Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2015 SOSIALURIN 92 21 LØGTINGSVAL 2015 Valgreinar Kristina Háfoss Løgtingskvinna og valevni fyri Tjóðveldi Í Føroyum er gott at búgva og vaksa upp – hjá teimum allar flestu. Her er tó nógv, ið vit eiga at gera bet­ur fyri okkara børn og fyri barnafamiljurnar. 1 ára barsil Verandi barsilsskipan skal betrast, soleiðis at møguligt verður, at vera heima hjá barn­ inum í 1 ár við løn. Hartil eigur skipanin eisini at gerast meira fleksibul, so foreldrini eisini fáa møguleikan, at samanseta barsilstíðina soleiðis sum tey sjálvi ynskja. T.d. 1½ ár við sam­svarandi niðursettum barsilsgjaldi. Fleiri leigubústaðir og fleiri grundstykkir Bústaðarútreiðslan er millum tær størstu í einum húsarhaldi, og neyðugt er, at munandi fleiri leigubústaðir verða tøkir til rímiligan kostnað, so øll kunnu fáa eitt heim uttan at skula seta seg í ovurstór lán. Hetta kann gerast í samstarvi við Bústaðir. Eisini hevði verið ynskiligt, at allar kommunur kundu bjóðað teimum, ið ynsktu at byggja egin hús, grundstykki til lágan kostnað. Hetta hevði lætt ómetaliga nógv um hjá familjunum, og hevði hildið kostnaðin á samlaðu húsabyggingini og á privatum grundstykkjum niðri. Hækka loftið fyri fríplássi Eiga at endurskoða – í samráð við kommunurnar, ið hava ábyrgd av økinum – inntøkuloftið fyri, nær tú fært frípláss í barnagørðum. Um inntøkuloftið varð hækkað, hevði hetta lætt munandi um hjá barnafamiljum við lægri inntøkum. Ongin skal liva í fátækradømi Staðfest er, at tað tíverri eru fleiri barnafamiljur, ið liva undir fá­tækramarkinum. Hetta er óneyðugt í einum av heimsins ríkastu londum – Føroyum. Skulu sum skjótast fáa dagført lóggávuna, soleiðis at familjur, ið hava tørv á eini hjálpandi hond fáa hesa. Barnagarðar og fólkaskúlin styrkjast og samskipast Týðandi partur av degnum hjá okk­ara børnum er í barna­ gørðum og í skúlanum. Sam­ stundis er stórt trýst á bæði barnagarðar og fólkaskúlan í hesum døgum. Neyðugt er at taka stig til, at betur sam­ skipan verður millum barna­ garðar og fólkaskúlan, ikki minst viðvíkjandi seinasta árinum, áðrenn barnið fer í skúla. Eisini eigur at tryggjast, at tað undir ongum umstøðum verða færri starvsfólk í mun til barnatalið, enn tað longu er, í barnagørðunum. Í fólkaskúlanum eru fleiri viðurskifti, ið kunnu betrast, eitt nú fleiri tímar til tey, ið hava serligar avbjóðingar, minni pappírsarbeiði til lærarar, og størri frælsi til lærarar og skúlaleiðslur at skipa arbeiðið úti í skúlunum. Fólkaskúlalógin eigur sum heild at verða endurskoðað. Børnini eru okkara framtíð Vit skulu geva okkara børnum og barnafamiljum so góðar møguleikar sum møguligt, at røkka teirra dreymum. Hartil vita vit eisini, at framtíðin hjá Føroyum í stóran mun er heft at, at børn, ung og barna­ familjur trívast í Før­oyum. Tí við verandi fólka­saman­ seting fara vit frá at vera 4 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, niður í 2 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist. Henda gongdin má og skal sjálvandi broytast, og hetta gera vit eitt nú við, at fáa enn fleiri ung og barnafamiljur, at velja Føroyar sum landið har tey vilja liva og virka – og við at skapa einar enn meira barnafamiljuvinarligar Føroyar. Barnafamiljuvinarligar Føroyar Ingolf S. Olsen løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi Eg væntaði, at tíð­in at útgreina mín­ ar hug­sanir um fram­tíð­ ina hjá før­ oysku fiskivinnuni fór at verða ríkilig hetta til valið um tríggjar vikur, men ein stutt hugleiðing um evnið í valgreinini ”Fiskimenn og løntakarar í fokus” hevur longu skapt slíka øsing millum ávísar búskaparfrøðingar á sosialu miðlunum, at tað helst er neyð­ugt beinanvegin at koma við einari lítlari útgreining. Ikki at eg tó á nakran hátt ætli at ganga frá tí, eg skrivaði um fiskivinnunýskipan í nevndu grein. Tað havi eg onga orsøk til. Stutt samanumtikið var boð­skap­urin hesin: Orðingin um ogn Føroya fólks í verandi lóg um vinnuligan fiskiskap verður tikin í álvara, so­leiðis at fiskirættindi undir ongum umstøðum framhaldandi verða latin útvaldum aktørum fyri onki; privatur handil við fiskirættindum skal steðgast í stundini; fiskivinnan skal vera lívfrøðiliga burðardygg. Og so skrivaði eg hetta: ”Spurningurin um, hvussu pengarnir verða tiknir inn, sum Føroya fólk skal hava fyri fiskirættindini, er ein tekn­iskur spurningur, sum tað kunnu vera ymsar meiningar um. Sjálvur ynski eg eina skip­an, har reiðaríini rinda ein høg­an tilfeingisrentuskatt. Til­feing­ is­rentan er tann óvanligi part­ urin av avlopinum, ið stavar frá einum rasktri, har at­gongdin til vinnuna er av­markað, eins og hon er í fiski­vinnuni.” Hugfrælsi Hesar mínar hugsanir hava í ólukku­mát loypt øði í ávísar bú­skaparfrøðingar. Onkrir teirra eru vorðnir so illir, at teir seta spurnar­tekin við, um eg yvirhøvur eigi at rúm­ ast í Tjóðveldi. Hetta tí eg ditti mær til at brúka mítt hugfrælsi at hugsa um nakað sum helst annað enn eina almenna uppboðssølu av fiskirættindum, soleiðis sum hon er orkestrerað av ein­ um úrvalsliði av búskapar­ frøðingum. Og so verður ein passasja um fiski­vinnunýskipan í stevnumiðum flok­sins endurgivin upp í saman. Eg skal eisini endurgeva hana her, so ongin er í iva: ”Farið verður frá politiskari út­luting av fiskirættindum, ið síðan verða keypt og seld á privata mark­n­aðinum, til eina almenna mark­naðar­ skip­an, har veiðirættindi, tvs. fiskidagar og kvotur, verða alment boðin út sum brúks­ loyvi í ávísa tíð á einum gjøg­ numskygdum marknaði.” Manifest ella karmur Um handan orðingin skal lesast sum eitt dogmatiskt politiskt manifest, ið sigur, at øll fiskivinnan, sum hon er, bara kann verða regulerað eftir einum leisti, nevniliga við sølu av rættindum til hægstbjóðandi, so er onki at kjakast um, tí tá er sjálv fiskivinnan ikki eitt politiskt evni longur, men bara eitt umsitingarmál. Eg ivist ikki í, at nógv eisini í bestu meining ynskja sær júst eina sovorðna skipan. Friður verið við tí, men eg trúgvi einfalt ikki uppá, at ein slík skipan fer at tryggja øll tey vælsignilsir, sum ídnastu tilhangararnir vænta sær av henni: at øll kunnu sleppa framat at fiska; hægsta marknaðarprís og samstundis trygd fyri, at fiskivinnan verður varð­veitt á føroyskum hondum; at hon verður nøkulunda javnbýtt geo­grafiskt; at veiðiførleikar verða varðveittir o. s. fr. Eg veit eisini, at sera nógvir tjóðveldisveljarar heldur ikki vilja hava eina so tronga tulking av stevnumiðunum. Og eg havi heldur ongantíð hoyrt nakran av oddvitum floksins agitera fyri, at tað ikki ber til at hugsa sjálvstøðugar tankar innan karmarnar, sum stevnumiðini seta. Heldur ikki, tá eg á røttum stað og í góðari tíð havi gjørt vart við míni sjónarmið – á landsfundinum hjá Tjóðveldi í 2014 og eyka lands­fund­inum seinni sama ár, tá stevnu­mið­ ini vórðu samtykt. Eg seti ongi ultimativ krøv, sum niður í smálutir fyri­skriva, hvussu ein fiski­ vinnunýskipan skal skrúvast sam­an. Tað er ein polit­iskur sam­ráð­ingar­spurningur. Júst tí skrivaði eg eisini, at til­feingis­ rentuskattur var eitt ynski – og sostatt ikki eitt krav. Eg vænti tó avgjørt, at onkur gløggur búskaparfrøðingur hevði sæð tað sum eina spennandi avbjóðing, um politiska skipanin bað hann koma við einum boði upp á, hvussu ein slíkur tilfeingisskattur kundi roknast út. Vissa um arbeiðspláss Undir øllum umstøðum má tað for sørin vera loyvt at hava eina rúgvu av hugsanum um okkara høvuðsvinnu uttan at verða skuldsettur fyri at vilja varðveita korruptar skipanir. Tað ber væl til at ímynda sær aðrar skipanir, eisini kombineraðar skipanir, ið ikki bara avreiða alla fiskivinnuna útilokandi til kapitalkreftirnar at stýra, uttan at hesar skipanir endiliga skulu vera korruptar. Havi forrestin ikki sæð nak­ að korrupsjónstrygg jað uppboðssølumodell enn. Eitt, sum eg leggi serligan dent á, er, umframt boðskapin, eg endurgav í byrjanini, at ein fiskivinnunýskipan eisini tekur atlit til arbeiðsplássini, fiskimenninar. Ein fiskimaður skal ikki liva í støðugari óvissu um, hvørt hann enn hevur sín skipskjans um eina viku, ein mánaða ella eitt ár, tí ongin veit, um skipið hevur kvotu ella fiskidagar til ta tíð. Og fiski­menninir skulu ikki á nakran hátt verða verða bland­aðir uppí umvegis av­ rokn­ingina, tá reiðaríir so ella so ogna sær fiskirættindi frá tí almenna. Um alt hetta er uppfylt, er tað líka mikið, hvussu skipanin eitur. Fiskivinnuhugsan elvdi til øsing Keypssamtøkan í Miðbýnum FK í Miðbýnum sóknast eftir Handils lærlingi at byrja skjótast gjørligt Krøv um útbúgving · FHS - 3 ára lærutíð · HH - 2 ára lærutíð · Student ella HF - 2 ár og 18 vikur Vit bjóða einum drongi ella einari gentu, við dirvi og áræði, eina út- búgving undir skipaðum viður skift um, í einum handli, sum lív er í. Arbeiðstíð: 40 tímar um vikuna, í hesum er triði hvør leygardagur. Nakrar ferðir í lærutíðini verður farið á skeið í Danmark. Okkara krøv: Tú skalt vera fyrikom andi, kundavinarlig/ur, røkin, hava góð sam- starvsevni og hava koyrikort til bil. Løn: Sambært S&K sáttmálanum. Aðrir upplýsingar fáast við at ringja til 660010 ella 228222 og spyrja eftir Boga Vík. Umsókn: Skrivlig umsókn, merkt Lærlingur, skal í seinasta lagi sunnu dagin 23. august, saman við próvtøkuskjali send ast til FK í Miðbýnum Att. Bogi Vík Dr. Jakobsensgøtu Postboks 349 FO-110 Tórshavn ella sum teldupostur til: bv@fk.fo