá til dømis Búskaparráðnum, siga at Føoyar hava brúk fyri fleiri 100 milljónum, skal búskapurin gerast haldførur. Nýskipan av fiskivinnuni er eitt av málunum, sum standa frammalaga. Øll fiskiloyvir fella aftur til landið 1. januar 2018, so helst skal ein nýskipan gerast í hampuligari tíð undan hesum degi. – Fyri okkara part er tað heilt greitt, at fiskivinnan skal gerast meira handilslig og at vit halda, at uppboðssøla skal verða ein partur av nýskipanini, sigur Poul Michelsen. Framsókn hevur gjørt eitt uppskot um nýskipan, so flokkurin er klárur til samráðingar um hetta stórmál, líka so skjótt ein samgonga er skipað. Poul Michelsen er ikki serliga heitur fyri at siga, hvønn flokkurin fer í samgongu við eftir løgtingsvalið. Hann sigur, at tað fyrst og fremst er bundið at valúrslitinum, men at tað so má koma ann uppá samráðingar. Seinasta veljarakanning gevur núsitandi andstøðu meirluta um teir tríggir flokkarnir: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn finna saman. Ein annar matematiskur sam­ gongumøguleiki eftir seinastu veljarakanningin er eisini ein samgonga millum Fólkaflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Tað hevði verið ein sjálvstýris­ samgonga, sum hevði hóvað Fram­ sókn val. – Men eg vil ikki fara inn á nakrar metingar og gitingar um samgongu útfrá einari veljarakanning. Ein veljarakanning er ein støðumynd og ein løtumynd, sum bert gevur støðuna akkurát tá, sigur Poul Michelsen. Politikkur