Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2015 SOSIALURIN 92 19 hesum, tá hann sigur, at »nøkur meina at [borgarstjórar] eru eitt sindur verri at fáa at ganga í takt, tí at teir tæna ofta lokalum áhugamálum eisini.« (10) Tvs. at tað kann gerast trupult at varðveita floksdisciplinina, eins og summir flokkar royna. Bert tíðin kann vísa um hetta fer at passa ella ei, men tað kann í hvussu er grundgevast fyri, at kommunalpolitikarar hava nøkur sterk felags áhugamál, ið ganga tvørtur um vanlig landspolitisk floksmørk. Undantikið Heðin Mortensen – ella tann til einhvørja tíð sitandi borgarstjóran í Tórshavnar kommunu – kann harumframt hugs­ ast, at borgarstjórar hava áhuga í at mobilisera framvið skilj­linjuna »bygd og bý«, m.a. tá mál um niðurlegging ella niðurlaging av almennum stovn­ um í útjaðaranum stinga seg upp. Generelt uppsummerar Annika Olsen, landsstýriskvinna, alt hetta so­leiðis: »Tað kann gerast trupult at reka landspolitikk um Løgtingið er mannað av borgarstjórum« (2), við øðrum orðum um kommunal áhuga­ mál koma at fylla ov nógv á tingi. Enn meiri áhugavert er sjónar­ miðið hjá landsstýriskvinnuni um, at »ein borgarstjóri er jú fyri tað fyrsta fyrisitingarligi leiðari av kommununi. Hann er jú bæði politikari og em­ bæt­is­maður.« (3) Hetta er púra víst eitt áhugavert sjónarmið, tí borgar­ stjórarnir harvið koma at sita báðu megin borðið í fleiri støðum: so at siga bæði smíða lógirnar, fíggja tær og fremja tær í verki. Hinvegin kenna vit jú eisini hetta frá for­hold­in­um millum landsstýrisfólk og Løg­ting, har landsstýrisfólk hava sera stórt vald innan lógarsmíð og fíggj­ar­ lógararbeiði, tó at hesi somu lands­ stýrisfólk skulu útinna lógirnar í verki. Mín fatan er, at lands­stýris­ kvinnan Annika Olsen mest av øllum reagerar, tí hon ræðist eina støðu, har hon skal sita sum lús mill­um tvær negl, tá hon skal fremja í verki ópopu­lerar broytingar ella sparing­ar innan t.d. eldrarøkið – um hon væl at merkja heldur fram sum Al­manna­ málaráðharri – livst so spyrst. Vilja borgarstjórar forða fyri kommunu­ samanlegging? Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur tó at enda eisini eina sera áhugaverda útsøgn, har hon metir, at »millum annað vissi okur skulu leggja kommunur saman í framtíðini, kann tað blíva eitt problem vissi tað er at tað sita 20 borgarstjórar í Løg­ tinginum, sum kanska hava sína egnu kommunu at taka hædd fyri og sín egna sess, sum teir skulu taka atlit at.” (5) Tíðin vil vísa, um borgar­ stjórar soleiðis fara at forða fyri komm­unusamanleggingum. Undir øllum umstøðum er tað rætt, at um borgarstjórar eru valdir grundaðir á eina ávísa lokalpolitiska eind, so skuldu teir í fleiri førum havt áhuga í at varðveita hesa lokalu valds­basu. Tí við eini samanlegging kunnu teir hugsast at detta niður ímill­um í einari størri kommunu – tó at teir hinvegin eisini kunnu styrkja sína valdsbasu, sum tá fyrr­ verandi bygdaráðsformaðurin í lítlu Hvalvíkar kommunu gjørdist borgar­ stjóri í stóru Sunda kommunu. Annika Olsen hevur nógv áhuga­ verd argument í innslagnum, tó eitt teirra er eitt heldur leyst skot frá hoftini: »Enda okur við kanska at hava 15 borgarstjórar í Løgtinginum, so er spurningurin um man ikki bara skal niðurleggja Løgtingið og hava eitt víðkað kommunustýri, tí so kunnu borgarstjórar jú bara stýra landinum ígjøgnum Løgtingið.« (7) Fyri tað fyrsta haldi eg, at hetta er ein yvirdramatisering av støðuni. So ógvuslig er avbjóðingin hóast alt ikki. Tó er nakað um tað, at lokalu áhugamálini onkursvegna kundu verið betri tryggjað enn tey eru í dag, møguliga fyri at óneyðuggera nógvu borgarstjórarnar á tingi. Hvønn veg skal farast? Aftur til okkurt slag av valdømum? Ella skal ávíst tal av tinglimum setast av til lokala umboðan? Undir øllum umstøðum áttu føroyingar at tikið eitt demokratiskt aðalkjak: hvat slag av demokratii vilja vit hava, elitudemokrati ella luttøkudemokrati – ella okkurt harímillum. Mín fatan er, at lands­stýris­ kvinnan Annika Olsen mest av øllum reagerar, tí hon ræðist eina støðu, har hon skal sita sum lús mill­um tvær negl, tá hon skal fremja í verki ópopu­lerar broytingar ella sparing­ar innan t.d. eldrarøkið – um hon væl at merkja heldur fram sum Al­manna­ málaráðharri – livst so spyrst« Sámal Matras Kristiansen Magnus Rasmussen Artur Johansen Brandur Sandoy Gerhard Lognberg Hans Jákup Kalsberg Heðin Mortensen Jógvan Skorheim Jógvan í Skorini Jóhan Christiansen Kristin Michelsen Pauli Petersen Rósa Samuelsen Sonni í Horni Trúgvi Gudmundson 14 borgarstjórar vilja á ting Higartil eru 14 borgarstjórar komnir á valevnislistarnar til løgtingsvalið 1. september. Freistin at stilla upp er úti týsdagin, so tá fæst at vita, um enn fleiri borgarstjórar ætla sær á ting. Teir 14 borgarstjórarnir – ein kvinna og 13 menn – eru: