hósdagur 13. august 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2015
SOSIALURIN 92
13
RÓGVI NYBO
S
tutt eftir at sitandi samgonga
millum Sambandsflokkin,
Fólkaflokkin, Miðflokkin og
Sjálvstýrisflokkin, sum nú er
í andstøðu, tók við í 2011, kunngjørdi
landsstýrið ein sonevndan avriks
lista. Yvirlitið vísir støðuna í málun
um, ið samgongan hevur sett sær
fyri í samgonguskjalinum og øðr
um stórmálum hjá landsstýrinum.
Endamálið var at geva almenn
inginum møguleika at fylgja við,
hvussu tað gongur at fremja málini
hjá sitandi samgongu.
Ólavsøkudag skrivaði Kaj Leo
Holm Johannesen, løgmaður, út val
at verða 1. september. Í somu løtu
fella øll tingmál, ið ikki eru avgreidd,
burtur, og landsstýrið verður til eitt
sonevnt arbeiðslandsstýri, ið bert
tekur sær av átrokandi málum og
vanligum dagligum viðurskiftum.
Sostatt verða ikki fleiri politisk mál
framd, fyrr enn nýtt Løgting er valt
og sitandi landsstýri antin heldur
áfram ella nýtt landsstýri er skipað.
Sostatt ber nú til at taka samanum
verandi avrikslista – í øllum førum
høvuðraðfestingarnar – og hyggja
eftir, hvat samgongan kom á mál við,
og hvat stendur eftir.
Tey málini, sum eru í gongd
Eitt av fremstu málunum hjá sam
gonguni, tá hon tók við, var at fáa
javnvág á fíggjarlógina aftur í 2016.
Hetta mál er enn ikki framt, sjálvandi
tí komið er ikki til 2016 enn, og fíggj
arlógin fyri árið verður ikki samtykt
fyrr enn í vetur. Men eftir fram
skrivingunum í fíggjarlógini fyri
2015 og eftir játtanarkarmunum
fyri 2016 verður eitt lítið avlop í 2016.
Hetta mál seta vit sum verandi í
gongd, tá úrslitið er treytað av fleiri
tingum og at enn kann nógv henda,
tá fíggjarlógin skal smíðast.
Heilsunýskipanin er eisini eitt av
málunum, sum eru í gongd. Heilsu
nýskipanin snýr seg millum annað
um at skipa Føroyar í heilsuøki,
seta á stovn Fólkaheilsustovn, seta í
gildi lóg um endurvenjing, fyriskipa
heilivágsgjøgnumgongd og so fram
vegis. Nógv er framt og nógv av
hesum verður í løtuni arbeitt við.
Eitt annað mál, ið stóð ovarlaga á
listanum hjá landsstýrinum, var at
økja munandi um orkuna úr varandi
orkukeldum. Sigast kann, at vit eru
komin væl áleiðis á hesum økinum og
framleiða í dag munandi meira orku
úr varandi orkukeldum. Hinvegin
stendur eisini í samgonguskjalinum,
at landsmyndugleikar og kommunur
skulu samstarva, so at oljunýtslan til
upphiting verður munandi minni, og
at samráðingar skulu takast upp við
kommunurnar, har miðað verður
eftir at finna eina framtíðarloysn
viðvíkjandi SEV. Hesum er mann
ikki komin á mál við enn, umframt
at arbeiðið við at økja um orkuna úr
varandi orkukeldum eigur at halda
áfram. Tí seta vit hetta málið sum
verandi í gongd.
Tey framdu málini
Eitt annað av stórmálunum var
ein sokallað »Vakstrarætlan« fyri
Føroyar. Vakstrarætlanin snýr seg
millum annað um at marknaðarføra
Føroyar sum ferðamannaland, at
miðvíst arbeiða við at fáa útlendsk
skip at skráseta seg í FAS og at seta
á stovn eitt granskarasetur. Markn
aðarføringin av Føroyum sum ferða
mannaland hevur tikið dik á seg og
granskingarsetrið varð tikið í nýtslu
31. mai í 2013.
Útbúgvingarnýskipanin er eisini
framd í hesum valskeiðnum. Her
er talan um at seta í verk nýggja
breytaskipan fyri gymnasialu mið
námsútbúgvingarnar og nýggja
yrkisnámsskipan fyri SIT og yrkisút
búgvingarnar, sum eru lagdar saman
í eina skipan. Eitt av stórmálunum
var eisini at uppstiga útbúgvingarnar
á Vinnuháskúlanum til bachelor- og
masterstig, umframt at skipa Sjónám,
sum er samanlagdi Klaksvíkar Sjó
mansskúli og Trygdarmiðstøðin, í
Klaksvík.
Arbejðsfremjandi tiltøk eru
eisini framd í skjótt farna valskeiði.
Hesi snúgva seg í stóran mun um
at fasthalda fólk á arbeiðsmarkn
aðinum, eitt nú við at áseta krav
um virkisvenjing eftir 6 mánaðir á
forsorg og uppfylging av sjúkradag
peningamálum.
Stórmálini liggja eftir
Tað hevur hinvegin leingi verið greitt,
at samgongan ikki fór at koma á mál
við fleiri av teimum stóru málunum.
Her er talan um stórar nýskipanir, ið
hava grundleggjandi broytingar og
kollveltandi avleiðingar fyri føroyska
samfelagið og føroyska búskapin.
Her er talan fyrst og fremst um
Fiskivinnunýskipanina. Løgmaður
hevði annars sett evstamark á til 1.
februar at fáa eina semju um fiski
vinnunýskipanina, men langt áðrenn
hetta varð greitt, at eingin semja fór
at verða.
Eisini tann stóri parturin av
pensjónsnýskipanini liggur eftir á láni.
Samgongan legði bragdliga frá landi
og samtykti tíðliga í valskeiðinum
lógina um eftirlønarsamansparing.
Hin parturin er ikki framdur. Hann
snýr seg serliga um hvussu pen
sjónsaldurin kann hækkast líðandi,
hvussu almannapensjónir skulu
verða settar saman og fíggjaðar í
framtíðini, umframt onnur tiltøk,
sum kunnu stimbra fólki at vera
longri á arbeiðsmarknaðinum.
Harafturat liggur fólkavakst
rarætlanin, ið skuldi stimbra undir
fólkavøkstur og minka um fólkafrá
flytingina, ið stóð við tá samgongan
tók við, eisini á láni. Nøkur tiltøk – í
bíligara endanum – eru framd, meðan
bróðurparturin liggur eftir.
Eitt annað høvuðsmál var eisini
betri marknaðaratgongd fyri Føroyar.
Hetta hevur serliga stóran týdning
fyri menningina av fiskivinnuni á
landi og møguleikarnar at virka og
virðisøkja fiskin her á landi, áðrenn
hann verður fluttur út. Málið var
at arbeiða fyri sjálvstøðugum lima
skapi í WTO, nýggjum sáttmála við
ES og at útvega fríhandilsavtalur
við eitt nú Russland, Ukraina og
Turkaland. Landsstýrið hevur gjørt
fríhandilssáttmála við Turkaland,
umframt at viðurskiftini við Russ
land enn eru góð – og munandi
betri enn aðrastaðni í Evropa í løt
uni. Tó er eingin nýggjur sáttmáli
gjørdur við ES, sum er nógv tann
størsti marknaðurin, og ætlaði før
oyski limaskapurin í heimshandils
stovninum WTO vísti seg eisini at
vera órealistiskur við verandi stýris
skipan. Hetta høvuðsmálið kann so
statt ikki kallast at verða framt undir
hesari samgongu.
Yvirtøkan av útlendingamálum
er eisini steðgað – ella fyribils útsett,
sum tað stendur á avrikslistanum.
Samanumtøka
Í hesari grein hava vit bert viðgjørt
høvuðsraðfestingarnar hjá sam
gonguni. Gamaní, verður farið niður
í ymsu málini hjá hvørjum ráði sær,
er nógv framt og nógv arbeiði sett í
gongd undir hesari samgongu. Tað
slepst tó ikki uttanum, at eftirmælið
hjá sitandi samgongu eisini fer at
vera merkt av, at veruligu stórmálini
ikki vóru framd.
ROGVI@SOSIALURIN.FO
Høvuðsraðfestingar hjá landsstýrinum
Mál
Støða
Javnvág á fíggjarlógini (í 2016)
Í gongd
Vakstrarætlan
Framt
Fólkavakstrarætlan
Ikki framt (Álit handað og smærri partar settir í verk)
Pensjónsnýskipan
Ikki framt (tó lógin um eftirlønarsamansparing er samtykt)
Fiskivinnunýskipan
Ikki framt
Heilsunýskipan
Í gongd (m.a. at skipa Føroyar í heilsuøki og seta á stovn
Fólkaheilsustovn Føroya)
Útbúgvingarnýskipan
Framt
Betri marknaðaratgongd
Ikki framt (bert fríhandilsavtala við Turkaland framd av øllum
tiltøkunum)
Arbejðsfremjandi tiltøk
Framt
Orka úr varandi orkukeldum skal
økjast munandi
Í gongd (framt)
Yvirtøka av útlendingamálum
Ikki framt
POLITIKKUR
Hetta yvirlitið vísir høvuðsraðfestingarnar hjá samgonguni, sum tær standa á avrikslistanum. Trý mál eru
framd, trý eru í gongd og fimm verða ikki framd. Millum hesi fimm eru eisini øll tey veruligu stórmálini
AVRIKSLISTIN:
HØVUÐSMÁLINI
STANDA EFTIR
Frá byrjan hevur sitandi landsstýri havt ein avrikslista, ið vísir, hvussu
tað gongur at fremja samgonguskjalið í verki. Yvirlitið vísir, at gongd er
sett á nógv, men høvuðsmálini standa eftir og verða ikki framd