Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-13, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2015 SOSIALURIN 92 25 Føroya mynda­kalendari 2016 Komandi partur Í komandi parti verður greitt frá Jógvan F. Kjølbro í sambandi við, at 22. august kemur bók út um hann. aður so, tí hann var so reyður í andlitinum. Eg hevði hoyrt um hann, og at hann var mettur at vera ein av teimum bestu fiskiskiparunum hjá dønum. Eg visti, at hann hevði fingið ein nýggjan bát, sum kallaðist England. So spyrji eg ein av manningini: »Hvar er England?«. »Hetta er England,« sigur hann. Hann hevði skift navn til Vestland. »Hvar er so »den røde?«. »Tað er hann, sum stendur har í stýrihúsinum!« Eg var líka við at leypa á sjógv. Hann var kendur fyri at vera harður sum ber ólukkan. Hann var ein harður hálsur, men tað vísti seg, at hann var ikki brutalur við fólkið. Men hann kundi standa í minuttir og lesa eiðirnar fyri sær. Hetta virkaði sera ógvusligt. Eg føldi meg ikki væl at byrja við, men tað javnaði seg. Vit fingu nógvan fisk og fyltu bátin hvørja ferð. Tað varð eisini drivið á, nærum sama hvussu veðrið var. Tað var heldur eingin tíð at spilla. Fiskast kundi ikki longri enn 10 dagar. Tað var eisini skjótt, at vit fingu fult skip. »Røde« var ein rættiligur fiskimaður. Tá ið tíðin var farin fóru vit til Grimsby at landa. Stungu av frá bretskum herskipi Vit sluppu undan vandamiklum hendingum. Ein hending var tó minnilig. Tað var kolasvart at sigla. Alt var myrkalagt, og skipini skuldu heldur ikki hava so frægt sum lanternurnar tendraðar. Vit koma tøffandi niður móti Flemburgh head, beint áðrenn Humberánna, har teir stóru fiskivinnubýirnir Grimsby og Hull liggja. Beint, sum vit sigla, verður ein ljós­kastari settur á okkum. Hetta vísti seg at vera ein bretskur armeraður trolari. Tað var so myrkt, so vit sóu júst silhuettina av trolaranum. Vit fingu so boð um at leggja stilt. Vit sóu nærum einki, uttan at menn stóðu við maskinbyrsu. Skiparin skilti illa enskt. Hann fekk ikki rættuliga við, hvat hetta snúði seg um. Tað var eitt sindur av rulli, men hampiliga gott veður. Eina ferð letur i skiparanum: »Dette her gider jeg sgu ikke«. So fór hann inn í stýrhúsið og setti fulla ferð á. Tá hendi nakað! Vit høvdu ikki meira enn fingið ferð á bátin, tá kom trolarin uppá síðuna av okkum í fullari ferð. Vit sóu hann ikki, fyrr enn hann var beint við okkum. Teir blakaðu fleiri dregg inn á dekkið, og hálaðu okkum inn at síðuni á teimum. Teir góvu boð at steðga skipinum. Tá sá »reyði«, at hetta var álvari. Tað komu átta mans inn á dekkið við bajonett og allari útgerð. Vit fingu boð um at koma uppá dekkið og fingu bajonettir settar móti bringuni. Tá byrjaðu vit at síggja, at tað var kríggj! Bretarnir vildu sjálvsagt síggja øll pappír hjá skipinum. Vit søgdu sum var, at vit vóru eitt fiskiskip á veg úr Íslandi til markna. So komu teir umborð við jarnstongum, sum teir steytaðu niður í lastina at vita, um nakað illgrunasamt var at finna. Teir lýstu eftir nummarinum, og sóu, at tað stóð LO, fyri London, á bógnum. Eisini flaggaðu vit við einum bretskum vimpli á afturmastrini. Skiparin fekk at vita, at hann skuldu lystra ordrar eina aðru ferð! Skip søkt av minum Vit sluppu so leysir og hildu á at sigla. Tá ið vit komu niðan eftir Humberánni, sóu vit fleiri jarnskip, sum vóru søkt. Hetta var fyrstu ferð, at týskarar nýttu tær magnetisku minurnar. Tær vóru blakaðar á sjógv av flogførum, og »lupu á« tað, sum var av jarni. Minurnar vóru ikki størri enn fótbóltar. Eina ferð, eg seinni við Normanner hevði út­ kikk, taldi eg 17 ella 18 av hesum minunum. Men hesar minur gjørdu so ikki træskipum nakað. Men tað var nokk so skjótt, at bretar funnu útav at leggja ein antimagnetiskan kápul um jarnskipini, so hesin vandin kundi fyribyrgjast. Bretar løgdu eitt annað slag av minum, sum vóru nógv størri. Tær vóru ankraðar í minu­ beltum, sum skipini skuldu halda seg uttanfyri. Rendu tey kortini á eina slíka minu, kundi hon spreingja skipið í luftina, og tá var ofta ikki bøn hjá manningini. Tað vóru hesar minur, sum kostaðu føroyingum fleiri skip og mannalív. Bumbaðir í átta av 10 døgum Vit komu so inn til Grimsby og lógu í 10 dagar. Menninir vistu ikki, um teir skuldu fara avstað aftur. Hetta var fyrsti túrur, síðan hersetingina av Danmark. Teir høvdu einki samband heim til Danmarkar. Ei heldur høvdu teir nakað heim at vera í, og máttu búgva umborð. Vit fingu so boð frá umboðsmanninum, at vit skuldu vera umborð tann 10. dagin eina ávísa klokkutíð. Tá høvdu teir orðnað at taka ís og útgerð. Av hesum 10 døgum vit vóru inni, bumbaðu týskarar í átta dagar. 30 fólk vórðu dripin og 160 vóru særd. Teir bumbaðu eisini í Hull nærindis, og har varð munandi meira bumbað og fleiri fólk doyðu. Grimsby hevði verið bumbaður frammanundan eisini. Hetta sóu vit, tá ið vit fóru í land, og vit gingu framvið toftunum av bumbaðum bygningum. Eg minnist serliga eitt bumbuálop hesar dagarnar. Eg stóð í kapp­anum. Alt var myrkt. Mann slapp ikki í land. Meðan eg stóð í kappanum var eitt øgiligt brøl. Eg hekk í leysari luft í kappanum, tá tað brast. Eg mátti bara halda fast, tí beinini fóru undan mær, so stórt var lufttrýstið. Tað var eitt grúiligt sorl men ikki nógvur mannaskaði, sum vit frættu um. Nógvur skaði var hendur uttarlaga í dokkini. Soleiðis upplivdi eg kríggið frá byrjan av. Til Havnar at keypa breyð So fara vit avstað aftur. Tá fáa allir teir donsku bátarnir tey boð, at teir skuldu framyvir til Fleetwood á vesturstrond Bretlands at landa. Hetta var mett at vera minni vandafult, tí Fleet­ vood lá tað longri burtur frá vandaøki. Vit fóru so avstað aftur. Vit løgdu altíð inn á Havnina, tá leiðin gekk framvið til Íslands. Í Onglandi fekst bert luff, eitt slag av franskbreyði, men danir vildu hava »ordiligt« rugbreyð, sum tað fekst í Føroyum. Eg slapp tá heim nakrar tímar. Hetta hevði tó tann vansa, at eg fekk sjóverk, tá ið vit fóru avstað aftur. Virkin í arbeiðsmannafelag og kolasølu Johan hevur eisini verið virkin innan Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann var eisini eitt skifti formaður í felagnum. Johan var ein av teimum fáu sum var til arbeiðis undir stóra verk­fallinum í 1951. Hann koyrdi bilin hjá arbeiðs­mannafelagnum, sum m.a. koyrdi til Velba­staðar eftir mjólk til Hospitalið, sum ikki skuldi nervast av verkfallinum. Aftaná kríggið fór hann at arbeiðis á kola­ søluni hjá arbeiðsmannafelagnum. Kolið var koyrt við bili, men ofta vóru húsini so ófram­ komilig, at sekkir máttu berast á bakinum langan veg. Heldur var ikki lætt at koma fram til júst tann krókin í kjallaranum, har sekkurin skuldi tømast. Ofta skuldi eisini komast fram­ við goyggjandi hundum. »Men eitt var sera trist. Hetta vóru ringar tíðir, og ráðini vóru vánalig. Vit høvdu ofta krossfiskar. Hetta merkti, at sekkurin skuldi gjaldast, áðrenn hann varð stoyttur, tí viðkom­ andi var í eftirstøðu. Eg havi staðið í einum køki, har tey ikki kundu gjalda, og so avstað aftur við kolinum. Onkuntíð hava fólk sitið køld!« Tað skal verða ynskt Johan og hansara hjarta­liga tillukku við teimum 95 árunum. Tríggir formenn í Havnar Arbeiðsmannafelag. V.f. Martin Joensen, Carl Johansen og Johan Norðfoss. Bert Johan er á lívi So nógv er broytt í Havnini. Her sæst Johan saman við yngri systkjum, har tey búðu á Gripsvegnum. Stóra húsið aftast á myndini er Jarðarráðið í R.C. Effersøesgøtu 4 Johan og sonurin Hellan hava verið á floti og hava fingið hesar kalvarnar