mánadagur 17. august 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. august 2015 · Nr. 93
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit mugu saman
finna loysnirnar
Tjóðveldi
Flokkurin er á summum økjum konkretur í valskránni og vil fremja broytignar, sum eisini kosta
Árni Gregersen
Tjóðveldi hevur fimm meira
ella minni konkretar súlur,
sum einar sjálvstøðugar og
rættvísar Føroyar eiga at
byggja á.
Tann fyrsta snýr seg um,
at vit skulu hava føroyskar
loysnir á øllum málum, so
loysnirnar vit brúka ikki bert
eru eftirgerð av loysnum
hjá øðrum – ella beinleiðis
danskar loysnir.
Flokkurin heldur, at í ein
um samfelag við einanas
50.000 fólkum ber til at gera
einfaldar og meira effektivar
loysnir, sum gera gerandis
dagin bæði hjá borgarum og
vinnuni lættari.
Almenna fyrisitingin verð
ur beinleiðis nevnd. Hon
eigur at gerast betur egnað
til føroysk viðurskifti. Allar
samfelagsnýskipanir og lóg
gáva skal gerast við støði í
føroyska veruleikanum – og
ikki eftir veruleikanum hjá
onkrum øðrum.
Ríkidømi til øll
Tjóðveldi vil minka um vaks
andi stættarmunin í Før
oyum. Flokkurin heldur, at
tess minni stættarmunurin
er, tess sterkari gerst før
oyska samfelagið og tí verð
ur arbeitt fyri at fyribyrgja
sosialum ójavnum.
Flokkurin vil geera tað
soleiðis, at tilber at liva í
Føroyum av einari vanligari
løn fyri vanligt arbeiði. Tí vil
Tjóðveldi at ein skattalætti
verður veittur meðal- og
láginntøkunum. Hetta skal
gerast í samstarvi við kom
munurnar.
Vinnulívið skal styrkjast
og nýskipan av fiskivinnuni
gerast.
Flokkurin hekldur fast
um, at fiskatilfeingið er ogn
Føroya fólks. Rættindi og
loyvir eiga ikki at kunna selj
ast og keypast av privatum,
men skulu fella aftur til
landið, verða tey ikki brúkt.
Flokkurin vil eisini hava,
at allur fiskur kemur uppá
land í Føroyum. Tað fer at
skapa virðisøking og fáa
fleiri hendur til arbeiðis á
landi.
Á matøkinum vil flokk
urin, at Føroyar skulu gerast
meira sjálvberandi. Til dømis
skulu vit framleiða egnar
mjólkaúrdráttir og egið grøn
meti.
Tað krevur sjálvandi at vit
hava eina nútímans jarðar
lóggávu við greiðum visjón
um fyri landbúnaðin, men
tað er flokkurin eisini sinn
aður at gera.
Heilsuverkið
Eitt vælvirkandi heilsuverk
er ein fortreyt fyri, at fólk
trívast í Føroyum. Tí skal
ein heildarætlan gerqst fyri
heilsuverkið, sum tryggjar
øllum føroyingum eina góða
og
trygga
heilsutænastu
á sama støði, sum hon er í
hinum norðurlondunum.
Flokkurin sigur eisini, at
so at siga allar útbúgvingar
í Føroyum eiga at styrkjast,
umframt at fleiri nýggjar
eiga at koma afturat.
Tjóðveldi sigur, at tað er
avgerandi, at tað er liviligt
allastaðni í Føroyum.
Flokkurin heldur, at fjøl
broytni í Føroyum hongur
saman við,a t vit búgva kring
alt landið.
Tí er neyðugt við stórum
íløgum, so vit framvegis
kunnu búgva sum vit gera.
Samferðslukervið skal út
byggjast við vegum, tunlum
og ferjum og tað skal kosta
tað sama at sigla, sum tað
kostar
at
koyra
millum
bygdir.
Í valskránni hjá Tjóðveldi
verður sagt, at skal tað
eydnast at fáa alt hetta at
rigga, so skulu vit saman
loysa teir trupulleikar sum
eru.
Nýggj fólk í tingbólkin hjá Tjóðveldi
Seks fólk hava mannað ting
bólkin hjá Tjóðveldi síðani
valið 2011.
Tey eru:
Høgni Hoydal, 1054 atk.
Kristina Háfoss, 451 atk.
Bjørt Samuelsen, 365 atk.
Gunnvør Balle, 358 atk.
Páll á Reynatúgvu, 332 atk.
Sirið Stenberg, 319 atk.
Øll stilla upp til komandi
val uttan Gunnvør Balle,
sum hevur boðað frá, at hon
stillar ikki uppaftur.
Heldur veljarakanningin,
so eru tvey pláss hjá valevn
unum at berjast um, ganga
vit út frá, at tey fimm sum sit
á tingi, verða afturvfald.
Nýggj á listanum er Kat
rin Kallsberg. Hon hevur
helst ein góðan møguleika at
vinna seg upp á listan, men
Eisini Anita á Fríðriksmørk
hevur møguleikan.
Magni Arge, sum hevur
tikið sæti á Fólkatingi fyri
Høgna Hoydal, er eisini á
listanum og eftir fólkatings
valinum at døma, hevur
hann ein góðan møguleika at
verða valdur.
Eisini Anita á Fríðriks
mørk er við í kappingini.
Við seinasta løgtingsval
fekk hon 270 atkvøður og á
fólkatingsvalinum
herfyri
fekk hon 520 atkvøður.
Flokkurin hevur eisini
stilla borgarstjórarnar á Eiði,
í Fuglafirði og í Eysturkom
munu upop hesaferð.
Spurningurin er fyrst og
fremst fyri Tjóðveldi um tað
fer at eydnast flokkinum
aftur at fáa umboðan í Eyst
uroynni og í Norðoyggjum
Her eru tey, sum Tjóðveldi stillar upp til 1. september
Gunnvør Balle stillar
ikki uppaftur