hósdagur 13. august 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2015
SOSIALURIN 92
22
Av hjarta takka vit øllum tykkum, sum vístu okkum
samkenslu og umsorgan, tá kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Anna Sofía Jacobsen
vanliga nevnd Annefía í Køkubúðini
andaðist.
Takk tit, sum hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Takk
fyri heilsanir, kransar og blómur. Takk tit, sum góvu City
Church eina peningagávu, og takk øll tit, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað her.
Familjunnar vegna
Óli, Jóna, Tina, Lív og Oddbjørg
NØVN
Føðingar
25. juli fingu Gunrið Christiansen og Jov Lindenskov Helgason, Rituvík,
tvíburar, dreingir. Annar var 49 cm langur og vigaði og 2795 gr, hin 50 cm
langur og vigaði og 3715 gr.
20. juli fingu Sólbjørg Fríða Luid og John Erik Mellemgaard Jacobsen,
Sandavági, ein son. Hann var 47 cm langur og vigaði 2575 gr.
8. juli bleiv Petur Kristian Berg stóribeiggi at hesum dreingja tvillingum.
Teir vigaðu 1884 gr og 2054 gr. og vóru 44 cm og 45 cm. Foreldur at hesum
tvillingum eru Anna og Frimodt Berg, Hvalba, Nes.
Tala til jarðarferðina
Nú vit eru samlaði við kistuna
hjá ommu, skal eg siga nøkur orð.
Men hvat skal man siga, um eina
tí vakrastu, vísastu og mætastu
kvinnu, eg havi kent? Og heldur løgið
kennist tað, at skulu siga farvæl við
hana fyri seinastu ferð dagin áðrenn
Ólavsøkuaftan. Tí á Ólavsøku minnist
eg serliga væl, heilt frá ungum árum
av, hvussu nógv omma stákaðist, fyri
at vit øll skuldu vera so fín á Ólavsøku.
Hon gekk sera høgt uppí, at føroysku
klæðini hjá okkum, sum hon bæði
hevði bundið og seymað, vóru bæði
pen og sótu væl. So tað kundi taka
nógvar tímar at fáa okkum allar, bæði
mostrar og systkinabørn, klárar til
Ólavsøkusetanina. Omma stóð altíð
so fitt í trappuni og heilsaði okkum
avstað við orðunum: »Jesu fylgi«, og
so runnu vit avstað oman í býin, og
omma varð eftir og hevði mat kláran,
tí familja, vinir og kenningar komu øll
á gátt til ein betri bita allar tímar á
degnum. Hetta eru tó nøkur ár síðan,
tí omma varð vorðin troytt. Hetta eru
tó góð minnir at hava við sær, nú vit
enn eina ferð fara at gera okkum klár
til Ólavsøku, men tó hesaferð uttan
ommu og uttan Køkubúðina.
Eitt sum serliga rennur mær í hug,
tá eg hugsi um ommu, er nøgdsemi.
Og í tí sambandi havi eg hug at lesa
nøkur vers úr Filippibrævinum.
Hetta vóru orð sum omma hevði
skilt og hevði tikið til sín. Vit lesa
her orð, sum Paulus hevur skrivað,
meðan hann sat í fongsli. Og hetta
hevur ikki verið nakað luksus fongsul
við brúsu, sofu, song, sjónvarpið ella
interneti. Nei, har hevur heilt víst
verið ordiliga skitið á gólvinum ella
einki gólv, harðar umstøður, næstan
eingin matur og allarhægst ein spann
á gólvinum. Rokni ikki við, at vit finna
nakað líknandi fongsul í okkara parti
av heiminum í dag. Men her lesa vit,
at Paulus skrivar i Filippibrævinum
kapitul 4. frá vers 10:
»Tað hevur verið mær stór gleði
í Harranum, at nú endiliga aftur
stendur so væl til hjá tykkum, at tit
hava fingið hugsað um hjálp til mín.
Ikki tí, tit hugsaðu um tað áður við,
men tykkum bar ikki til.
– Hetta sigi eg ikki av trongd; tí eg
havi lært at lata vera mær nóg mikið
– tað, sum eg havi. Eg dugi at vera í
smáum korum, og eg dugi eisini at
hava yvirflóð; við hvønn stand og øll
viðurskifti eri eg kunnigur, bæði at
vera mettur og at vera svangur, bæði
at hava yvirflóð og at líða trongd.
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger
meg sterkan.«
Paulus skrivar her, frá skitna
fongslinum, at hann hevur lært at
vera nøgdur óansæð umstøðurnar.
Um hann hevði lítið ella nógv, um
hann var mettur ella svangur, um
hann leið trongd ella ikki, so var hann
nøgdur.
Hetta var eisini nakað sum eyð
merkti ommu. Hon var nøgd við lívið.
Hon fann nøgdsemi í teimum smáu
tingunum í lívinum, eins og hon eisini
setti virði á tey stóru tingini í lívinum.
Hennara nøgdsemi lá millum annað
í, at maðurin hevði tað gott, at børn
hennara trivust og høvdu tað gott,
nøgdsemi í at bakaríið og húsarhaldið
koyrdi, sum tað skuldi, nøgdsemi í
at samkoman koyrdi og ikki minst,
nøgdsemi í at vísa gestablídni.
Eg havi ongantíð, og trúgvi heldur
ikki at nakar annar inni her hevur
nakrantíð, hoyrt ommu siga, at hon
var stressað. Tá eg hugsi um mátan,
vit liva í dag, trúgvi eg, at vit øll hava
nógv at læra frá tí generatiónini, sum
gongur undan okkum nú. Eg ivist ikki
eina løtu í, at arbeiðsvikan hjá ommu
var meira enn 40 tímar, og tá hevði
hon 5 børn at uppala, sum slett ikki
eru blivin so galin, og so hevði omma
eisini, so at siga, altíð sovandi gestir.
Hon hvíldi, tá hon hvíldi og ar
beiddi, tá hon arbeiddi og var til stað
ar í løtuni, har hon var, tí vit minnast
øll nærveruna av at vera í sama rúmi
sum hon. Og síðst, men ikki minst, so
hevði hon altíð Jesus við sær í øllum
Sunnudagin 16. august verður
Richard Schwartson í Havn 60 ár.
Hann er farmaseutur hjá Lands
apotekaranum og uppi í so mongum.
Richard er føddur og uppvaksin
í Klaksvík. Foreldrini vóru Noomi
(1930-2012) og Schwartz Jacobsen
(1926-2014). Hon var av Heygum í
Klaksvík, og hann úr Norðragøtu.
Noomi og Schwartz bygdu miðskeiðis
í fimmti árunum á Gerðareiði, har tey
búðu, inntil tey mitt í sjeyti árunum
fluttu til Norðragøtu at búgva.
Tey fingu tríggjar synir – Richard,
Amaliel, sum býr í Norðragøtu og
Súni, sum býr á Argjum.
Richard tók studentsprógv í
Hoydølum í 1975. Í 1984 leyk hann
prógv frá Farmaseutháskúlanum
í Keypmannahavn, og tá flutti
familjan til Havnar, har tey bygdu
húsini í Lambagerði, sum framvegis
eru karmur um gott familjulív og
hugnaligt heim við stórum gesta
blídni.
Fram til 1995 starvaðist Richard á
Tjaldurs Apoteki. Hetta heystið fluttu
tey til Onglands, og har búðu tey í
Kettering í Miðonglandi í knappliga
tvey ár. Richard arbeiddi sum farma
seutur samstundis, sum hann tók
master útbúgving í KT á lærdum há
skúla í Milton Keynes, nevndur De
Montfond Milton Keynes University.
Í 1998 og 1999 arbeiddi Richard
á Heilsumálaráðnum, og síðani
2000 hevur hann verið hjá Lands
apotekaranum, har hann er KT leiðari
og eitt nú hevur nógv samband við
alivinnuna.
Richard var í mong ár limur í
Vísinda siðsemisnevndini, hann
hevur verið limur í KT foruminum,
sum veitir vinnumálaráðnum ráð, og
hann er limur í Granskingarráðnum.
Richard hevur umsett Fyrstu
hjálpar handbókina og eina Smá
barnabíbliu, og hann stuðlar konuni
væl í bókahandlinum LOGOS í J.
Nolsøesgøtu, sum hon eigur og rekur.
Árini í Keypmannahavn var Ric
hard nógv í Kristnastovu, og síðani
tey fluttu til Havnar, hevur hann
havt sína dagligu gongd í Ebenezer,
har hann eitt nú hevur verið uppi í
barna- og ungdómsarbeiði. Richard er
væl belestur, og hann hevur serligan
áhuga fyri teimum fundamentalu
spurningunum, eitt nú um skapan
og menningarlæru. Fleiri ferðir
hevur hann luttikið í almenna orða
skiftinum um tílíkar spurningar.
Hugurin, viljin og evnini at vinna
nýggja vitan hava seinnu árini
havt við sær, at Richard í ísrelskum
fjarnámi hevur nomið sær kunnleika
í hebraiska málinum.
Í barna- og ungdómsárunum
hevði Richard góðan hug og gott
hegni til ítrótt. Hann spældi við KÍ,
og í 1975 var hann á landsliðnum, sum
spældi í Íslandi.
Í 1977 giftist Richard Onnu dóttir
Judith og Osvald Kjærbo í Havn.
Anna og Richard eiga tríggjar døtur
– Noomi fødd 1982, Judith fødd 1984
og Maria fødd 1988. Higartil eru fýra
barnabørn komin – tríggjar gentur
og ein drongur. Í 1978 fingu Anna
og Richard ein son, sum æt Osbjørn.
Hann livdi í trettan mánaðir, áðrenn
hann doyði av sjúku.
Hjartaliga til lukku á runda
føðingardegnum góði Richard og
takk fyri gott vinalag øll hesi árini!
Jóannes
Richard Schwartson 60 ár