hósdagur 13. august 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2015
SOSIALURIN 92
30
ÍTRÓTTUR
Ikki við: Eli F. Nielsen(leikbann, 5
gul), Andrias H. Eriksen(leikbann,
5 gul), Hørður Askham(lærkrikin,
restina av árinum), Philip
Lund(baklær, 2-3 vikur)
Ivasamur: Jákup á
Borg(ryggurin)
Við aftur: Gestur B.
Dam(leikbann)
Ikki við: Andrew av Fløtum
(tjúkkin), Pál M. Joensen(knæið,
langtíðarskaddur), Arnbjørn T.
Hansen(knæið, restina av árinum)
Ivasamir: Christian R. Mourit
sen(liðband), Jóhan T. David
sen(lærkrikin)
Við aftur: Gunnar
Haraldsen(leikbann, 5 gul)
Ikki við: Sølvi
Vatnhamar(leikbann, 5 gul)
Ikki við: Pól Jóhannus
Justinussen (leikbann, 10
gul), Monrad Holm Jacobsen
(burturstaddur), Jónleif Højgaard
(fipurspreinging, 1 vika)
Ikki við: Rói Olsen (leikbann),
Jóhannes Hansen (tjúkkin)
Ivasamur: Arnar Dam (lærið)
Við aftur: Brian Olsen (eftir
leikbann)
JÓANNES HANSEN
M
ikukvøldið endaði tað
3-1 til heimaliðið, tá ið
Víkingur hevði vitjan
av NSÍ. Fyrr í summar
hevur Víkingur vunnið 5-1 í Sarpu
gerði og 4-2 í Runavík.
Sammett við undanfarnu ferð
irnar og sammett við dystirnar
síðani summarsteðgin hevði NSÍ
mannað seg av nýggjum: Royndu
Jónhard Frederiksberg og Christian
Høgni Jacobsen vóru í framrættaðu
ódnunum í borðunum, Pól Jóhannus
Justinussen var fluttur av sentralum
framrættaðum miðvallarplássi og
aftur á meiri verjukent sentralt
pláss, meðan Árni Frederiksberg var
fluttur úr borðinum og á framrættaða
sentrala miðvallarplássið.
Magnus H. Olsen, Hákun Ed
mundsson og Jann Martin Morten
sen, sum hava spælt nógv, komu
ikki á vøllin fyrrenn miðskeiðis í 2.
hálvleiki.
Royndin at hitta Víking við øðr
vísi konsepti enn fyrr í summar mis
eydnaðist undan steðginum, tá ið
væl uppløgdu víkingarnir vóru fult
og heilt omaná og skoraðu trý mál.
Harvið var spurningurin bara, hvussu
stórur heimasigurin fór at verða. Tað
endaði 3-1, tí toppskjúttin Klæmint A.
Olsen átta minuttir undan leikloki
pyntaði um.
Víkingur, sum tvey tey undan
farnu umførini hevði mist fýra stig
og harvið hevði mist nógv í FM
stríðnum, var væl upplagdur frá
fyrsta bríksli, og heimaliðið dugdi væl
at gera sær dælt av veikleikunum í
verjupartinum hjá NSÍ. Tølini siga,
at 33 mál eru farin ígjøgnum hjá NSÍ
ella fleiri enn hjá hinum fýra fremstu
liðunum, og tað var ikki sannførandi,
tá ið Víkingur við einfaldum og
longum sendingum spældi seg til
fleiri málmøguleikar.
Finnur Justinussen skoraði
beinanvegin, og eftir fleiri misnýttar
møguleikar var tað síðstu fimm
minuttirnar undan steðginum,
at Andreas Lava Olsen og Sølvi
Vatnhamar, sum hesaferð saman
við Hans Jørgeni Djurhuus var á
verjukendum sentralum miðvallar
plássi, øktu til 2-0 og 3-0.
– Hesin sigurin var týdningarmikil
fyri okkum. Bæði tí vit skulu hitta
NSÍ í steypafinaluni seinni í mán
aðinum, og tí úrslitið ber við sær, at
vit framvegis eru við í FM stríðnum.
B36 er favorittur, men vit hava
møguleikan ímóti teimum annan
sunnudag, og um tað tá eydnast
okkum at vinna, so verður munurin
bara eitt stig, og B36 hevur HB, TB
og AB eftir í Gundadali, og so skulu
favorittarnir eisini til Klaksvíkar og
Fuglafirðar. So vit halda okkum fram
vegis hava møguleika, sigur Víkinga
venjarin Sigfríður Clementsen.
Saman við Harry Knudsen var
Jens Martin Knudsen á NSÍ beink
inum, nú Trygvi Mortensen var í
karantenu:
– Vit roknaðu við, at teir fóru at
leggja ógvusliga fyri, og at tað fór at
bera við sær, at vit seinni fóru at hava
størri orku og harvið, at vit fóru at
hava tamarhald á spælinum, men
tað eydnaðist ikki, tí teir skoraðu trý
mál í 1. hálvleiki, og vit ikki skoraðu
tíðliga í 1. hálvleiki. Hugsanin var,
at Christian Høgni skuldi steðga
framrættaða Bárði Hansen, og at
Árni Frederiksberg skuldi bjóða
Atla Gregersen av í ein móti einum
støðum, men tað riggaði ikki, tí teir
pressaðu okkum so ógvuliga nógv. Vit
rokna framvegis við, at møguleiki er
fyri at røkka málið, sum var at betra
úrslitið í fjør, men møguleikin at
vinna FM er burtur, staðfesti Jens
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
VÍKINGUR
NSÍ
EB/STREYMUR
FÓTBÓLTUR Lyklauppgerðin verður annan sunnudag, tá ið B36 fær vitjan
av Víkingi, sum mikukvøldið sendi NSÍ burtur úr FM stríðnum
NÚ ERU BÆÐI
GULLDREYMUR
OG GULLDEYMUR
Í GUNDADALI
Upptakt til Effodeildina
Finnur Justinussen legði Víking á odda 1–0 tíðliga í fyrra hálvleiki