mánadagur 17. august 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. august 2015 · Nr. 93
Loysingarkósin er sett í
valskránni hjá Tjóðveldi
Longu næsta heyst er ætlanin at hava eina fólkaatkvøðu um føroysku grundlógina
Árni Gregersen
Fýra stig og fimm mál eru
berandi í valskránni, sum
Tjóðveldi hevur almanna
kunngjørt.
Hesi fýra stigini og fimm
málini skulu loysast saman
við restini av politisku skip
anini og føroyska fólkinum,
sigur Tjóðveldi.
– Politiskt praktiskt hal
da vit, at tað er eitt gott
hugskot, at vit skifta system í
Føroyum og lat onnur sleppa
framat, sigur Høgni Hoydal,
formaður í Tjóðveldi.
– Sum støðan er, so halda
vit tað er skilagott at gera
eina samgongu av teimum
trimum
flokkunum,
sum
hava mannað andstøðuna í
seinastuni: Javnaðarflokki
num, Framsókn og Tjóðveldi,
leggur hann afturat.
Ein
føroysk
grundlóg
stendur ovast á skránni í
valskránni hjá flokkinum.
Flokkurin heldur, at tað
ognantíð áður hevur verið so
neyðugt at samtykkja eina
grundlóg, har sjálvsavgerðar
rætturin hjá føroysku tjóðini
verður niðurfeldur.
Flokkurin vísir á, at í Dan
mark hendir tað, at alt meira
vald verður latið til ES og tí
er neyðugt at vit sjálvi sam
tykkja, at onki vald verður
latið úr Føroyum, uttan so at
Føroya fólk hevur samtykt
tað.
Stigini
Fýra stig hevur flokkurin
sett í valskránna. Fyrst og
fremst vil flokkurin endur
reisa álitið á føroysku pol
itisku skipanina.
– Politiska skipanin skal
verja tær grundleggjandi súl
urnar í samfelagnum, heldur
enn at niðurlaga tær, sigur
flokkurin.
Flokkurin heldur, at vit
frameftir eiga at tryggja øll
um føroyingum javnbjóðis
kor á øllum økjum, heldur
enn at geva summum ser
ligar fyrimunir.
Meira konkret verður flat
skatturin nevndur. Har sigur
flokkurin, at ein skattalætti
eisini eigur at koma meðal-
og láginntøkunum til góð
ar, so flokkurin vil gera
broytingar í skattaskipanini.
Nýskipan av fiskivinnuni
verður eisini nevnd, men har
verður onki sagt beinleiðis
um, hvussu hon skal skipast
– annað enn at ogn Føroya
fólks skal koma fólkinum til
góðar. Men atkomiligheitin
skal gerast betri hjá øllum og
loyvini skulu ikki bert latast
teimum fáu at fiska.
Hann verður ikki nevnd
ur, men tað er helst Lands
bankan hugsað verður um, tá
ið sagt verður at grund
leggjandi stovnar, sum virka
sum mótvekt til politisku
skipanina, eiga at verða
endurreistir.
Grunn til pengar
Búskapargrunnur Føroya er
aftur á skránni. Talan er um
ein grunn, har peningur skal
setast í, so hann kann verja
landið móti búskaparligum
sveiggjum uttaneftir.
Grunnurin skal tó gerast
so sterkur, at tá ið føroyignar
sleppa av við danska blokkin,
so kann búskpargrunnurin
taka yvir.
Treytin fyri hesum grunni
er tó, at vit hava ein sunnan
búskaparpolitikk har javn
vág fæst á fíggjarlógini og
tamarhalda á landskassa
skuldini, eins og føroyska
útflutningsvirðið skal vaksa.
Tjóðveldi sigur, at fæið í
grunninum skal byggjast
upp so hvør sum blokk
stuðulin verður niðurlagað
ur.
Tjóðveldi
ætlar
eisini
beinanvegin at gera klárt til
at yvirtaka øll mál, sum enn
eru á donskum hondum, so
fólkaatkvøða kann haldast
um at gera Føroyar til sjálv
støðugt land.
Fólkaatkvøða skal vera
um føroyska grundlóg næsta
heyst.
Føroyska fólkið skal eiga
seinasta og avgerandi orðið í
málinum um loysing.
Samgongu hóast ymiskar hugsjónir
Okkum tørvar eitt politiskt systemskifti, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi
Andstøðan í Løgtinginum,
sum nú er farið til hús, stend
ur til at fáa meirluta eftir
løgtingsvalið 1. september.
Teir tríggir flokkarnir,
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi
og Framsókn, standa sam
bært seinastu veljarakann
ingini til at fáa 19 av 33 ting
limum.
– Eg haldi sjálvur at tað
er upplagt, at hesir tríggir
flokkar gerea eina samgongu,
so vit fáa systemskifti í
føroyskum politikki, sigur
Høgni Hoydal, formaður í
Tjóðveldi.
Flokkarnir hava í einum
stórum parti av valskeiðnum
arbeitt væl saman sum and
støða. Javnaðarflokkurin og
Tjóðveldi eru vinstrahallir,
sosialistiskir flokkar, meðan
Framsókn er ein liberalur,
borgarligur sosialur flokkur.
Hinvegin eru Tjóðveldi og
Framsókn sjálvstýrisflokkar,
meðan
Javnaðarflokkurin
klárt hevur boðað frá, at
hann er samríkisflokkur.
Hóast hendan ideologiska
munin á flokkunum, so hevur
tað eydnast flokkunum í
gerandispolitikki at arbeitt
saman.
– Og tað haldi eg eisini, at
vit kunnu gera eftir eitt val,
sigur Høgni Hoydal
Hvør vinnur?
Seinasta
veljarakanningin
sigur, at Javnaðarflokkurin
fær átta tinglimir, Tjóðveldi
sjey og Framsókn fýra.
Kanningin var gjørd áðr
enn valstríðið av álvara var
byrjað, so tað er sjálvandi
ivasamt um hendan veljara
kanningin heldur.
Broytist úrslitið munandi
valkvøldið, so kann støðan
gerast ein heilt onnur, men
tað liggur fast, at sjáldan
hava flokkarnir havt so
stóra tráðan eftir at sleppa í
samgongu sum nú.
Tingarbeiðið er vorðið
soleiðis, at samgongan í stór
an mun tekur allar avgerðir
og uppskot frá andstøðuni
verða neyvan tikin fyri fult.
Tí er tað ein oyðimaarkar
gongd hjá tingfólkum at siga
í andstøðuni.
– Eg haldi tað er umráð
andi, at vit fáa skil uppá
skipanina
aftur
og
fáa
hana at virka. Eitt politiskt
systemskifti er tað, sum
vit hava tørv á, sigur Høgni
Hoydal.
Magni Arge skrivar undir, at hann er valevni floksins
Høgni Hoydal, formaður, Tjóðveldi