Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Logtingsvalið 2015 SOSIALURIN 92 FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2015 Sterkur búskapur og sosialt rættvisl Vøkstur Ein sterkur búskapur er bulurin í samfelagnum. Ti skal privata vinnan hava bestu karmar. Politiska Utlutingin og privata sølan av fiskirættindum skal steðga. Fiskurin í sjónum er fólksins ogn, og tann, sum klárar at skapa størst virði, bæði til sín sjálvs og til felagsskapin, skal hava rættin at fiska. Vit skulu hava betri atgongd til marknaðin í Europa, so vit kunnu virka fiskin meira Í Føroyum, og skapa fleiri arbeiðspláss og sterri virði. Íverksetarar skulu hava betri treytir. Vinnugransking skal styrkjast. Føroyar skulu gerast kappingarferar sum shipping-land. Frá ábyrgdarloysi til ábyrgd Figgjarliga ábyrgdarloysið hevur farnu árini verið nærum ófatiligt. = Einki er lagt til viks, og undirskotið er stórt - hóast búskapurin er sera nógv vaksin. = Forskattingin av pensiónum ger, at pengar eru tiknir frá okkara børnum, og latnir sum skattalætti til tey, ið tjena mest. Hetta hevur gjørt, at lág- og meðallant rinda MEIRA í skatti. = Nakrar familjur í okkara landi eru heilt illa fyri figgjarliga. Frá 2008 til 2014 vaks virdisøkingin í føroyskum fyri- tokum við 2300 milliónum. Hetta er eitt glæsiligt úrslit, og tænir vinnuni til miklan heiður. Men løntakarar fingu bara smáar 400 milliónir av hesum vøkstri. Tað er ikki í lagi! Oll skulu við Ójavnin rakar ikki bara tann einstaka, men alt samfelagið. Sterkastu búskapirnir eru teir, har Munurin millum rík og fåtøk ikki er ov stórur. Tf vil Javnaðarflokkurin hava ríkidemið út Í hvert heim í Føroyum. So peningurin kemur í umfar í samfelagnum, og skapar virksemi, inntekur og sterkari búskap. Føroyar eru sera ríkar - men øll eru ikki við. Virðini verða savnað á fáum hondum, og samfelagið stakkur av um tvøran. Vandi er fyri, at Føroyar gerast eitt samfelag vid A og B-borgarum. Javnaðarflokkurin vil skapa einar rættvisari og sterkari Føroyar! = Rættvísi! Skatturin hjá lág- og medalløntum skal lækka. = Vælkomin! Smábarnafamiljur skulu hava ískoyti fyri hvert barn, sum er undir skúlaaldur. = Takk! Pensionistar skulu hava meira at liva fyri hvønn mánað. = Fylg við! Kringvarpsgjaldið skal broytast, so stak og láglent gjalda Minni. = Lær her! Lesandi skulu hava studning í 12 mánaðir. Aksel V. Johannesen JAVNAÐARFLOKKURIN