hósdagur 13. august 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2015
SOSIALURIN 92
20
BERGUR BERG
STJÓRNMÁLAFRØÐINGUR
S
einastu 15-20 árini – so hvørt
sum flokkarnir hava kámað
politisku hugsjónirnar,
tykist tað hava havt alt
størri týdning fyri flokkarnar at
kunna manna listarnar við valevnum,
sum longu eru kend úr øðrum høpi;
men nú ljóðar, at vit ikki eiga at velja
kommunupolitikarar – ella ið hvussu
so er borgarstjórar – sum vit kenna fyri
hvat teir standa fyri og hava avrikað
politiskt. Fjølmiðlafólk, ítróttarfólk
og onnur úr undirhaldsvinnunum,
sum kanska mest eru kend fyri at
vera kend, tey kunnu vit hinvegin
saktans velja, skilst.
Sagt verður, at tað krevur so
nógv at vera í Tinginum og at vera
borgarstjóri, at stundir ikki kunnu
vera til at røkja bæði embæti.
Sjálvandi krevur tað nógv at vera í
politikki: Persónliga er tað krevjandi,
ómetaliga nógv lesitilfar er at taka
støðu til, og langskygdar loysnir
krevja umhugsni; men hvør hevur
nóg góða tíð til at sita í Tinginum?
Hevur tú fleiri smábørn, hevur tú
nóg illa tíð til nakað annað arbeiði,
og mánaðir kunnu vera ímillum, at
tú ert fullsvøvntur.
Er kreppa í parlagnum, kann
vera, at tú hevur meira tíð enn vant,
men arbeiðsorkan og persónliga
yvirskotið eru sum oftast í botni
– og tá tit eru komin væl gjøgnum
kreppuna í parlagnum, er meira enn
so hugsandi, at alt annað er rættiliga
líkamikið eitt skifti.
Tann, sum missir ein av sínum
kæru, er vanliga, ið hvussu so er, eini
tvey ár um at vinna sær fulla orku
aftur. Fleiri granskingarúrslit benda
á, at lívvirkisligar orsøkir gera, at tú
ert óvanliga móður 10 ár eftir, at tú
ert blivin frískur av nógvum sløgum
av krabbameini.
Ert tú persónliga trúgvandi og
virkin í einum trúarsamfelag, ella
venur tú til marathon ella ironman,
so fer ofta ómetaliga nógv tíð til
hetta. Ikki um at tala, um tú hevur
egna fyritøku ella ert bóndi – hevur
tú tá nakrantíð frí? – Og ongin sigur
nakað til, um ein stjóri í stórari,
privatari fyritøku tekur sæti á Tingi.
Vit kunnu blíva við: hugsið bara
um nýforelskað, fólk sum byggja hús,
ella fólk sum ikki fáa treytaleysan
stuðul heimanífrá til at arbeiða í
politikki. Skjótt kunnu vit sálda tey
flestu frá, ofta av fleiri orsøkum í
senn.
Men er tað besta valið veruliga at
velja fólk á ting, sum lívið ikki hevur
rørt við, sum ikki hava víst, at tey
hava nøkur áhugamál, ella sum ikki
hava víst, at tey tíma at arbeiða?
Eg haldi, vit skulu ansa væl eftir,
ikki at seta so høg krøv til tey, sum
skulu veljast í Løgtingið, at tey flestu
enda við at sýnast óskikkað til tað.
Sum veljari má eg hava frælsi at
velja júst tann, sum eg havi frægast
álit á, tí at viðkomandi hevur víst, at
hann brennir fyri nøkrum av teimum
viðurskiftunum, sum eg haldi vera
týdningarmikil.
Kemur so onki burtur úr í Ting
inum, so eru í mesta lagi 4 ár til næsta
val, og tá verður viðkomandi valla
valdur aftur. Tað er soleiðis, skipanin
er gjørd til at virka, ikki við at onkur
tekur sær rætt til at sálda valevni frá.
Vit síggja eisini dupult-størv á
øðrum økjum, ið minna um politikk.
Ikki minst nevndar- og styrislimir
ganga ofta aftur og aftur, sum
hermenninir hjá Tordenskjold gamla.
Eyðvitað kunnu nepotisma, vantandi
víðskygni, og tað at leypa um, har
garðurin er lægstur vera partar av
frágreiðingini, men góðar orsøkir
eru eisini til at velja fólk við samlíkum
royndum í enn ein ábyrgdarsess:
Leiðsla – eins og politikkur – er eitt
handverk, sum mestsum alt annað,
og hevur tú fyrst lært tað, kann tú
nýta mangt umaftur úr einum starvi
í annað, eins og tú lærir at lata vera
við at spilla tíð og orku til slíkt, sum
lítið hevur upp á seg. – Vilt tú hava
nakað framt, so »get a busy man«
søgdu eingilskmenn. Ikki av ongum.
Í Onglandi er tað annars eisini so,
at tað ber ikki til at vera stjórnarlimur,
uttan so at tú situr í tinginum eisini.
Og í flestu norðurlondunum kann
tingmaður velja, hvørt hann leggur
sessin frá sær, meðan hann situr í
stjórn. Tað er so sanniliga at røkja
tvinni almenn álitisstørv, ið hvørt í
sínum lagi krevja ómetaliga nógva
tíð; men brennir tú fyri nøkrum,
og vilt tú avrika nakað, so orkar tú
nógv, og tá raðfestir tú hetta framum
so nógv annað. – Hjá borgarstjórum
ber um nakað betur til at skipa sær
viðurskiftini, so tey kunnu røkja
annað afturat, tí kommunuskipanin
ger, at tú skalt velja varaborgarstjórar,
og stjórar ella leiðarar eru eisini
fyri ymisku rakstrarøkini í komm
ununum, serliga teimum størru.
Mær tykir tað ið hvussu so er
sera óheppið, um vit skuldu endað
við at broytt skipanina, so at tað er
ein fyrimunur at vera óroyndur í
politikki, tá tú fert uppí landspolitikk.
– Ella eru øvundsjúka og fordómar
veruligu orsøkirnar til, at so nógv
øsa seg upp um, at borgarstjórar
stilla upp? Tað kundi kanska sæð
so út, tá fólk í ramasta álvara gera
viðmerkingar um dupultu lønina,
sum borgarstjórar í hálvtíðarstarvi í
smáum kommunum fara at fáa, um
teir koma á ting.
Borgarstjórar á Ting?
Farnu dagarnar hava fleiri í fjølmiðlunum sett spurnartekin
við at borgarstjórar stilla upp og taka sæti á løgtingi.
Samfelagsfrøðiligar kanningar vísa annars, at hjá nógvum
– serliga kvinnum og øðrum samfelagsbólkum, ið gera
lutfalsliga alt ov lítið vart við seg í landspolitikki – hevur júst
kommunupolitikkurin ofta verið vegurin í landspolitikk.
TÍÐARGREIN
Mær tykir tað
ið hvussu so er
sera óheppið,
um vit skuldu
endað við at
broytt skipanina,
so at tað er ein
fyrimunur at
vera óroyndur
í politikki, tá tú
fert uppí lands
politikk«
Bergur Berg