mánadagur 17. august 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. august 2015 · Nr. 93
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Etisku virðini frems
Miðflokkurin fer til val við lyftinum at verða tað trygga alternativið hjá ófødda barninum,
familjuni og samfelagnum. Lagaligur skatta- og avgjaldspolitikkur og startpakkar til tey, ið vilja
setast niður og stovna familju í Føroyum eru konkret vallyfti. – Men høvuðsavbjóðingin er at
steðga øllum royndum at bjóða skaparanum av í løgtingsarbeiðinum, sigur Jenis av Rana
Rógvi Nybo
Miðflokkurin er klárur til
enn eitt løgtingsval. Mið
flokkurin hevur í fleiri um
førum verið tann flokkurin,
sum fær politisku kabalina
at ganga upp, tá samgonga
skal skipast. Í seinna sjálvs
stýrislandsstýrinum frá 2002
-2003 gjørdist Miðflokkurin
lykilin til meirilutan. Í 2008
sat Miðflokkurin eisini við
buktini og báðum endunum,
tá CHE-samgongan saman
við Javnaðarflokkinum og
Tjóðveldi varð skipað. Og tá
núverandi samgonga varð
skipað í 2011, saman við
Sjálvstýrisflokkinum,
sum
var við frá byrjan, men fór úr
samgonguni seinni, var Mið
flokkurin eisini lykilin. Tískil
hevur Miðflokkurin í fleiri
umførum sitið við avgerandi
tingsessunum, sum kunnu
fáa kabalina at ganga upp. Tá
ber eisini ofta til at fáa upp
til fleiri av sínum vallyftum
við í samgonguskjalið. Og
Miðflokkurin er klárur við
teirra lyftum, um teir skulu
gerast partur av samgongu
aftur eftir valið.
Etisku virðini fremst
Miðflokkurin kennir sínar
styrkir, og tað gera hinir
politisku flokkarnir eisini.
Miðflokkurin fer eisini til val
við tí fremsta lyfti, at Før
oyar skulu verða eitt trygt
samfelag, »líka frá gitnaði til
natúrligt andlát«. Miðflokk
urin leggur stóran dent á, at
eitt nú fosturtøkulógin og
spurningur um aktiva deyðs
hjálp ikki verða tikin upp
og liberaliserað. Um nakað,
ynskir Miðflokkurin at herða
hesar lógir og lógartryggja
borgaranum lívið.
– Ein grundlóg, ið ikki
tryggjar borgaranum henda
karm, er ikki vert at kalla ein
grundlóg. Familjan er grund
arsteinurin í trygga samfel
agnum, og hesin karmur skal
styrkjast og verjast. Allar
royndir at bjóða Skapara
num av, mugu steðgast.
Hetta er kanska høvuðs
avbjóðingin hjá Miðflokki
num í løgtingsarbeiðinum,
segði Jenis av Rana, tá hann
legði valskránna fram fríggja
morgunin.
Hetta merkir, at Mið
flokkurin, hóast nógv onnur
ting eisini standa í val
skránni, hevur hetta mál
sum sítt fremsta, og harvið
heldur fast í hornasteinin í
politisku stevnuskrá floks
ins.
Barnið og familjan
fáa mest
Familjan og barnið fylla
sera nógv í valskránni hjá
Miðflokkinum,
og
ganga
aftur í næstan øllum lyftum
hjá flokkinum.
Millum hesi lyfti kunnu
nevnast, at Miðflokkurin vil
tryggja, at eingin livir í fá
tækradømi í Føroyum. Men
hetta skal ikki gerast við
lógarbroyting, har skorið
verður um breiðan kamb.
Hinvegin vil Miðflokkurin
lata tað verða ein meting
arspurning hjá Almanna
stovuni, har einstakar fam
iljur skulu hava møguleikan
at koma inn og fáa mett um,
hvørt tey eru í fátækraváða
og skulu hava fíggjarliga
hjálp frá Almannastovuni.
Miðflokkurin hevur eisini
sum mál at leingja barsils
farloyvið upp í eitt ár, geva
øllum rætt til barsilsfarloyvi
og at hækka hægsta útgjalds
upphæddina, sum í dag er
25.000 krónur.
– Tað er ein veruleiki, at
miðalinntøkan í Føroyum er
24.000 krónur. Tí eru sera
nógv, ið hava inntøkumiss av
at taka barsilsfarloyvi, segði
Jenis av Rana
Harafturat vil flokkurin
hava stigvísan barnastuðul,
sum
hækkar
fyri
hvørt
barnið, ið kemur afturat,
umframt at flokkurin vil lata
ein startpakka til tey, ið fara
í hjúnalag, eiga fyrsta barnið,
venda
heim
eftir
lokna
Etisku virðini hava fremstu raðfesting
hjá Miðflokkinum. Ein grundlóg, ið ikki
tryggjar borgaranum rættin til lívið,
líka frá gitnaði til natúrligt andlát,
er ikki vert at kalla eina grundlóg,
staðfestir Miðflokkurin í valskrá sínari
Mynd: Jákup Justinussen