hósdagur 13. august 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. august 2015
sosialurin 92
14
Politikkur
Skatt og pensj
kunnu vit væn
Tvey mál, ið hava fylt óvanliga nógv hetta valskeiðið,
eru broytingin av skattastiganum og forskattingin av
pensjónum. Sannlíkindini fyri, at minst tveir av teimum
fýra stóru flokkunum, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin,
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fara at mynda eina
komandi samgongu saman. Men hvat meina flokkarnir
um skattaviðurskiftini og hvørjar ætlanir hava flokkarnir
um møguligar broytingar á pensjónsøkinum? Vit hava
sett teimum fýra stóru flokkunum stevnu um júst hetta
Bárður á Steig Nielsen
Sambandsflokkurin
Hevur Sambandsflokkurin nakrar
ætlanir um at gera broytingar í
skattaskipanini, um Sambands
flokkurin situr við valdið eftir
valið?
Vit í Sambandsflokkinum vilja, at lág-
og miðalinntøkur eisini fáa ein lætta í
skattinum. Við verandi skattaskipan
hava lág- og miðalinntøkur fingið
nakað, men nú er tíðin komin til
at geva hesum bólki ein lætta, sum
veruliga merkist. Øll skulu vita, at
tey hava meira enn helvtina av tí
forvunna eftir til seg og síni, tá ið
skatturin er goldin. Um fólk kenna,
at tey hava meira eftir, tá tey taka
eitt eyka tak, so er hugur til at
arbeiða. Við tí lága arbeiðsloysinum,
sum nú er, er brúk fyri at fáa allar
hendur til verka. Vit gjørdu nakrar
skattligar broytingar í byrjanini
av valskeiðnum, men rúm var ikki
fyri at gera alt ov stórar broytingar,
meðan búskapurin var í einum
aldudali. Nú hevur búskapurin tað
gott aftur, samfelagið havur tað gott,
og arbeiðsloysið er lágt. Tí føla vit
eisini, at nú kunnu vit geva nakað av
lætta til lág- og miðalinntøkurnar.
Landskassin hevur tað tó minni
gott, og umráðandi er at fáa avlop
á aftur fíggjarlógina, tí skuld má
niðurgjaldast komandi árini.
Um ætlanin er at gera broytingar,
hvussu skal hetta so fíggjast?
Í dag betalir tú næstan ongan
landsskatt, um tú tjenar millum
0 og 100.000 krónur, og millum
100.000 og 200.000 krónur betalir tú
bara eitt lítið sindur av landsskatti.
Tí er neyðugt, at vit finna eina
loysn saman við kommununum.
Eg sigi ikki, at vit skulu kroysta
nakað niður yvir kommunurnar,
men vit mugu samráðast við
kommunurnar um møguliga saman
at gera nakrar broytingar, tí bæði
land og kommunur eru betri tjent
við at hava nøgdar borgarar. Tá tað
kemur til sjálva fíggingina, so gevur
økt nýtsla ein part inn aftur, men
vit mugu eisini hyggja at øðrum
fíggingarhættum. Hetta kann vera
avgjaldshættir, sum tíðin er farin frá,
og tað kann vera umhvørvisgjøld, vit
hyggja at. Men vit mugu finna eina
loysn saman við kommununum.
Hevur Sambandsflokkurin nakra
ætlan um at gera broytingar ella
justeringar á pensjónsøkinum eftir
valið?
Tað er bara partvíst rætt, tá ført
verður fram at skattaprosentið á
pensjónir varð sett úr 35 upp í 40
prosent, tí skatturin á 35 prosent
áðrenn broytingina var einans á
kapitalpensjónum. Men vit skuldu
hava eina ratupensjón og eisini
lívrentu inn. Og orsøkin til, at
prosentsatsurin varð settur á 40
prosent, byggir á pensjónsálitið
frá 2011. Allir flokkar á tingi vóru
saman um tað. Tú skalt minnast
til, at hevur tú eina góða privata
pensjón, fær tú hana útgoldna sum
løn. Og soleiðis, sum skattastigin
var frammanundan, at vit broyttu
hann, noyddist borgarin at gjalda
oman fyri 40 prosent í kommunu-
og landsskatti, longu um tú fór upp
um 170.000 krónur. Tí er talan í roynd
og veru ikki um eina hækking av
samlaða pensjónsskattinum. Og tá
tað kemur til, um pensjónir skulu
verða skattaðar við inn- ella útgjald,
hevur tað upp á longri sikt ikki
stóran týdning fyri borgaran. Beint
nú hava pensjónskassarnir minni at
arbeiða við, men upp á sikt fáa teir
eina líka stóra ella størri samlaða
uppsparing at arbeiða við. Og tá
verður umsitingarkostnaðurin hjá
pensjónskassunum fyri hvørja krónu
lægri, enn hann er í dag.
Tá tað kemur til broytingar, vil
eg ikki útiloka, at vit vilja hyggja
upp á hetta eisini. Allir møguleikar
eru opnir. Tað er nú soleiðis, at
vit hava, tíverri, bert framt fyrsta
partin av pensjónsnýskipanini,
og mangla enn tann stóra partin.
Eftir valið mugu allir flokkar seta
seg saman at koma ásamt um eina
pensjónsnýskipan, og so verður tað
ein samráðingarspurningur, um og
hvussu vit skulu gera broytingar á
pensjónsøkinum.
Eyðgunn Samuelsen
Javnaðarflokkurin
Javnaðarflokkurin hevur talað
hart at sokallað flatskattinum.
Skal flatskatturin rullast aftur, og
hvørjar ætlanir hava tit við
víkjandi skattinum, um Javn
aðarflokkurin kemur til valdið
eftir valið?
Javnaðarflokkurin vil ikki rulla
verandi skattaskipan aftur. Vit
halda, at tað órættvísa við skatta
lættanum hjá samgonguni er, at
lægru inntøkurnar ikki fingu part í
honum. Tí vil Javnaðarflokkurin
lækka skattin soleiðis at lág- og
miðalinntøkurnar eisini fáa ein
lætta.
Um ætlanin er at broyta í skatta
stiganum, hvussu er ætlanin at
fremja hetta, og hvussu skal hetta
fíggjast?
Í dag gjalda allar inntøkur 20
prosent í landsskatti longu tá ið
inntøkan er um 65.000 krónur.
Hetta vilja vit í Javnaðarflokkinum
broyta. Javnaðarflokkurin vil
broyta hetta, soleiðis at inntøkan
skal upp á umleið 250.000 krónur,
áðrenn løntakarin kemur at gjalda
20 prosent í landsskatti. Seinastu
árini er virðisøkingin í vinnuni
vaksin við 2.300 miljónum krónum.
Hesin vinningur er fallin soleiðis
at kapitalánarnir hava fingið 1.900
milliónir av hesi øking, meðan
lønmóttakarin bert hevur fingið
400 milliónir í sín lut. Hetta lutfallið
meta vit í Javnaðarflokkinum eigur
at broytast nakað. Stóri vøksturin
er í uppisjóvar- og alivinnuni.
Javnaðarflokkurin ætlar at selja ein
part av nýggja tilfeinginum á einum
fríum marknaði.
Alivinnan hevur eisini havt
stóran vøkstur. Í fjør høvdu tey
trý alivirkini eitt yvirskot á 1.300
milliónir. Hesi virkir rindaðu góðar
40 milliónir fyri framíhjárættin
til allar føroysku firðirnar.
Javnaðarflokkurin heldur, at tað
er rímiligt at alivinnan rindar
eitt nakað hægri leigugjald fyri
henda framíhjárætt, og partur av
hesum eigur at verða nýtt at fíggja
skattalættan við.
Tit hava eisini talað hart at
forskattingini av pensjónum í
farna valskeiði. Skal forskattingin
av pensjónum rullast aftur,
ella aðrar broytingar gerast
viðvíkjandi skatting av pen
sjónum?
Vit ásanna, at tað ber ikki til at rulla
forskattingina av pensjónunum
aftur, tí peningurin er longu
farin í umfar í samfelagnum
og upphæddin er flutt til
kommununnar til fígging av
eldraøkinum. Javnaðarflokkurin
heldur tað er rættari at vit spara
meira upp í felag og ikki bara hvør
sær, og tí vil Javnaðarflokkurin
styrkja
Samhaldsfasta.
Ein
fyrimunur við samhaldsfasta er, at
hann verður skattaður við útgjald og
tí vaksa skattainntøkurnar so hvørt
sum tørvurin veksur. Tað órímiliga
við forskattingini av pensjónunum
er, at skatturin er 40 prosent
longu frá fyrstu krónu, og hetta
er ein munandi skattahækking
hjá teimum lægru inntøkunum.
Útgjøld úr Samhaldsfasta verða
skattaði sum vanlig arbeiðsinntøka
og tískil sleppa lægru inntøkurnar
bíligari enn við forskattingini hjá
samgonguni. Ein av broytingunum
hjá samgonguni er eisini, at hon við
lóg hevur álagt øllum borgarum at
spara 15 prosent í privatari eftirløn.
Javnaðarflokkurin mælir til, at ein
partur av hesum prosentum ferð í
Samhaldsfasta.