hósdagur 13. august 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. august 2015
sosialurin 92
15
ónir – hvat
ta eftir valið?
Jørgen Niclasen
Fólkaflokkurin
Hevur Fólkaflokkurin nakrar
ætlanir um at gera broytingar í
skattaskipanini, um Fólkaflokkurin
enn situr við valdið eftir valið?
Punkt eitt er, at flatskatturin skal ikki
nertast. Vit hava sæð, at hann virkar.
Vit hava sæð vøksturin. Hetta
samgonguskeiðið hava vit barst við
at fáa avlop, og nú hava vit avlop
næsta ár. So nú er tíðin komin at lág-
og miðalinntøkur eisini fáa ein
skattalætta. Hetta skal gerast við at
hækka botnfrádráttin bæði í lands
skattinum og í kommunufrádrátti
num. Tá vit hava avlop á fíggjarlógini
komandi ár, hava vit eisini vøkstur.
Og tað er hesin vøksturin, sum skal
brúkast til millum annað skattalætta.
Okkara ætlan er at brúka ein triðing
av vøkstrinum til vælferð, ein triðing
til at gjalda niður skuld og ein triðing
til skattalætta. Okkara mál er, at
eingin lág- ella miðalinntøka skal
gjalda meira enn 30 prosent í
kommunu- og landsskatti tilsamans.
Hvussu skal hetta so fíggjast?
Tað er vøksturin, ið skal bera
útreiðslurnar av skattalætta til
lág- og miðalinntøkurnar. Henda
skipanin skal setast stigvíst í verk
yvir trý ár, ein triðing um árið. Sum
tað er nú og hevur verið meðan
eg havi verið fíggjarmálaráðharri,
hava vit havt ein útreiðsluvøkstur
upp á 0,9 prosent um árið. Sum tað
sær út nú, verður inntøkuvøksturin
nógv størri. Í føstum krónum fara
inntøkurnar at vaksa millum trý og
fýra prosent. Taka vit so 0,9 prosent
til útreiðsluvøkstur og halda fast í
honum, verða – við hesum tølum –
0,9 prosent til ávikavist økta vælferð,
at gjalda niður skuld og skattalætta.
Men tað er tá greitt, at vit samstundis
verða noydd at halda fast við at
tálma útreiðsluvøkstrinum og við at
rationalisera.
Stóri útreiðsluvøksturin í hes
um skeiðinum hevur verið til
miðnámsskúlar, tí at munandi fleiri
eru farin á miðnámsskúla nú enn
fyrr, og til heilsuverkið. Vit vita, at
tað nyttar einki at renna undan
útreiðslunum í heilsuverkinum, so
tær mugu vit hava við. Útreiðslurnar
til miðnámsskúlarnar fara at leggja
seg í eina fasta legu nú. Men geva
vit pláss fyri hesum, og hava vit
vøkstur, verður eisini pláss til at geva
skattalætta.
Hevur Fólkaflokkurin nakra
ætlan um at gera broytingar ella
justeringar á pensjónsøkinum eftir
valið?
Nú hava vit fingið eftirlønarupp
sparingina upp á pláss. Men tá
tað verður sagt, at skatturin er
hækkaður á pensjónunum, er tað
ikki rætt. Áðrenn broytingina fór
pensjónin skattafrí inn, og so varð
skattur tikin av, tá hon varð goldin
út. Tú fær eina pensjónsviðbót og
tú fær útgjald úr Samhaldsfasta,
og tað gevur 70.000 krónur árliga.
Tað fáa øll. Hevur tú so eina privata
uppsparing eisini, so verður hon eftir
gomlu skipanini útgoldin sum vanlig
arbeiðsinntøka og skattur goldin á
sama hátt. Leggur tú so 70.000 og
tína vanligu pensjónsuppsparing
saman, hevði tú eftir gomlu skipanini
beinanvegin skula goldið 20 prosent
í landsskatti og eini 20-23 prosent í
kommunuskatti. So tá satsurin nú
er settur á 40 prosent, so er talan í
veruleikanum um ein lætta, og ikki
eina skattahækking.
Tá vit so hyggja frameftir, so
ynskja vit at tey, sum eru vælbjargað,
klára seg sjálvi. Hetta merkir, at tey,
ið hava havt eitt gott starv og hava
havt møguleikan at spara sær eina
góða pensjón upp – tað kann vera
ein bankastjóri ella líknandi – so
er tað ikki meiningin, at hesi eisini
skulu fáa útgjald úr samhaldsfasta
kassanum, omaná teirra egnu
pensjón. Fyrr var tað soleiðis, at
pensjónin bleiv mótroknað tí, tú
fekk úr Samhaldsfasta. Nú er tað
ikki soleiðis, eftir broytingarnar. Tá eg
tosi um samhaldsfesti, so er tað at vit
syrgja fyri øllum. Fáa tey vælbjargaðu
eisini úr kassanum, verður minni til
tey, ið veruliga hava brúk fyri tí.
Kristina Háfoss
Tjóðveldi
Tjóðveldi hevur talað hart at
sokallað flatskattinum. Hvørjar
ætlanir hava tit viðvíkjandi
skattinum, um Tjóðveldi kemur til
valdið eftir valið?
Vit í Tjóðveldi halda at skatturin á
vanligar inntøkur er ov høgur. Vit
hava átalað at láglønt fingu ongan
lut í flatskattalættanum, tí hesin
rakti fyrst og fremst inntøkur frá
300.000 og uppeftir. Og tekur tú
tað, at samgongan framdi søguliga
stóra hækking í pensjónsskattinum
úr 35 upp í 40 prosent, skal tú í
veruleikanum uppaftur longur
upp í løn, áðrenn tú veruliga fær
nakran munagóðan skattalætta.
Og longur upp tú kemur í løn,
meira skattalætta hevur tú fingið.
Hægstu lønirnar fingu heilt upp í
7000 kr. um mánaðin í skattalætta,
meðan tey við lágum inntøkum bert
fingu eina pensjónsskattahækking.
Vit ynskja at lækka skattin fyri
lág- og miðalinntøkur, og harvið
eisini gera eina meira stigvaksandi
skipan, uttan at skatturin hækkar
fyri nakran. Hvussu skal skattalætti
til lág- og miðalinntøkur so fíggjast?
Samfelagið er vorðið ríkari
og hevur fingið munandi meiri
tilfeingi, og higartil hava lág- og
miðalinntøkurnar ikki fingið
ágóðan av hesum. Stóru nýggju
inntøkurnar frá tilfeingi, ið allir
føroyingar eiga, eiga sjálvandi eisini
at koma øllum til góðar, eisini lág-
og miðalløntum. Vit eiga at nýta
ein part av inntøkunum frá hesum,
at lætta um í inntøkuskattinum
hjá lág- og miðalløntum. Á henda
hátt ber eisini til, at býta virðini í
landinum javnari. Hava mælt til,
at lata kommununum helvtina
av inntøkunum frá alivinnuni, ið
nú bert koma í landskassan, og
so í samráð við kommunurnar
hækka botnfrádráttin á kom
munuskattinum (sum er 30.000
krónur í dag, red). Hetta hevði munað
væl hjá lág- og miðalinntøkum. Vit
fáa eisini gjørt smærri broytingar
í landsskattinum, men her er
botnfrádrátturin nú so høgur, at
tað munar betri, um vit eisini fáa
tillagað kommunuskattin, sjálvandi
í samráð við kommunurnar.
Við tí politikki, ið vit mæla
til, vil eisini koma ein vøkstur í
samfelagnum, eitt nú tí fólk fáa
meira pening millum hendurnar,
fleiri og betri handilssáttmálar geva
størri møguleikar fyri virðisøking í
vinnuni, og fiskivinnunýskipan vil
skapa framgongd og avkast til alt
samfelagið. Hesin inntøkuvøkstur
kann partvíst nýtast at lata
aftur til fólkið við at lætta um
í inntøkuskattinum. Tó er tað
týðandi, at stórur partur av
inntøkuvøkstrinum verður nýttur
at fáa yvirskot á landsins fíggjarlóg,
rinda skuld aftur og gera okkara
búskap sjálvbjargnan.
Hartil er eisini neyðugt at fremja
nýskipanir av vælferðartænastum,
og í størri mun skapa loysnir, ið
hóska til okkara samfelag, soleiðis at
vit kunnu fáa meira og betri vælferð
fyri teir pengarnar, vit í dag nýta
upp á vælferð.
Tit hava eisini talað hart at
forskattingini av pensjónum í
farna valskeiði. Skal forskattingin
av pensjónum rullast aftur?
Tað var ein skandala, tá samgongan
skundaði forskattingina av pen
sjónum ígjøgnum. Tað skapti bæði
ótryggleika og ótta millum fólk,
og hevur undirgravað fíggjarliga
haldførið hjá landinum yvir tíð,
tí pengarnir koma at mangla
seinni. Men tað er ikki lætt at rulla
skipanina aftur, og tað má undir
ongum umstøðum gerast í óðum
verkum, sum samgongan gjørdi
tað, tí hetta skapar ótryggleika
millum fólk. Hetta skal tí takast
til viðgerð í sambandi við pen
sjónsnýskipanina. Har situr ein
politiskur bólkur og viðger millum
annað hesar spurningar. Eitt nú
hvussu nógv av pensjónini skal
vera samhaldsfast. Har halda vit,
at ein størri partur eigur at verða
samhaldsfastur.
Samgongan
broytti hartil pensjónsskattin til
burturav at vera flatskattur, har øll
gjalda líka nógv prosent í skatti frá
fyrstu krónu. Samgongan hækkaði
samstundis pensjónsskattin til 40
prosent (úr 35 prosentum, red), og
tað rakar tey við lágum inntøkum og
lágum pensjónum harðast. Vit halda
at pensjónsskattaskipanin skal vera
stigvís, soleiðis at tey við lágum
pensjónum gjalda minni í skatt enn
tey við stórum pensjónum, eins og
tað er við vanligari lønarinntøku
og skatti av hesum. Tað er týðandi
at fólk kunnu kenna seg trygg,
tá umræður pensjónsviðurskifti.
Neyðugt er at fremja eina pen
sjónsnýskipan, ið røkkur inn í
framtíðina, og tí skulu øll viðurskifti
í samband við pensjónsøkið takast
upp við allar flokkar eftir valið, og
viðgerast væl, áðrenn broytingar
verða gjørdar.