Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2015 SOSIALURIN 92 31 Martin Knudsen, sum ikki heldur, at úrslitið nýtist at bera við sær, at eingir møguleikar eru í steypafinaluni: – Tað var sera týdningarmikið, at avrikið í 2. hálvleiki var frægari, og at vit tá skoraðu. FC Suðuroy hevur knívin á barkanum NSÍ-FC SUÐUROY EILER RASMUSSEN Sunnudagin klokkan 15.00 Eftir tvey stór vónbrot á útivølli ímóti toppliðunum B36 og Víkingi eigur NSÍ heimavøll ímóti FC Suðuroy, sum hevur knívin á barkanum. Tað eru trý stig aftur til AB, sum eigur væl betri málmun enn FC Suðuroy. Í ódnarveðrinum ímóti TB á heima­vølli síðsta sunnudag misti FC Suðuroy tvey stig í evstu løtu. Tá vóru suðuroyingarnir – bæði teir í FC Suðuroy og TB – sera misnøgdir við, at dysturin varð spældur. – Vit hava ov ofta fingið mál ímóti okkum og harvið mist stig í síðstu løtu, og soleiðis var tað eisini sunnudagin, tá ið tað als ikki var spælandi, staðfestir FC Suðuroy formaðurin Julius Vest Joensen. Í fyrsta umfari – 1. mars – fór FC Suðuroy suður aftur við 6-1 tapi, eftir at hava vitjað NSÍ við Løkin. Tá var liðið illa fyrireikað, tí loyvini hjá útlendsku spælarunum vóru ikki komin upp á pláss. 17. mai vann NSÍ 3-1 á Vágseiði. FC Suðuroy hevur ikki vunnið stig í Runavík síðani 5. apríl í 2012, tá ið úrslitið var málleysur javnleikur. TB ikki vunnið í tveir mánaðir TB-KÍ KÁRI Á HØVDANUM Sunnudagin klokkan 15.00 TB fær sunnudagin vitjan av KÍ, sum fer suður við stórum sjálvsáliti eftir fagnaðin á Summarfestivalinum, tá ið tað loksins eydnaðist at vinna á heimavølli ímóti HB. 2-0 lýsir framvegis á støðutavluni á norðara enda á KÍ høllini! – Sigurin á HB var ógvuliga kær­ komin. Lagið er gott, og venjingarnar hava verið góðar í vikuni, og vit eru fokuseraðir á avbjóðingina ímóti TB. Fyrr í summar vunnu vit tepurt 1-0 ímóti teimum í Klaksvík. Í fyrsta umfari endaði tað 1-1 við Stórá. Tá var tað, at vit fram ímóti dystarenda sera óheppið mistu tvey stig, sum nú høvdu komið væl við, staðfestir KÍ miðvallarin Atli Danielsen. Nýggi miðvallarin venur við, men hósmorgunin vóru loyvini ikki komin upp á pláss. TB hevur ikki vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar. Síðsti sigurin var 27. juni (3-2 á heimavølli ímóti EB/ Streymi). – Avrikið í 2-2 dystinum í Vági var so ávirkað av veðrinum, at tað ikki kann nýtast sum grundarlag fyri nakrari meting. Avbjóðingin hjá okkum er serliga at fáa nýggju menn­inar spældar inn á liðið. Tað arbeiða vit nógv við, og vit vóna, at tað fer at síggjast sunnudagin, at tað er eydnast, sigur TB venjarin Páll Guðlaugsson. FC Suðuroy hevur knívin á barkanum HB-AB PETUR REINERT Sunnudagin klokkan 15.00 Tað er nógv, sum vendir øðrvísi nú, enn tað gjørdi 17. mai, tá ið HB vann 1-0 á Argjum. Tá ið AB sunnudagin fer at vitja HB, hava bæði liðini nýggjan venjara. Fyrr í summar tók gamli meistaravenjarin Sámal Erik Hentze við á Argjum, og sunnudagin fara Milan Cimburovic og Jan C. Dam fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina í HB. – Liðið og spælararnir hava ikki avrikað á tí støðinum, sum teir eiga at megna. Tí er stóra avbjóðingin hjá okkum at leggja soleiðis til rættis, at sjálvsálitið verður størri, sigur Milan Cimburovic, sum skal fáa HB aftur á sigurskós, eftir at samlaða úrtøkan seinastu fýra ferðirnar hevur verið tvey stig! – Talvan sigur, at tað er vón fyri stavn á Argjum, eftir at AB fyrr í summar var seks stig frá bjargingini. Tá ið AB í fyrsta umfari vitjaði HB, var úrslitið 2-2. Síðani tá hava broyt­ ingarnar verið stórar. Umframt at venjarin er skiftur úr, so vóru bara fimm spælarar á liðnum bæði í fyrsta umfari og sunnudagin á heimavølli ímóti Víkingi, tá ið úrslitið var mál­ leysur javnleikur. Toppur og botnur við Margáir EB/STREYMUR-B36Y PÁLL AUGUSTINUSSEN Sunnudagin klokkan 15.00 Ástøðiliga er møguleiki framvegis fyri, at EB/Streymur eisini í 2016 skal spæla í bestu deildini. Í veruleikanum er liðið úr Sundalagnum fokið, og tað verður mest óvæntaða úrslitið higartil í ár, um tað fer at eydnast at vinna stig ímóti meistarunum og oddaliðnum B36. – Vit koyra á undir venjing. Hóast tað sær torført út, so hava vit ikki mist mótið, sigur Jan á Høgaryggi. EB/Streymur hevur bara vunnið eitt stig – 4-4 ímóti KÍ – síðani 2-1 sig­ urin á Argjum 10. mai. Í B36 er lagið gott eftir trivaliga heimasigurin á NSÍ: – Vit hava avbjóðingar, tí fleiri spælarar ikki eru tøkir. Í sigrinum á NSÍ sást, hvussu týdningarmikið tað er, at Alex Mellemgaard og Jónas þór Næs nú eru tøkir aftur, staðfestir B36 venjarin Eyðun Klakstein, sum mikukvøldið var millum áskoð­ ararnar í Gøtu, har Víkingur og NSÍ spældu, og sum roknar við, at spælararnir vera fult og heilt foku­ seraðir við Margáir sunnudagin. Grannastríð í Sarpugerði VÍKINGUR-ÍF GESTADÓMARI Sunnudagin klokkan 15.00 Tað er einki sum eitur hjá Víkingi. Um hugsningur skal vera um at vinna FM, so er neyðugt at vinna fulla úrtøku hvørja ferð. Ímóti grannunum í Fuglafirði gongur tað ikki altíð eftir vild hjá heimaliðnum. Síðsta dømi um hetta var í fyrsta umfarið, tá ið úrslitið í Sarpugerði var 2-2. Hjá fuglfirðingum kom tað væl við at vinna fulla úrtøku ímóti EB/ Streymi: – Eftir tvey fýra mála tap var tað kærkomið at vinna 4-1 ímóti EB/ Streymi. Eina løtu gjørdu vit tað vandamikið fyri okkum sjálvar, tí EB/Streymur hevði møguleikar at javna, áðrenn tað glapp hjá okkum. Nú ræður um at fokusera á dystin í Gøtu. Í løtuni hugsa vit ikki um pláss í europeiskum fótbólti, men heldur um at syrgja fyri støðugari avrikum og úrtøku, sigur ÍF miðvallarin Karl Løkin. Ikki við: Henry Heinesen (leikbann, 5 gul), Páll A Klettskarð(fóturin, langtíðarskaddur) Ivasamur: Kenan Hajdarevic (Ikki vant í vikur) Ikki við: Bartal Eliasen (fóturin) Ikki við: Heðin Stenberg (burtur­ staddur), Álvur F. Christian­sen (burturstaddur) Ivasamur: Sorin Anghel (heilaskjálvti) Ikki við: Heini Mikal Mortensen (langtíðarskaði), Martin Tausen (leikbann, 5 gul) Ikki við: Jón Krosslá Poulsen (leikbann, reytt kort), Høgni Madsen(leikbann, 8 gul) Við aftur: Christian Ibeagha (leikbann) KÍ ÍF AB TB FC SUÐUROY Effodeildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG Tað fullu 7 gul kort í dystinum. Fleiri av teimum komu eftir at ilt kom millum spælarar móti endanum á dystinum WWW.FAROESOCCER.COM Víkingur-NSÍ 3-1 (3-0) 1-0: Finnur Justinussen 3. 2-0: Andreas Lava Olsen 40. 3-0: Sølvi Vatnhamar 44. 3-1: Klæmint A. Olsen 82. Dómari: Alex Troleis Framskundaður dystur frá 27. august (23. umfar) Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen ■, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar ■, Hans Jørgen Djurhuus – Andreas Lava Olsen (Súni Olsen, 66. ■), Heðin Hansen (Gert Hansen, 73.), Philip Djordjevic (Gunnar Vatnhamar, 80. ■) – Finnur Justinussen NSÍ: Andras Gango – Johan Jacobsen, Per Langgaard, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Haraldur R. Højgaard ■ (Magnus H. Olsen, 69.), Pól Jóhannus Justinussen ■ – Jónhard Frederiksberg (Jann Martin Mortensen, 69.), Árni Frederiksberg ■, Christian Høgni Jacobsen (Hákun Edmundsson, 60.) – Klæmint A. Olsen