hósdagur 13. august 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2015
SOSIALURIN 92
18
SÁMAL MATRAS KRISTIANSEN,
SAMFELAGSFRØÐINGUR
Á KIRKJU, 12. AUGUST 2015
E
g varð biðin at vera við í
innslagnum, men kundi tí
verri ikki luttaka – tí eg eri
staddur á Kirkju, langt frá
»mikrofonveldinum«. Men evnið er so
áhugavert, at eg kenni meg noyddan
at gera nakrar viðmerkingar til
áhugaverda innslagið. Innslagið kann
kókast niður til (minst) 13 útsagnir
(fleiri ella færri alt eftir hvussu man
telur). Hesar útsagnir skipa tað mesta
av hesi kronikk, ið so at siga reflekerar
tey sjónarmið, ið komu fram í inn
slagnum. Tølini í klombrum eftir
útsagnirnar eru bert fyri at markera
upprunaligu raðfylgjuna av teimum í
innslagnum. Við vilja verður ikki farið
ov nógv niður í smálutir, soleiðis at
fólk flest kunnu lesa kronikkina.
Borgarstjórar ein háttur at
tryggja lokala umboðan
Introducerandi útsøgnin frá Degi
og Viku var, at »broytingin frá 7 val
dømum til eitt valdømi hevur fing
ið lokalpolitikarar at finna aðrar
vegir inn í landspolitikk.« (1) Síðani
valdømini eru avtikin, má vantandi
lokala kjølfestið kompenserast á
onkran annan hátt, og borgarstjórar
eru vanliga sterkastu umboðini fyri
lokaløkini. Ragnar Joensen, stjórn
málafrøðingur, førir í innslagnum
fram, at »Vit hava jú uppstillingina
partvíst lokala. Fleiri av flokkunum
hava stadigvekk tey lokalu valfeløgini
og rekruttera fólk tann vegin.« (8)
Hetta er rætt, men tað er trupult hjá
politikarum at uppbyggja sær ein
veljarabasa, um teir ikki antin hava
nógvar pengar í rygginum, sterkt
netverk ella óvanliga góð sambond
við landsdekkandi miðlafólk.
Kommunalpolitikkur – og serliga
borgarstjórastarvið – kann vera ein
háttur at gerast kendur uttan um
hesar búskaparligu og »netverksligu«
forðingar. Í nýligum internetkjaki
við meg hevur Flóvin Eidesgaard,
búskaparfrøðingur, orðað hetta sera
væl: “Tá vit diskuteraðu avtøkuna av
valdømum á gamla kjak.fo minnist
eg, at mín forsøgn var, at tað fór at
blíva so trupult hjá nýggjum fólki at
sleppa framat, at borgarstjórasessir
fóru at virka sum lopfjøl til Løgtingið.
(Eg segði býráðsval fóru at virka sum
primerval.)«
Hetta leggur upp til útsøgnina
hjá Ragnar Joensen, at »tað eina
valdømið skuldi vera ein víðkan
av fólkaræðinum ... í og við at vit
kunnu velja tann sum passar okk
um«. (12) Vit eru her inni í einari av
aðaldiskussiónunum innan fólka
ræðiteori: um fólkaræðið skal vera
elitetudemokrati ella luttøkudemo
krati. Yvirskipað sæð er spurning
urin um Løgtingið skal vera ein elita
av serliga dugnaligum fólkum, ið
verða vald ella vrakað við jøvnum
millumbilum, ella um Løgtingið skal
vera samansett av flest møguligum
ymiskum samfelagsbólkum, herundir
lokalsamfelagsbólkum, soleiðis at
fólkið hevur áhaldandi kontakt upp
eftir til politisku skipanina. Hetta eina
valdømið hevur økt tørvin á dýrum,
professionellum valkampanjum, og
tað ger, at um ikki man longu hevur
uppbygt sær ein sterkan veljarabasa,
má man í ávísan mun keypa seg til
hann. Man kann grundgeva fyri, at
borgarstjórar nettupp eru ein møgu
leiki hjá veljarum at velja lokal,
fólkslig umboð heldur enn bert
tey, ið onkursvegna hava styrkt sín
popularitet gjøgnum miðlarnar.
Og sum Dagur og Vika endurgevur
Heðin Zachariassen, borgarstjóra í
Sunda kommunu fyri at meina, so
»hevur tað stóran týðning at øll økini
í landinum eru umboðað í Tinginum«
(6) Undir øllum umstøðum kann
sigast, at hóast summi kanska av
ideologiskum orsøkum ikki vilja hava
eina ov breiða fólksliga umboðan, so
hevur fólkið kring um í landinum
konkretan tørv á at hava lokala
umboðan. Nevnast kann í hesum
viðfangi, at stóra økið Sundalagið –
íroknað Eiði – í løtuni er óumboðað,
og um ikki stórar kanónir sum
antin Edmund Joensen ella nettupp
borgarstjórin Heðin Zachariassen
stilla upp, so vil hendan støðan helst
halda fram. Kanska kunnu onnur
lokal valevni tó gera seg galdandi, t.d.
borgarstjórin í lítlu Eiðis kommu ella
varaborgarstjórin í Sunda kommunu
Sonni Samuelsen. Vit fáa at síggja.
Ragnar Joensen vísir hinvegin á
ein heilt annan trupulleiki: »Hvat nú
vissi ein borgarstjóri verður valdur,
og knappliga ikki tekur sessin, so
hevur man knappliga eitt uppaftur
annað demokratiskt problem. So
fær veljarin nakað annað enn tað
sum hann reint faktiskt valdi. (11)
Hetta er í hvussu er satt við verandi
valskipan, tí um ein veljari t.d. velur
borgarstjóran í Klaksvík, men vísir
seg í staðin at fáa ein sakførara ella
ein samfelagsfrøðing úr Havn, so
hevur veljarin veruliga fingið nakað
annað enn tað hann ætlaði sær. Hetta
kundi verið loyst um hvørt einasta
valevni hevði eitt fast varafólk, ið
kundi taka yvir, um ein løgtingslimur
av onkrari orsøk noyddist í farloyvi
eina tíð. Ein fyrimunur við gomlu
valdømisskipanini var, at tingfólk í
flestu førum høvdu síni føstu vara
fólk.
Broyta valdsjavnvágina
millum land og kommunur
Ragnar Joensen vísir eisini á ein
annan trupulleika, har hann við støði
í Stýrisskipanarlógini §23 vísir á, at
»Tinglimur einans skal vera bundin
at síni sannføring og ikki handla
eftir forskriftum frá veljarunum,
men vissi hann verður valdur inn
sum ein forlongdur armur frá einum
lokalt avgreinsaðum øki í Føroyum,
so kann hann illa tilláta sær annað
enn at gera tað sum valdømið vil hava
av honum.« (9). Hetta er relevant um
umboðanin verður fatað soleiðis,
at borgarstjórarnir fara á ting at
gjøgnumføra nakrar ásetingar
beinleiðis frá lokalsamfelagnum,
t.d. bý- ella bygdaráðnum. Hetta
er tó ikki veruleikin, men heldur
fær borgarstjórin eitt slag av
dupultum innliti í mál, ið viðvíkja
kommununum, soleiðis at ein sterk
samskiftiskanal verður latin upp
millum landspolitiska arbeiðið og
lokaldemokratiið. Og tað er jú einki
galið við um ein løgtingslimur letur
seg inspirera og ávirka av lokalum
meiningum, so leingi hesi ikki eru
harraboð.
Dupulta innlitið gevur sjálvandi í
sær sjálvum vald, men fyrst og fremst
leggur tað upp til sjónarmiðið hjá
Heðin Zachariasen, borgarstjóra í
Sunda kommunu um, at “allar lóg
irnar verða gjørdar í Løgtinginum,
og tá tú gert eina fíggjarætlan, so
er tað ein avbjóðing í sær sjálvum,
og tað er oftani soleiðis, at tá man
ikki fær tølini at hanga saman, so
koyrir man bara onkrar postar út á
kommunurnar, og hevur tú so fólk,
sum eru umboðandi kommunurnar
í Løgtinginum, so verður tað ikki
gjørt í sama mun.” (4) Borgarstjórar
kunnu soleiðis tryggja, at samsvar
er millum kommunurelateraða lóg
gávu og fíggjarlóg. Tvs. at í staðin
fyri bert at vera hoyrings- og sam
ráðingarpartnari í mun til lógarsmíð,
so fæst øll heildin við, m.a. samspæl
við aðrar lógir og týðningarmest av
øllum: samspælið við fíggjarlógina.
Hetta sipar aftur til avgerandi
trupulleikan í samstarvinum mill
um land og kommunur, ið eis
ini Ragnar Joensen er inni á, at
»Landspolitikkurin hevur førkað seg
út á kommunalpolitikk ... Løgtingið
flytur uppgávur út til kommunurnar
at umsita, tvs. pengakassin hjá
kommunum runt umkring blívur øgi
liga lítil, og ofta blívur tað bara rakst
urin, tvs. pengarnir at spæla við eru
øgiliga avmarkaðir.« (13) Við øðrum
orðum stýrir landið í vaksandi mun
útreiðslurnar hjá kommununum.
Tey, ið hava fylgt við tilgongdini til
útleggingina av eldraøkinum hava
uttan iva lagt til merkis, at talan í
stóran mun hevur verið um stríð
um pengar. Vansin við at málsøki
verða undirfíggjað er størst hjá
kommunum, ið hava fíggjarliga trongt
ræsarúm, meðan ríkari kommunur
hava størri ræsarúm at gera íløgur
og annað spennandi umframt at liva
upp til tær lógarbundnu skyldur, ið
landið hevur álagt teimum. Men allar
kommunur hava eitt ynski um betri
fíggjarligt ræsarúm borgarunum at
gagni, og hetta kann millum annað
tryggjast gjøgnum at kommurnar
gera sína ávirkan galdandi beinleiðis
á Løgtingi. Man kann eitt sindur
polemiskt spyrja um tað ikki er sjálv
sagt, at tá landið fær størri ávirkan
á kommunurnar, so mugu komm
unurnar eisini fáa størri ávirkan á
landið.
Kommunalpolitiskur
blokkur á Løgtingi?
Tað skal heldur ikki gloymast, at
um knappliga ein stór mongd av
borgarstjórum sita á tingi, so kunnu
teir finna saman í ein tvørpolitiskan
blokk um tey mál, ið hava við komm
unur at gera. Í fleiri førum vil tað
uttan iva vera soleiðis, at ynskið um
at betra um korini hjá kommunum
í summum førum vil viga líka tungt
ella tyngri enn atlitini til politiska
flokkin. Ragnar Joensen er inni á
Hugleiðingar um
borgarstjórar á tingi
Í hesum tíðum verður nógv kjakast um rákið, at borgarstjórar í størri mun royna at vinna
sær sæti á Løgtingi. Summi komi sjálvandi við populistiska forargilsinum um, at hesir
politikarar tá fáa dupulta løn, onnur við nakað betri grundaða spurninginum um politikarar
munnu hava tíð at røkja tvey politisk størv í senn. Bæði hesi standardmótmæli raka tó við
síðunar av týðandi problematikkirnar. Í Degi og Viku 11. August 2015 komu tó nógv meiri
áhugaverd og nuancerað sjónarmið fram um orsøkirnar til hetta rákið – og takk fyri tað!
TÍÐARGREIN
Eg varð biðin at
vera við í inn
slagnum, men
kundi tíverri
ikki luttaka – tí
eg eri staddur
á Kirkju, langt
frá »mikrofon
veldinum«.
Men evnið er
so áhugavert,
at eg kenni
meg noyddan
at gera nakrar
viðmerkingar
til áhugaverda
innslagið«
Sámal Matras Kristiansen