Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. august 2015 sosialurin 92 12 Katrin Kallsberg: Tað vóru fleiri sum vildu hava meg Læknin og samfelagskjakarin Katrin Kallsberg valdi at stilla upp fyri Tjóðveldi, hóast fleiri aðrir flokkar vildu hava hana á listan Árni Gregersen Hon dugir at kjakast, og hon smæðir seg ikki burtur, sjálvt um hon er kvinna. Javnstøða millum kynini stend­ur ovalaga á dagsskránni hjá kvinnu­ læknanum og samfelagskjakaranum, Katrin Kallsberg. Nú hevur hon valt at stilla upp til løgtingsvalið og av álvara fara upp í føroyskan politikk. – Eg fekk áheitanir frá fleiri flokkum, men eg valdi endaliga at stilla upp fyri Tjóðveldi. Grund­ sjónarmið og valskráin hjá flokkinum hóska sera væl saman við teimum sjónarmiðum, sum eg sjálv havi á flestu økjum, sigur hon. Katrin Kallsberg hevur í eina tíð verið eitt evni, sum fleiri flokkar fegnir hava vilja havt á valevnislistan. – Eg havi tosað við Javnaðar­ flokkin, og eg havi eianferð fyrr – til eitt býráðsval – verið stillari fyri Sjálvstýrisflokkin, men Tjóðveldi er tað, sum eg arbeiði fyri, sigur hon. Spurd um leysatíðindini, sum ganga um, at hon eitt skifti var limur í Javnaðarflokkinum, sigur hon: – Nei, tað var eg ikki. Í hvussu so er kann at sláa heilt fast, at eg ongantíð havi goldið fyri nakran limaskap í flokkinum, sigur Katrin Kallsberg. Visjónir Katrin Kallsberg fer inn í politikk við visjónini um at gera føroyska samfelagið rúmligari á øllum økjum. Hon er formaður í Javn­støðu­ nevndini. – Eg haldi, vit eiga at gera okkara samfelag meira rúmligt á øllum økjum. Vit hava eitt gott samfelag, sum kann gerast munandi betri, um vit gera tað rúmligt fyri øllum. Javnstøða millum kvinnu og mann er bert ein partur av tí, sum eg fari at arbeiða fyri, sigur Katrin Kallsberg. Nýggja valevni fyri Tjíóðveldi er eyðmjúk fyri møguliga nýggjum uppgávum. Hon er fullvæl greið yvir, at einsamøll ger hon onki í politikki. Hjálp skal til frá góðum fólki. – Tjóðveldi hevur eina sterka manning, og tað hava fleiri av hinum flokkunum eisini. Tí trúgvi eg fult og fast uppá, at tað ber til at flyta okkum fram á leið, sigur hon. Hon leggur tó afturat, at ein fortreyt sjálvandi er, at hon verður vald á ting, tá ið løgtingsval verður 1.september. Heilsupolitikkur Í sínum dagliga yrki er Katrin Kalls­berg lækni og starvast á Lands­sjúkra­ húsinum. Tað er kanska ein av orsøkunum til, at hon hevur serligan áhuga fyri føroyskum heilsupolitiki. – Eg skal á ongan hátt gera meg til serfrøðing í heilsupolitikki, men tað er eitt av teimum málum, sum hevur mín stóra áhuga, sigur hon. Hon leggur stór­an dent á, at tað er umráðadi at vit fáa ein heilsupolitkk, sum er meira langsiktaður enn tað vit hava sæð higartil. Royndir eru gjørdar at skipa ein meira langtsiktaðan politikk, men enn hava vit ikki fingið gjørt hetta liðugt. – Nógv gott og rætt er gjørt, men enn er nakað eftir á mál. Eg haldi, at vit sum fólk, hava fyri neyðini at áseta, hvat vit kunnu forvænta okkum av heilsuverkinum, sigur Katrin Kallsberg. – Tá ið okkurt skal gerast betri, so skal okkurt skerast burtur? – Nei, tað er ikki neyðugt. Tað snýr seg um at hava fokus á tað, vit gera og gera tað til fulnar, sigur Katrin Kallsberg. Hon sigur, at tá ið borgarin sjálvur er partur av heilsuverkinum, tá hugsar hann fyrst og fremst um seg sjálvan. – Tað skal borgarin eisini gera, men sum samfelag noyðast vit at hava ein politikk á økinum, sum ger, at borgarin veit, hvat hann kann vænta, tá ið hann endar í heilsuskipanini, sigur hon. Rúmligheit Sum formaður í Javnstøðunevndini hevur Katrin Kallsberg arbeitt fyri javnstøðu millum kynini, men hon hevur eisini eitt sterkt ynski um at gera samfelagið meira rúm­ ligt. Sum luttakari í sendingini Also í útvarpinum, kenna flestu føroyingar Katrin Kallsberg og hennara sjón­ armið. Við sínum glaða sinni setir hon dám á sendingina. Hon heldur fast við síni sjónarmið, men dugir eisini at síggja mál frá øðrum enn sínum egna sjónarhorni. Ferð eftir ferð hava vit eisini hoyrt og sæð, at hetta við rúmligheit fyri ymiskum fólkum og ymiskum sjónarmiðum stendur ovarlaga á breddanum. – Eg eri sannførd um, at gera vit okkara samfelag meira rúmligt á øllum økjum, so fáa vit eisini meira burturúr øllum, sigur Katrin Kallsberg. Katrin kallsberg er ein kend rødd úr útvarpssendingini Also. Fleiri flokkar vildu hava hana á listan. Dagliga starvast Katrin Kallsberg sum lækni á Landssjúkrahúsinumm Politikkur Eg haldi, vit eiga at gera okkara samfelag meira rúmligt á øllum økjum.« Katrin Kallsberg