týsdagur 27. juli 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 141 - 27. juli 2004
Nr. 141 - 27. juli 2004
7
Christian Olsen,
leiðari á Norðoya
Kunningarstovu
skilur ikki, hví tað
skuldi taka so drúgva
tíð at fáa loyst
trupulleikan við
Pizza Aage. Tíverri
má eg bara staðfesta,
at skaðin longu er
hendur, sigur
Christian Olsen
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tá leiðarin á Norðoya
Kunningarstovu fyrr í ár
frætti, at Pizza Aage ætlaði
at halda fram at nokta týsk-
arum og fraklendingum
mat í sínum nýggja starvi
sum kokkur á Napoli í
Klaksvík, bar hann skjótt
at. Christian Olsen tók fald-
arnar frá Pizza Napoli nið-
ur av hillunum, og síðani
hava teir ikki verið at sæð í
Norðoya Kunningarstovu.
Kundi havt forðað
tilburðinum
Sambært Christian Olsen
visti eigarin av Pizza
Napoli alt um, hvør Pizza
Aage var, og hvat hesin var
kendur fyri bæði í Danmark
og aðrastaðni, tá hann setti
nýggja kokkin í starv.
Christian minnr á, at eig-
arin hevur havt allar møgu-
leikar og góða tíð at forða
tí, sum hendi leygarkvøld-
ið, men gjørdi tað kortini
ikki. At atburðurin hjá
Pizza Aage skuldi ganga út
yvir gestir og starvsfólk,
áðrenn tann, sum veruliga
hevði ábyrgdina, traðkaði
til, var sambært Christian
bæði óneyðugt og púra
órímiligt.
Skaðin longu hendur
Eg eri sjálvsagt glaður um,
at Pizza Aage er farin aftur
til Danmarkar, men eg má
samstundis tíverri við-
ganga, at eg vænti, at skað-
in longu er hendur. Tað
skuldi ikki undra meg, um
hesi tíðindini verða at
frætta
aðrastaðni
líka
skjótt, sum hinar ferðirnar,
Pizza Aage hevur gjørt um
seg, sigur Christian Olsen,
sum nú fer at leggja fald-
arnar frá Pizza Napoli
framaftur.
Beint áðrenn blaðið fór
til prentingar frættist, at
tilburðurin á Napoli leygar-
kvøldið var ein av høvuðs-
søgunum í tíðindasending-
ini hjá DR í gjárkvøldið.
Føroyska umdømið
skemmað
Tað var ikki bara tolið
hjá Njal R. Petersen,
eigara av Pizzaria
Napoli, ið var uppi, tá
hann leygarkvøldið
gjørdi av, at siga Pizza
Aage úr starvi. Frá
fólki, ið var á mat-
stovuni, frætta vit, at
fleiri av gestunum
talaðu at, tá kokkurin
byrjaði at kalla tveir
týskar gestir ræðu-
skítar. Atburðurin hjá
Pizza Aage hevði
eisini við sær, at eitt
av starvsfólkunum
segði upp
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hendingin fór fram á Pizza
Napoli um 20 tíðina leygar-
kvøldið, tá tveir týskarar
komu inn og bíløgdu Pizza.
Tænarin, sum borðreiddi
fyri teimum legði til merk-
is, at gestirnir tosaðu enskt,
men gav sær ikki meir far
um tað. Hon og øll hini
starvsfólkini á Napoli hava
nevniliga støðugt noktað, at
verðið partur av partur av
stríðnum hjá kokkinum
móti týskarum og fraklend-
ingum, og hava altíð farið
líka við øllum gestunum,
sum eru komnir inn á mat-
stovuna.
Men leygarkvøldið fekk
Pizza Aage also illgruna, tí
tá enskttalandi gestirnir
fóru upp til barrina at
gjalda fyri matin, kom
kokkurin út at spyrja, hvað-
ani teir vóru frá. Uttan at
vita, hvat alt hetta snúði seg
um, greiddu tey frá, at tey
vóru týskarar. Hetta fekk
sjálvandi øði í kokkin, sum
gav sakleysu gestunum
eina politiska torutalu, har
hann millum annað kallaði
tey ræðuskítar og gjørdi
teimum greitt, at tey ikki
skuldu kom inn aftur á
Pizza Napoli.
Gestir talaðu at
Rætiliga fitt av fólki var á
matstovuni hetta kvøldið,
og kjakið uppi við barrina
fekk fleiri av hinum gestun-
um at reisa seg og tala at.
Onkur royndi at fáa Pizza
Aage at skilja, at soleiðis
kundi hann also ikki bera
seg at móti sakleysum
fólki, sum neyvan høvdu
nakra hóming av, hví tey
vóru orsøkin til, at kokkur-
in østi seg soleiðis. Men
hetta fekk ikki Pizza Aage
niður á jørðina aftur. Í stað-
in fingu øll boð um at fara
út, tí matstovan nú lukkaði,
hóast matstovan vanliga
ikki letur aftur fyrr enn
klokkan 22 leygarkvøld.
Segði upp
Tilburðrin leygarkvøldið
var, sum vera man, sera
ørkymlandi fyri øll, sum
inn vóru. Ikki minst, tá
Pizza Aage byrjaði at
skelda tænaran, sum hevði
borðreitt fyri týskarnum,
fyri ikki at hava spurt teir,
hvaðani teir vóru.
Sambært
tænaranum,
hevur starvsfólkið fleiri
ferðir gjørt Pizza Aage púra
greitt, at tey als ikki taka
undir við hansara sjónar-
miðum, og ikki undir nøkr-
um umstøðum vilja verða
partur av hansara framferð-
arhátti.
– Fyri okkum starvsfólk
var støðan sjálvandi ótrú-
liga pínlig, øll sum hon var.
Men tað, sum veruliga fekk
sinnið í meg, var, at Aage
bleiv við at endurtaka, at
»Vit« á Pizza Napoli ikki
gera mat til týskarar. Hetta
vildi eg ikki hava sitandi á
mær, sigur tænarin, sum
tískil ringdi til eigaran og
gav boð um, at hon ikki
kom aftur til arbeiðis, so
leingi Pizza Age var kokkur
á Pizzaria Napoli.
Pizza Aage uppsagdur:
Kallaði týskar gestir ræðuskítar
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri í Klaksvík,
heldur, at eigarin á Pizza
Napoli tók rætta avgerð
leygarkvøldið, tá hann
segði Pizza Aage úr
starvi.
Steinbjørn dugir ikki
rættiliga at síggja, hvat
býráðið kundi havt gjørt í
hesum máli, annað enn at
halda eitt vakið eyga við
tí, sum gekk fyri seg. Og
síðani næstseinasta til-
burð á Napoli, hava ongir
trupulleikar verið av
Pizza Aage. Ikki fyrr enn
leygarkvøldið.
– Sjálvandi kunnu vit
læra okkurt av hesum.
Men eg haldi ikki, vit
skulu byrja at áseta
strangar reglur út frá
einum einstøkum per-
sóni, sum í mínum eyg-
um tykist at hava ein sera
sjáldsaman atburð, sigur
Steinbjørn
Jacobsen,
sum annars fegin vil
koma við eini rættleiðing
til tað, sum Njal R. Peter-
sen segði í Útvarp Før-
oya í gjár um, at tað ikki
høvdu verið serliga nógv
ferðafólk í Norðoyggjum
í ár.
– Tað er ikki rætt. Vit
hava faktiskt havt óvan-
liga nógv ferðafólk í ár.
Men tey hava kanska
hildið seg burtur frá
Pizza
Napoli,
sigur
Steinbjørn Jacobsen.
Røtt avgerð
Føroya Fiskimanna-
felag hevur nú sent
eina undirbygging av
klaguni, sum send
varð til TV2 í seinastu
viku
KLAGA
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Innslagið, sum TV2 sendi í
farnu viku, um føroyskar
fiskimenn, fekk Føroya
Fiskimannafelag at ressast
úr stólinum.
Sjónvarpsrásin
vildi
nevniliga vera við, at før-
oyskir fiskimenn høvdu lív
og góðar dagar orsakað av
serligu skattaskipanini og
blokkinum. TV2 segði í
innslagnum, at føroyskir
fiskimenn høvdu eina árs-
inntøku
uppá
664.000
krónur eftir skatt.
Føroya Fiskimannafelag
vildi ikki hava slíkar pá-
standir hangandi í luftini,
sum sambært felagnum
ikki eru rættir. Og tí varð
ein klaga skrivað til donsku
sjónvarpsrásina, har Fiski-
mannafelagið klagar yvir
skeivu upplýsingarnar, ið
koma fram í innslagnum.
Klagan varð send 20. juli,
og hevur sjónvarpsrásin
síðani kravt at fáa undir-
bygt klaguna. Hetta hevur
Fiskimannafelagið gjørt, og
undirbygging av klaguni
varð send TV2 í gjár, mána-
dag.
Manipulerað
Fiskimannafelagið sigur í
undirbyggingini av klaguni
millum annað, at innslagið
hjá TV2 er bæði skeivt og
manipulerandi.
– Føroyskir fiskimenn
kenna seg sum syndabukk-
ar, sjálvt um tað eru teir,
sum standa fyri føroysku
útflutningsinntøkunum, og
tað er teirra úrslitum, vælf-
erðin í samfelagnum av-
hongur av, sigur Fiski-
mannafelagið við TV2.
Felagið sigur, at veruleik-
in fyri inntøkurnar hjá
fiskimonnum er ein heilt
annar, enn tað TV2 vil vera
við.
– Um vit taka teir ymsu
bólkarnar av »stórum bát-
um« í 2003, gevir hetta eina
ársløn uppá 440.000 krónur
áðrenn skatt. Um síðani
verður roknað við, eins og
TV2 hevur gjørt, einum
skattaprosenti á 35%, verð-
ur tað til 286.000 krónir
eftir skatt. Hetta skal sam-
anberast við tær 664.000
krónurnar hjá TV2, sigur
Fiskimannafelagið
við
sjónvarpsrásina.
– Um ein síðani tekur
miðaltalið fyri fleiri ár,
verður tað øðrvísi, men ikki
so nógv, at henda myndin
broytist.
7% nótaskip
Í bólkinum undir teimum
»stóru bátunum« eru eisini
nótaskip. Tey telja tilsam-
ans umleið 7% av hesum
bólki.
– Tey sjey prosentini fyri
tað besta árið nakrantíð
verða brúkt sum tøl fyri
miðallønina hjá føroyskum
fiskimonnunum. Lønin hjá
hinum prosentunum, har
inntøkan vanligt er helvtin
hjá nótaskipunum, verður
ikki brúkt, verður sagt.
Ábyrgdarhavandi fyri tíð-
indunum hevur sagt, at
uppgivnu tølini eru bert frá
nótaskipum.
– Men hon hevur ikki
hildið tað hava týdning, at
vísa á hetta. Tað kann skjótt
vera munurin millum sann-
leika og lygn, og soleiðis er
tað í hesum førinum, sigur
Fiskimannafelagið.
Nýggj hagtøl
Við Útvarpið segði TV2, at
tey høvdu fingið at vita frá
Fiskimannafelagnum,
at
tað vóru ikki nøkur endalig
hagtøl fyri inntøkurnar hjá
fiskimonnum í 2003, og
víst varð tí til heimasíðuna,
har tey nýggjastu tølini
stava frá 2001.
– Hetta er ikki satt, og tað
kann prógvast. Vit hava
ógvuliga væl dagførd hag-
tøl – tey bestu á økinum. Tí
kunnu vit longu við árslok
geva fyribils hagtøl fyri
árið, og endaligu hagtølini
eru klár longu eftir einum
mánaði.
Fiskimannafelagið vísir
eisini á, at heimasíðan hjá
felagnum bert er at finna á
føroyskum.
– Um eitt danskt tíðinda-
fólk kann dekka eina síðu
av einum máli við at koma
inn á eina heimasíðu, hvørs
mál viðkomandi ikki skilir,
má ein rokna við er ómøgu-
ligt.
Fiskimannafelagið endar
klaguna við at siga, at fel-
agið tekur málið í størsta
álvara. Tí er tað teirra krav
og væntan, at boðskapurin
innslagnum verður rættað-
ur, og víst verður til pressu-
etisku reglurnar.
Teir báðir norð-
menninir, Olav Lie
Gundersen og Tommy
Skeide, sum vóru á
veg til Føroya í ára-
bátinum »Barbaru«,
vendu leygardagin
aftur til Noregs og
hava avlýst ferðina
FØROYAFERÐ
Eirikur Lindenskov
Ætlanin hjá Olav Lie
Gundersen
og
Tommy
Skeide var, at teir skuldu
rógva á Havnina beint eftir
kappróðurin ólavsøkudag.
Leygardagin frættist av
feltinum, at teir vendu aftur
til Noregs. Teir vóru tá
staddir 180 fjórðingar úr
Føroyum á 63°N og 011°V.
Teimum vantaði vatn og
vindur øktist.
Teir høvdu tá verið um-
borð á danska trolaranum,
Gitte Henning, har fleiri
føroyingar eru við, og vask-
að sær og fingu eta og vatn.
Teir settu síðani segl og
hildu leiðina til Noregs -
men eitt norskt vaktarskip
fór út ímóti teimum og tók
teir við til lands seint leyg-
arkvøldið.
Føroya Fiskimannafelag:
Undirbyggja klaguna til TV2
Føroya størsta og feitasta
tónleikatiltak. Tað eydnaðist
saman við tykkum mongu, sum
leitaðu tykkum á G! Festival
seinasta vikuskiftið. Tykkum
takka vit stórliga og vónandi
síggjast vit aftur næsta ár
Tíðindaskriv
G! fyrireikararnir
Orðið takk er bert eitt orð, men við
størsta týdningi og allari rúmd í hjartan-
um, verður tað nýtt her.
Høvusðstuðlarnir Nordisk Kulturfond,
Götu
Kommuna,
Mentamálaráðið,
Konto In, Dimmalætting og Atlantic Air-
ways, takk fyri stuðulin vit ikki kundu
verið fyri uttan. Takk allir aðrir stuðlar,
tit vóru við til at gera hetta gjørligt.
Øll hjálparfólk, á ein ella annan hátt,
takk fyri. Vit vóna at tit eru eins errin og
glað sum vit. Tit eiga æruna fyri at hetta
kundi fremjast í verki.
Tøkk til Gøtufólk, at tit taka so væl
ímóti G!, øll tit, ið fluttu úr húsum tykk-
ara, til tess at gestandi tónleikarar kundu
kenna seg heima. Teir eru allir ovfarnir
av tykkara gestablídni.
Takk til løgregluna og samarittarnar
fyri gott arbeiði.
Øll, ið á ein ella annan hátt vóru við til
at skapa tiltakið og fáa tað av bakka-
stokki.
Takk til tónleikararnar, ið góvu áhoyr-
arunum so ríkar lötur.
Takk Gud fyri tónleikin, at tiltakið
spældi væl av og fyri gott veður.
G! Festival 2004
Olav og Tommy vendu aftur til Noregs
Føroyaferðin hjá Olav Lie Gundersen og Tommy Skeide endaði
einar 180 fjórðingar úr Føroyum
TV2 hevur nú fingið eina undirbygging av klaguni, sum Føroya Fiskimannafelag sendi til teirra
í seinastu viku
Óli Jacobsen, formaður í
Føroya Fiskimannafelag,
hevur nú skrivað eina
undirbygginav av klaguni,
felagið sendi til donsku
sjónvarpsrásina TV2 í
seinastu viku
C
M
Y
K
7
6