Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2015 SOSIALURIN 92 24 Óli Jacobsen JOHAN NORÐFOSS, 95 ÁR: HEVUR SVOMIÐ TIL ÍSLANDS OG (NÆSTAN) HEIM AFTUR Tann 17. august verður ein rættur havnarmaður, Johan Norðfoss, 95 ára gamal. Johan er kendur frá svimjihylinum og fyri at hava eitt framúr gott minni F yrstu ferð eg kom at hitta Johan var, tá ið eg í 2007 av Sosialinum varð bið­ in um at fara at práta við hann um svimjing. Eg gjørdist hugtikin av manninum og hansara vitan. Úrslitið gjørdist, at í 2008 vóru níggju Miðvikur í blaðnum við frásagnum hjá Johan og pápa hansara , Albert. Í longd svarar hetta til 18 partar av Siðsøguni í dag. Johan hevur eisini ofta verið góður at leita til, tá spurningar hava verið um fólk og viður­ skifti í gomlu Havnini. Nú Johan verður heili 95 ár komandi mána­ dag skal verða tikið eitt sindur aftur í hansara søgu. Svimjingin til Íslands Eftir at Johan var blivin pensioneraður, 70 ára gamal, fekk hann blóðpropp í beinið. Hann var so ringur, at hann fekk ikki gingið og sat í rullustóli. Afturat tí hevði hann nógva pínu. Tað vóru nógvir læknar, sum vóru um hann, men tað gjørdi tað sama. Eina ferð sigur Johan við Essa Arge, at nú fór hann niður at royna at fáa gjørt nakað við hetta. Nei, segði Essa, far tú og royn Elina Mørkøre. Hann so gjørdi. Elin fekk hann so til at royna ein nýggjan heilivág. Tríggjar vikur eftir var pínan burtur. Tað ráddi eisini um at røra seg, og her er einki betri enn svimjing. Í ár 2000, tá ið hann var 80 ára gamal, helt Johan, at tað kundi verið áhugavert at fáa stað­ fest, hvussu langt hann svam. Dagligi setningurin var 500 metur, og hvørja ferð, hann hevði svomið hesa longdina, setti hann ein kross í álmanakkan. Uppgerðin fyri árini aftaná vísir, at Johan hevði svomið frá 82 til 95 km árliga frá 2001 til 2007. Hetta gav tilsaman 556 km ella góðar 300 fjórðingar. Hann svam fýra dagar um vikuna í 11 mánaðir. Aldurin var farin at merkjast eitt lítið sindur. Fyrr brúkti Johan 25 minuttir um 500 metur. Í 2007 brúkti hann 30 minuttir. Tá ið Johan var upp á sítt besta nýtti hann 12-14 tøk fyri at svimja longdina á hylinum, 25 metur. Nú mátti hann nýta 22 tøk! Umframt svimji­ngina var hann eisini ein tíma í hita­ rúm­inum. Í 2007 hevði Johan svomið teinin til Íslands, so nú ráddi um at koma heim aftur! Hetta náddi hann næstan, tá ið hann var noyddur at gevast fyri nøkrum árum síðani. Tá restaðu bara 7 fjórðingar í Mýling! Hetta er í sær sjálv­ um eitt rættiligt bragd av einum manni í hans­ ara aldri! Hurðin mátti læsast tá dreingirnir vaskaðu upp Johan er rættur havnarmaður. Pápi hansara var Albert, sum var sonur Dánjal í Horni. Teir vóru sjey beiggjar og bert ein systir. Fleiri av beiggjunum, og serliga Bernhard og Albert, vóru sera húsligir. Teir kundu hjálpa mammuni Elspu bæði at vaska og rudda. Men tá hetta var »skomm« fyri ein drong, mátti eingin sleppa at síggja hetta í verki. Tí varð hurðin læst, áðrenn teir fóru til verka! Johan er uppkallaður eftir einum pápa­ beiggja, sum var í donsku marinuni, men sum doyði av sponsku sjúku í 1918, 27 ára gamal. Hann er jarð­að­ur í gamla kirkjugarði. Uppvaksin í Havn Johan giftist ungur við Helenu úr Kvívík. Tey búsettust undir Gráasteini á trøðni hjá teimum. Hetta hevur tá verið uttan fyri “allan lóg og rætt”. Fyrimunurin var, at tey búðu á trøðni, sum var ein partur av tilverugrundarlagnum. Tey høvdu kúgv, og her varð eisini hoyggjað, eisini beint fyri dyrnar. Johan var einans 26 ár, tá ið konan knapp­ liga doyði. Nøkur ár seinni giftist hann aftur við Emmy, sum er ættað av Toftum. Tey eiga synirnar Allan, Sigmund og Hellan. Sigldi undir krígnum Johan sigldi undir krígnum, og hesum hevur hann eisini dugað væl at greiða frá. Hetta er ein partur av hansara siglingarsøgu undir kríg­num: Eg kendi væl teir donsku sokallaðu »grønu bátarnar«, sum vóru kallaðir Mac Kensie, Iceland, Yukun, Immanuel, Annie og L.A. Mad­ sen, seinni kendur í Føroyum sum Árnanes, Iceland og England/Vestland. Ein dagin kemur Hanneboyggi, Johan Johansen av Skála, til mín og sigur: »Tú Johan, tú hevur verið í snurriváð«. Tað var Vestland, sum manglaði ein mann. Báturin var á veg til Íslands. Hetta vóru so fínir bátar, reinir og snøggir, ikki minst samanborið við føroysku sluppirnar. Teir vóru grønir og vakurt málaðir. So fór eg at hyggja at bátinum, og mær dámdi hann væl. Eg sá, at hann var undir enskum flaggi og merktur til London. Teirra samband við Danmark var eisini kvett. Tí máttu teir skifta flagg. Eg fór avstað við Vestland til Íslands 10. mai. Tá ið eg kom umborð á Vestland kendist hetta sum at koma umborð á eitt flott skip. Har var wc, sum var púra ókent við sluppunum. Har var eisini heitt vatn at vaska sær við. Tað var líka ókent. Den røde djævel Tá ið vit sigldu norður gjøgnum Vestmanna­ sund, spurdi eg eftir kenda skiparanum »den røde djævel«, Einar Thygesen. Hann var kall­ Siðsøga Johan starvaðist í svimjihylinum í 27 ár MYND: JENS KRISTIAN VANG Emmy og Johan