Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. august 2015 sosialurin 92 11 Politikkur Frælsini grundarlag undir politikkinum hjá Framsókn Tað stendur í grundarlagnum hjá Framsókn. Og formaðurin leggur afturat: – Sjálvandi skal tað vera soleiðis í Føroyum, at vit hava frælsi til at velja okkum lívsmaka, uttan mun til hvat kyn talan er um, sigur Poul Michelsen. Framsókn hevur saman við øðrum gingið á odda við einum uppskoti í Løgtinginum, sum gevur fólki av sama kyni rætt at ganga í hjúnarlag. Uppskotið fall í tinginum. Eitt annað kontroversielt evni er spurningurin um at til skal bera at keypa vín og øll frítt í Føroyum. Eisini eitt uppskot um hetta hevur Framsókn lagt fram, men heldur ikki tað fekk undir tøku í Løgtinginum. Bert Poul Michelsen og Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi, atkvøddu fyri. – Har er eisini ein annar spurn­ ingur uppií. Vit halda, at privat skulu sleppa at keypa og selja øl og vín, meðan aðrir av flokkunum halda, at hetta framvegis eigur at vera á almennum hondum. Vinnuligt frælsi Eisini vinnuligt frælsi telir nógv hjá Framsókn. Flokkurin heldur, at alt vinnulív sum til bera at hava á privatum hondum, eigur at vera á privatum hondum. Flokkurin heldur, at alt sum kann privatiserast, eigur at privatiserast. – Men vit halda ikki vit skulu gera almen monopol privat. Tað er ongin loysn, men har til ber at fáa kapping, eiga vit at fáa tað í lag, sigur Poul Michelsen. Hann nevnir sum dømi, at tað ikki gevur meining, at tað almenna eigur ein triðing av Bank Nordik. – Vit hava onga ávirkan og vit eiga ikki at reka bankapolitikk. Pengarnir vit fáa fyri søluna kunnu brúkast til at byggja lærdan háskúla fyri, sigur hann. Tjóðskaparligt frælsi Framsókn hevur tjóðskaparligt frælsi á skránni. At føroyingar eiga at ráða í Føroyum stendur frammalaga og formaður sigur, at koma tey í samgongu, so verður stjórnarskipanarlógin eitt høvuðsmál. Øll menniskju skulu hava somu rættindi at liva og virka undir í Føroyum. Hvørki kyn, uppruni, trúgv, sosial støða ella kynsligur samleiki, skal forða nøkrum at virka her. Flestu valevnini hjá Framsókn úr Suðurstreymi Hóast flestu valevnini hjá Framsókn koma úr Havn, so fekk flokkurin seinast 40 prosent av atkvøðunum av bygd Framsókn hevur 18 valevnir á listanum til komandi løgtingsval. 13 av teimum 18 koma úr Suðurstreymi og úr Havn. – Ja, tað er rætt, at tey flestu koma úr Havn, men tað er soleiðis at okkara valevnir ikki øll eru havnafólk. Tey eru av bygd, men búgva og arbeiða nú í Havn, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn. Á seiansta løgtingsvalið fekk flokkurin slakar 2000 atkvøður. Tað vísti seg, at 60 prosent av atkvøðunum komu úr Havn, meðan restin – 40 prosent – komu av bygd. – Vit eru ein modernaður flokkur, sum kanska hevur nýggjan politikk á fleiri økjum. Tað ger helst, at fólk á bygd eru eitt sindur varðin at velja okkum, sigur formaðurin. Flokkurin hevur valevnir í miðstaðarøkinum, men hevur valt ikki atd stilla upp í Sandoynni og í Suðuroynni. Í Norðoyggjum er Sámal Petur í Grund einsmallur valevni fyri flokkin, meðan flokkurin hevur fleiri valevnir í Eysturoynni. Hann Jensen hevur fleiri ferðir í hesi tingsetuni sitið á tingi fyri Poul Michelsen, tá hann hevur verið burturstaddur. Poul Michelsen fekk við seinasta val 581 atkvøður, meðan Hanna Jensen fekk 210 atkvøður. Ímillum tey bæði var Janus Rein, sum fekk 250 atkvøður. Hann fór í tingsetuni úr Framsókn og inn í Fólkaflokkin.