týsdagur 27. juli 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 141 - 27. juli 2004
Nr. 141 - 27. juli 2004
5
Týdningamesta hendingin í
farnu viku, sum ávirkaði
virðisbrævamarknaðirnar,
var røðan hjá amerikanska
tjóðbankastjóranum Allan
Greenspan til kongressina
mikudagin. Røðan fekk,
serliga stuttu, lánsbræva-
renturnar at hækka, meðan
partabrøvini
hækkaðu
nógv, fyri dagin eftir at
lækka aftur, so tey í dag
liggja áleið sum fyri viku
síðan.
Seinastu vikurnar hava
verið merktar av verri bú-
skapartølum, ið millum
annað siga, at færri arbeiðir
verða sett á stovn og at
kjarnuprísvøksturin er fall-
in. Hetta hevur elvt til git-
ingar millum íleggjarar um,
hvørt búskaparvøksturin í
USA er um at hasa av og at
fráboðaðu rentuhækkingar-
nar fara at draga út.
Óvissan í marknaðinum,
sum hevur fingið bæði
partabrøv og lánsbræva-
rentur at falla seinastu seks
vikurnar, er minkað eftir
røðuna hjá amerikanska
tjóðbankastjóranum. Hann
gjørdi greitt, at veiku bú-
skapartølini í seinastuni,
einans verða mett av tjóð-
bankanum sum nattúrlig
sveiggj og broyta ikki
áskoðan teirra á samlaðu
myndina. Teir meta, at
amerikanski búskapurin nú
er farin inn í eitt tíðarskeið,
har hann er vorðin sjálvber-
andi og tískil ikki hevur
tørv á framhaldandi stim-
brandi inntrivum, eitt nú at
rentan verður hildin niðri.
Rentuhækkingarnar fara
framvegis at fara hóvliga
fram og teir halda fast um
at amerikanska rentan um
árskifti verður 2,25%, men
gera samstundis greitt, at
um prísvøksturin gerst ein
trupulleiki vilja teir ikki
himprast við at taka neyð-
ugu stigini. Hóast greiðu
støðu
Greenspans
eru
partabrævaíleggjarar meiri
svartskygdir, sum mótrørsl-
an í farnu viku bar boð um.
Orsøkin er millum annað
tann hækkandi rentan og
tann høgi oljuprísurin, ið
nú nærkast støðinum undan
flógvakrígnum.
Hóast stóra vøksturin í
fronsku smásøluni í juni,
minkaði tann italska smá-
sølan, so útlitini fyri øktari
nýtslu í Evropa minkaði og
harvið eisini sannlíkindið
fyri eini rentuhækking á
okkara leiðum áðrenn ár-
skiftið.
Hesa vikuna verða brúk-
araálitistøl bæði fyri USA
og Europa kunngjørd, sum
kunnu ávirka virðisbræva-
marknaðirnar. Roknskapar-
kunngerðir frá millum ann-
að Coca Cola og Daimler-
Chrysler, kunnu serliga fáa
ávirkan
á
partabræva-
marknaðirnar.
Amerikanski búskapurin
er vorðin sjálvberandi
Vika 31, 2004
www.kaupthing.fo
Rita Mortensen sýnir
í hesum døgum fram
tekstillist í Oynni á
Tvøroyri
LIST
Dagfinn Olsen,
dagfinn@sosialurin.fo
Sunnudagin fóru hurðarnar
upp fyri einari nýggjari
framsýning í Gallarí Oynni
á Tvøroyri. Og hesaferð er
talan um list í tekstil. Lista-
kvinnan Rita Mortensen úr
Danmark sýnir fram.
Og talan er um list á høg-
um støði og ein sær beinan-
vegin sum leikfólk, at her
eru nógvir tímar farnir til
hvørt einstakt listaverk.
Sera vakurt og hugtak-
andi. Myndevnini eru úr
hugaheiminum, úr ævintýr-
um hjá H.C. Andersen, úr
Grønlandi og Føroyum og
annars eru ymsar náttúru-
lýsingar.
Litirnir eru spælandi og
glógvandi, men tó eru verk-
ini sum heild væl saman-
sett, so heildin er dempað
og innbjóðandi til nærri
njótilsi.
Rita Mortensen er út-
búgvin innan tekstil frá
1957 til 1960. Siðani 1993
hevur hon starvast fulla tíð
sum listakvinna innan tek-
stil. Hon er limur í lista-
bólkinum Quilte Qunst-
nerne.
Hon hevur havt mangar
framsýningar síðani 1988 í
mongum ymsum londum.
Sjálvandi nógvar framsýn-
ingar í Danmark, men eis-
ini t.d. í USA, Fraklandi,
Onglandi og í Japan.
Rita Mortensen hevur
prýtt ymisk støð og bygn-
ingar, t.d. í Danmark,
Grønlandi,
Kekkia
og
Sveis.
Tekstil í Gallarí Oynni
Pappa Ulf
gevur
fløgu út
Í næstum kemur
nýggj fløga út og
tað er Ulf V. Nolsøe,
ið stendur aftanfyri
útgávuna
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen,
dagfinn@sosialurin.fo
Nýggj fløga er á veg á
føroysku handilshillar-
nar. Tað er Ulf V. Nolsøe
úr Vági, sum gevur úr.
Hann býr í Danmark, har
fløgan eisini er innspæld.
Fløgan nevnist Pappa
Ulf - Nara Dig. At talan
er um andaligan tónleik
sæst á heitunum á løg-
unum, sum til dømis
Namnet Jesus, Nära Dig,
The Holy spirit told Me
og Nærri mín Gud til tín.
Fleiri av løgunum er
kend frá øðrum, men Ulf
eigur sjálvur orð og løg
til eini fýra av teimum 13
løgunum.
Ulf er komin til Føroya
fyri ólavsøku og byrjar
útbreiðsluna av fløguni
suðuri í Vági og síðani
gongur leiðin til sølu-
búðir í restini av landi-
num, so til ber at ogna
sær fløguna ein av kom-
andi døgunum.
Rita Mortensen arbeiðir við tekstil og spennandi list kemur burturúr. Verk hennara eru at síggja í Gallarí Oynni á Tvøroyri í
hesum døgum
(Mynd: D.Olsen)
Alfred Olsen, næst-
formaður í vinnu-
nevndini, sigur, at
Bankin skal eisini
friðast einar 4-6 vikur
í gýtingartíðini
FØROYA BANKI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fiskidagarnir á Føroya
Banka verða skerdir nokk
so fitt komandi kappingar-
ár. Somuleiðis skal Bankin
friðast í gýtingartíðini.
Alfred Olsen, næstfor-
maður í vinnunevndini hjá
løgtinginum, sigur, at sam-
gongan er greið yvir, at
trýstið á Føroya Banka er
ov hart og at tað verður
neyðugt at skerja fiskidag-
arnar.
Henrik Old, formaður í
vinnunevndini, segi herfyri
í Sosialinum, at Føroya
Banki er so illa fyri, at tað
rættast hevði verið at friða
hann fullkomiliga eitt ár
ella tvey.
Men hann var eisini
greiður yvir, at hetta var at
kalla ógjørligt at fáa eina
politiska semju um.
Men í øllum førum mælti
hann til at skerja fiskidaga-
talið munandi.
Fiskidaganevndin hevur
mælt til at skerja dagatalið
á Føroya Banka 10%, men
tað helt Henrik Old munaði
alt ov lítið.
Næstformaðurin í Føroya
Banka ásannar eisini, at
Føroya Banki verður ikki
friðaður.
Fiskidagarnir skulu áset-
ast nú og sjálvsagt hevur
samgongan tosað saman
um, hvussu farast skal
fram.
Alfred Olsen sigur, at
talan verður um ein hampi-
liga stóran niðurskurð á
Føroya Banka komandi
fiskiár, sum byrjar 1. sept-
ember.
Hann sigur, at niður-
skurðurin fer at liggja um
tey 10%, sum fiskidaga-
nevndin hevur mælt til.
– Tað vænti eg, at politisk
semja verður um, soleiðis
sum landið liggur, sigur
hann.
Hann sigur, at somuleiðis
verður Føroya Banki frið-
aður einar 4-6 vikur í
gýtingartíðini.
At friða Bankan í 4-6
vikur, er eisini ein skerjing,
sum bøtir um støðuna.
Næstformaðurin í vinnu-
nevndini sigur, at samgong-
an er greið yvir, at trýstið á
Føroya Banka er alt ov hart
í løtuni og at tað verður
neyðugt at seta skerjingar í
verk.
Annars sigur hann, at
fiskidagarnir á landleiðini
verða eisini skerdir eitt
sindur.
Jógvan á Lakjuni er
púra vísur í, at tað fer
ongar avleiðingar, at
hann hevur gjørt
Hans Johannus á
Brúgv til stjóra á
samanlagda sjó-
manna- og maskin-
meistaraskúlanum
STARVSSETAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta fer ikki at fáa nak-
rar sum helst avleiðingar
fyri meg.
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður í skúlamálum,
er púra vísur í, at hann situr
púra tryggur í starvinum,
hóast hann gjørdi Hans
Johannus á Brúgv til stjóra
á samanlagda sjómanna-
skúlanum og maskinmeist-
araskúlanum.
Setanarnevndin,
sum
fyrireikaði starvssetanina
metti, at tveir umsøkjarar
vóru skikkaðir til starvið:
Hans Johannus á Brúgv og
Gestur Hovgaard.
Men hon metti, at Gestur
Hovgaard var betri skikk-
aður og innstillaði sostatt
hann sum nummar eitt.
Men landsstýrismaðurin
gjørdi kortini av at seta
Hans Johannus á Brúgv í
starvið.
Hetta hevur fingið fleiri
at bera hetta málið saman
við eina aðra, tiltkina
starvssetan, nevniliga mál-
ið, tá ið landsfornfrøðing-
urin varð settur í starv. Tá
fylgdi Annlis Bjarkhamar,
sum tá var landsstýris-
kvinna
í
mentamálum,
heldur ikki setanarnevndini
og tað kostaði henni em-
bætið.
Onki skeivt gjørt
Jógvan á Lakjuni vil ikki
samanbera hesi bæði mál-
ini.
Tað einasta, hann er vísur
í, er, at hann hevur púra
onki skeivt gjørt.
Tað hevur hann eisini
fingið trygd fyri frá løg-
frøðingum.
– Tað er landsstýrismað-
urin, sum setir starvið og
tað ger hann einsamallur.
Og so leingi hann setir
starvið út frá sakligum for-
treytum, er onki at finnast
at.
Landsstýrismaðurin sigur
at av tí, at talan er um eitt
persónsmál, sum er fevnt
av tagnarskyldu, kann hann
ikki koma inn á smálutir í
málinum.
Tí vil hann heldur ikki
siga, hvør varð innstillaður,
sum nummar eitt.
Men hann sigur, at setan-
arnevndin gav hon tvey
nøvn, sum hon metti vóru
skikkað at røkja starvið.
– Tað taki eg sum um at
eg fái tvey nøvn at velja
ímillum og eg havi so gjørt
tað, eg havi fulla heimild til
og tað er at velja annað
burturúr.
Hann sigur, at tað, sum
hann serliga legði dent á, tá
ið hann setti starvið, vóru
leiðsluroyndir og tí gjørdi
hann av at seta hans Joh-
annus á Brúgv í starvið.
Hann vísur á, at tað er
landsstýrismaðurin,
sum
setir starvið og sum hevur
ábyrgdina av starvssetanini.
– Skulu setanarnevndir
fylgjast treytaleyst, er tað
ongin orsøk til at tað skal
vera landsstýrismaðurin,
sum setir starvið. So kann
tann myndugleikin bara
liggja hjá setanarnevndini
eisini, leggur hann afturat.
Fiskidagarnir á Føroya Banka
skerjast eini 10%
Fær ongar avleiðingar fyri meg
HUGNAKVØLD
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ólavsøkuaftan, miku-
dagin, verður hugna-
kvøld í viðarlundini á
Tvøroyri. Klokkan 17
verður tann stóra grillin
tendrað og har kunnu
fólk so steikja tað, teim-
um lystir. Fólk hava
sjálvi tað við, sum tey
ætla at steikja.
Ætlanin er eisini at
hava Grønu Sangbók
við.
Men tað verða eisini
ross inni í viðalundini
hetta kvøldið og tá ber
eisini til hjá børnunum
at sleppa ein túr á hest-
baki.
Hetta er eitt tiltak,
sum hevur verið í fleiri
ár og har plaga heilt
nógv fólk at koma sam-
an.
KOMMUNU-
SAMANLEGGING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tvøroyrar Býráð og
Sumbiar Kommuna fara
nú at tosa um at leggja
kommunurnar saman.
Tað varð avrátt á
fundi
ímillum
bæði
kommunustýrini sunnu-
dagin.
Herfyri
samtykti
bygdaráðið í Sumba at
taka stig til at fáa
kommunurnar í oynni
lagdar saman í eina
kommunu. Í tí sambandi
vart fingu allar komm-
unurnar innbjóðing um
at koma á fund at tosa
um samanlegging.
Men av øllum komm-
ununum í Suðuroy, var
tað
bert
Tvøroyrar
kommuna sum var sinn-
að at fara á fund at tosa
um
kommunusaman-
legging.
Sunnudagin var fund-
ur ímillum Sumbiar og
Tvøroyrar kommunu um
samanlegging. Og á tí
fundinum var semja um,
at einasta gongda leið
fyri Suðuroynna er at
leggja Suðuroynna í eina
kommunu.
Tvøroyrar Býráð og
Sumbiar bygdaráð sam-
tykti á fundinum at nú
skal hvør kommuna sær
meiri nágreiniliga við-
gera spurningin um at
leggja
Sumbiar-
og
Tvøroyrar
kommunu
saman.
Eftir summarfrítíðina
skal so málið takast upp-
aftur, sigur borgarstjórin
á Tvøroyri, Kristin Mic-
helsen, í einum tíðinda-
skrivi.
Sumbingar og tvørafólk
tosa víðari um
samanlegging
Hugnakvøld í viðar-
lundini á Tvøroyri
Leiðsluroyndirnar hjá Hans Johannus á Brúgv gjørdu munin og
tí gjørdi eg hann til stjóra á samanlagda sjómanna- og maskin-
meistaraskúlanum, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður
C
M
Y
K
5
4