hósdagur 13. august 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2015
SOSIALURIN 92
23
hjá ommu míni, Annefíu í Køkubúðini
tí, sum hon gjørdi. Og nøgdsemi lýsti
út av ommu, haldi enntá eg kann siga,
at hon ikki bara var nøgd við lívið,
hon var ordiliga væl nøgd.
Men omma var ikki bara nøgd her
í lívinum, hon var eisini umhugsin.
Og hennara umhugsni steðgaði ikki
við, at hon hugsaði, at tingini burdu
verið betri ella øðrvísi, nei omma
nýtti hvønn møguleika, hon fekk at
gera mun og hjálpa.
Vit lesa víðari í Fillippibrævinum,
at Paulus skrivar til Filippimenn, at
hann takkar fyri, at tey sóu neyð
hansara, og takkar fyri, at tey ikki
bert sóu neyð hansara, men at tey
tóku lut í trongd hansara, og hann
skrivar:
»Tó gjørdu tit væl í at taka lut í
trongd míni. Tað er ikki tað, at eg
trái eftir gávuni; nei, eg trái eftir
ávøkstinum, ið ríkliga kemur tykkum
til góða. Nú havi eg nóg mikið av
øllum og havi yvirflóð; mær trýtur
ikki, nú eg við Epafroditusi havi fingið
gávu tykkara - yndisligan anga, offur,
fagnað av Gudi og Honum til gleði.
Og Gud mín skal eftir ríkidømi Sínum
fylla alla trongd tykkara í dýrd í Kristi
Jesusi.«
Omma tók av teimum møguleik
um, sum vóru at hjálpa. Har sum hon
sá eina neyð, gjørdi hon alt hon kundi
fyri at hjálpa. Hon livdi tað hjarta út,
sum Gud hevði givið henni. Hon lat tað
ongantíð blíva hart. Hon var ein sterk
kvinna, og menniskju sum hon gera
heilt víst heimin til eitt betri stað. Lyfti,
sum Paulus her tosar um til gávumild
fólk, hevði omma tikið til sín. Hon var
ikki bangin fyri at geva og lyftið um,
at Guds ríkidømi skal fylla alt, sum vit
treingja til, bar hon við sær.
Eg veit ikki, hvussu nógv fólk
gjøgnum tíðirnar hava sagt við meg,
at tey minnast væl at hava verið
inni í Køkubúðini og antin fingið ein
drekkamunn ella ein góðan døgurða,
ella eina song, um tað skuldi manglað.
Og nøkur búðu har enntá í áravís. Eg
veit ikki, hvussu nógv okkara høvdu
gjørt tað í dag? Og ikki nokk við tí.
Tá omma ikki hýsti familju meira
og kømurini á loftinum stóðu tóm,
fann hon uppá ráð. Tá fór hon at
hýsa turistum. Og meira enn 60 ára
gomul fór hon á kvøldskúla at læra
seg enskt, so hon betri dugdi at tosa
við turistarnar.
Hon sá møguleikarnar í øllum tí,
sum hon gjørdi. Eg trúgvi, at hennara
egnu tørvir ofta eru komnir ógvuliga
niðarlaga í rekkjuni, og kortini var
hon altíð nøgd.
Har var eingin tørvur fyri at fara
í fitnesscenter 4 ferðir um vikuna,
fyri at fáa betri sjálvsálit. Nei, hon ar
beiddi hart hvønn dag, og eg minnist
ofta, hvussu abbi rósti henni og reyp
aði av, hvussu pen hon var. So ektaður
kærleiki teirra millum, sum als ikki
kann keypast fyri pengar.
Minnist ommu, hvussu hon altíð
hugdi við stjørnum í eygunum eftir
abba, og var bæði mild og góð við
børnini og okkum ommubørn.
Haldi eisini, at omma og abbi
hava verið ein framúr fyrimynd.
Alla mína tíð, hevur Køkubúðin
staðið sum ein stórur varði í Havn.
Kanska onkur heldur, at hatta stóra
húsið hinumegin vegin er bygt upp
av onkrum ríkmanni. Men tað sum
eg virkuliga beundri er, at tey bæði
byrjaðu frá botni av. Abbi kom sum
ungur drongur úr Gøtu til Havnar
at læra til bakara og omma kom
av Skála. Omma dugdi altíð væl at
rokna. Tá hon sum ung genta var
liðug í skúlanum, fór hon til Havn
ar at arbeiða, men skjótt vóru boð
send eftir henni aftur at koma inn á
bedingina á Skála at arbeiða á kon
tórinum. Tí leiðarin á bedingini hevði
spurt læraran, hvør næmingur hevði
duga best í rokning í skúlanum, og tá
var eingin ivi í, at tað var Anna Sofía.
Og tá var heldur eingin roknimaskina,
men tað arbeiðið gjørdi hon kortini til
lítar. Hon tjenti kr. 200 um mánaðin
og byrjaði skjótt at samla til eina
kúgv til mammu og pápa sín, so tey
kundu selja mjólk, tí pápi hennara var
komin til skaða og var blivin lamin.
Omma plagdi at siga, at hon mintist
fótafetini við gleði, tá hon gekk inn á
Skálabotn eftir kúnni, sum hon hevði
keypt til foreldrini.
Omma og abbi vóru sera góð, tað
er eingin ivi um tað. Men eitt, sum eg
haldi vera so flott við ommu, er, at
sjálvt um hon hevur verið praktisk
og hevur dugað væl við pengum, so
hevur hon ikki latið tað verið eina
forðing fyri manni sínum, sum var
ógvuliga visjonerur. Hann byrjaði
við einum lítlum húsi, sum tey saman
bygdu størri og størri. Tey hava
ikki sæð niður á ymisleikarnar hjá
hvørjum øðrum, ei heldur hava tey
sæð ymisleikarnar sum veikleikar.
Nei, tey funnu styrkina í, at tey
vóru so ymisk, og tað má ásannast,
at tað er heilt ótrúligt, hvussu nógv
tey hava fingið burturúr, við at satsa
uppá hvønn annan og styrkirnar hjá
hvørjum øðrum. Og ikki minst, so
settu tey álitið á Hann, sum gjørdi
alt møguligt.
Tey síðstu árini hevur omma verið
troytt. Hon hevði livað lívið fult út,
og tí var minni og minni um hana
tey síðstu árini. Men eitt sum serliga
kundi fáa hana upp í songina var, tá
langommubørnini komu at vitja. Hon
hevur altíð havt eitt serligt hjarta fyri
børnunum. Og í hesum sambandi
ynski eg serliga at takka mammu og
Jónu, sum hava havt ommu búgvandi
heima tey síðstu 3 árini. Takk fyri at
tit báðar og Óli, Tina og Oddbjørg
hava verið so væl um hana. Og tey
síðstu árini, tá hon ikki hevur megnað
at tikið sær av sær sjálvum, takk fyri
at tit so eymliga hava givið henni alt
tað henni hevur tørvað.
Men eg veit, at omma var mett
av lívinum her, og at henni longdist
meir og meir eftir at síggja teir tveir
størstu kærleikarnar, hon hevði í lívi
sínum.
Hon hevði sett sítt álit á Jesus og
hevði gjørt Hann til sín lívs vin. Hann
var grundin til alt tað, sum hon gjørdi
og livdi. Og nú hon møtir honum
trúgvi eg, at Hann hevur gjørt henni
eitt eyka flott hús klárt, sum hevur
bíðað eftir henni.
Og eg veit, at omma aftur hevur
fingið stjørnur í eyguni, nú hon sær
abba aftur, har hann stendur við
opnum ørmum og tekur ímóti henni,
Hann hevur bíðað í 19 ár eftir henni,
og nú klemmar hann henni væl
komnari.
Hvíl í friði góða omma og ærað
veri minnið um eina fantastiska
kvinnu.
Ann Gvøðny Dánialsdóttir
Hugleiðingar um ommu mína
Annefíu í Køkubúðini
Orð eru fátøk, tá tað snýr seg um
ommu mína. Eg vil við hesum tó
royna at geva eina mynd av henni.
Raskari og dugnaligari kvinnu enn
henni skal ein leita leingi eftir.
Omma hoyrdi til tey stillu í
landinum – hon var bara altíð har
– við tí góða – ein sera umhugsin og
klók kona. Hon elskaði at hjálpa og
læra frá sær.
Hon vaks upp í einum stórum
barnaflokki, sum taldi 8 í Nýggjagerði
á Skála, og var hon elsta gentan í
flokkinum. Har lærdi hon skjótt at
taka ein hond í, fyri at fáa húsarhaldið
at ganga so smidliga og væl, sum
møguligt.
Tað er áhugavert at lesa í bókini
»Breiðið krossins merki út«, sum Njál
Djurhus úr Frelsunarherinum hevur
skrivað, um hvussu stórt gestablídni
familjan Davidsen á Skála, Kristian og
Jensina høvdu.
Sitat úr Bókini: »Hjá teimum
var tað ein sjálvsøgd kristin skylda
at sýna øllum, ið umboðaðu Jesus
Kristus, gestablídni.«
At Omma hevur verði ein skilagóð
kvinna frá ungum árum av, sæst í
bókini »Breiðið krossins merki út.«
Har stendur nevniliga skrivað, at
Skála skipasmiðja bleiv seld í 1941 til
nýggjan eigara. Tann eigarin fór til
læraran í bygdini, og bað hann vísa
sær á eina dugnaliga gentu, sum kundi
átaka sær arbeiði á skrivstovuni.
Hennara arbeiði skuldi millum annað
fevna um at avgreiða lønarseðlar hjá
arbeiðsmonnum á Skipasmiðjuni.
Lærarin vísti á Annefíu, og sostatt
varð starvið hennara. Hetta má sigast
at hava verið eitt álitisstarv hjá einari
17 ára gamlari gentu.
Mær er sagt frá, at omma keypti
ein kúgv til foreldrini fyri fyrstu
lønina. Hetta hevur verið eitt gott
ískoyti, tí tað húsið, sum hevði kúgv,
var væl fyri og kundi lívbjarga sær við
mjólk og øðrum góðum.
Kunnleikin á kontórinum kom
væl við, tá omma saman við abba
mínum Andreasi í 1947 fór at hava
krambúð og bakarí, tí um abbi ikki
hevði havt ein so góðan fíggjarstjóra,
so hevði Køkubúðin ikki koyrt so
væl tey nærum 50 árini, sum hon nú
gjørdi. Abbi elskaði nevniliga at geva
og geva, og tá hevði hann tað best.
Og omma mín – ja hon var eisini sera
gávumild.
Hon tók altíð eina hond í, har sum
tað trongdi til, í húsarhaldinum, baka
rínum, í krambúðini og ikki minst í
Evangeliihúsinum.
Omma mín hevur millum annað
lært meg at spæla klaver, nærverandi
og hugagóð.
Komu vit við fiski, so gjørdi hon
knettir og frikadellur, vóru tað mínar
skræddu ketildraktir og troyggir, so
ornaði hon tað, ongar uppgávur vóru
ov stórar fyri hana.
Hon var eitt satt konubrot. Onki
var óført.
Gestablídni kom eisini at ser
merkja heimið í Køkubúðuni. Tað
hava øll tey, ikki 100 men fleiri 1000
fólk, sum hava verið har millum ár og
dag, fingið at sannað.
Sjálvur var eg so at siga hvønn dag
har. Og ikki var óvanligt, at vit vóru
eini 10 til 15 fólk til døgurða har, og
ikki bleiv sagt frá áðrenn, at vit komu,
so hvussu hon hevur kokkast, er mær
ein gáta, tí har var altíð nóg mikið til
øll.
Og sum Andrias abbi plagdi at siga
– hann elskaði at hava vitjan av fólki,
tí tá livdi hann mitt í verðini. Hann
var tað, man kallar fyri eitt selskaps
menniskja.
Heimið í Køkubúðini var eitt
Betania, har gestirnir kendu seg væl
at koma á gátt.
Tað er við sorgblídni, at eg skrivi
hetta, tí í 1996, tá Andreas abbi doyði,
var eg til skips, og høvi var ikki at
koma heim.
Og so nú mín elskaða omma er
flutt heim til Harran, nú eri aftur til
skips og fái ikki verið her í dag.
Soleiðis er nú sjómannslívið eina
ferð. Tí eri eg ómetaliga takksamur,
at vit hava havt tað sera gott saman,
ímeðan vit høvdu hvønn annan.
Tá eg fyri seinastu ferð segði
ommu farvæl, áðrenn eg fór til skips,
ynskti hon mær góðan túr. Og nú er
hon farin heim til Jesus, sum hon
elskaði yvir alt á jørð. Og ikki minst
at møta abba aftur – hann er nakað
glaður at síggja hana aftur eftir 19 ár.
Ja vit syrgja ikki sum tey, ið onga vón
eiga, nei vit møtast skjótt í himli.
At enda vil eg takka ommu fyri
tað brennandi vitni, sum hon og abbi
hava verið fyri Harrans verk, hesi
árini tey livdu. Og rørandi er at lesa
um ommu og Miu, systir hennara,
sum byrjaðu sunnudagsskúla á Skála
í mars mánaða 1944. Tá vóru 85 børn
innskrivaði tann fyrsta dagin, og tað
bara vaks. Tað má sigast at vera flott
klárað av teimum í eini so lítlari bygd
sum Skála.
Sum lítlasystirin Jóhanna skrivaði
so fitt í bókini »Breiðið krossins merki
út«, var tað so spennandi at koma í
sunnudagsskúla, at hon sum 7 ára
gomul var og vitjaði í grannabygdini
og fór einsamøll til gongu, inn á Skála
sunnudag, fyri at hoyra tann livandi
boðskapin, sum ger, at menniskjuni
kunna fáa frið við sín skapara
gjøgnum frelsuverkið á Golgata við
at taka í móti Jesusi. Sum Róm 10 vers
9-10 sigur.
Tí um tú við munninum játtar
Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum,
at Gud reisti Hann upp frá hinum
deyðu, so skalt tú verða frelstur.
Tí við hjartanum trýr ein – til
rættvísi; og við munninum játtar ein
– til frelsu.
Hvíl í friði elskaða omma, tú hevur
strítt hitt góða stríð.
Ja, sum eg byrjaði við, so eru orð
fátøk, tá tað kemur til tín elskaða
omma.
Vit síggjast skjótt har heima.
Ærað veri minnið um Annu Sofíu
Jacobsen
Niclas Thomsen