Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. august 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. august 2015 · Nr. 93 t hjá Miðflokkinum útbúgving ella fara í egnan bústað. Talan er um ting, sum hava við at festa røtur at gera. Hetta skal vera tíðar- og eindaravmarkað. Ansingarpeningurin skal eisini fylgja barninum, so hetta ger tað møguligt hjá foreldrum at ansa børnum sínum heima, og fáa henda pening fyri tað. – Hetta gevur frælsi at velja, og tað dámar okkum í Miðflokkinum væl. Omaná tað heila ynskir Miðflokkurin at meirvirðis­ gjaldið á gerandisvørum, so sum mjólk, breyð og frukt, skal differentierast. Hetta merkir, antin at avtaka ella minka meirvirðisgjaldið á hesum vørum, ið serliga barnafamiljur keypa nógv. Og fyri Miðflokkin eru ongar umberingar nóg góðar. – Umberingar fyri ikki at gera hetta, eru tvætl. Vit hava í dag tekniskar skipanir, sum gera tað møguligt at differentiera MVG’ið, og tað riggar í ørum londum. So har eru ongar tekniskar um­ beringar fyri ikki at gera hetta. Eins og allir hinir flokk­ arnir hava boðað frá, sigur Miðflokkurin seg eisini vilja geva lág- og miðalstórum inntøkum skattalætta í kom­ andi valskeiði. Smøl fiskivinnu­ nýskipan í fyrstu tingsetu Eitt av teimum heilt ítøki­ligu vallyftunum hjá Mið­flokki­ num er, at ein fiskivinnu­ nýskipan skal samtykkjast longu í fyrstu tingsetu. – Vit eiga at gloyma alt um at fáa øll samd. Hetta siga mínar royndir eftir 20 ár í politikki. Vit vóru klárir við einari fiskivinnunýskipan – samgongan var samd um eina nýskipan. Men so ynskti Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, eitt breiðari sam­ starv, og tað bar ikki á mál. So tí eiga vit at fáa samtykt eina fiskivinnunýskipan við einum vanligum meiriluta, sigur Jenis av Rana. Ein partur av fiskivinnu­ nýskipanini hjá Miðflokki­ num verður, at alt ríkidømi havsins má lógartryggjast til virkingar her á landi. Hetta merkir, at bæði høvd, livur, rogn og alt annað av fiskinum skal takast við til land og virkast her, og at hetta verður lógarfest krav. 152 milliónir til menningarhjálp Eitt av lyklamálunum hjá Miðflokkinum er eisini á uttanríkispolitiska økinum. Miðflokkurin ynskir at savna alt tað uttanríkispolitiska virksemið aftur í einum ráði, og uppraðfesta uttan­ ríkispolitikkin. – Miðflokkurin heldur, at sjálvt lítlar tjóðir sum Før­ oyar eiga at taka støðu til uttanríkispolitisk stórmál, eitt nú til ISIS (Islamiskur Statur í Irak og Sýria), og taka frástøðu frá slíkum. Vit eiga eisini at menna Útnorð­ ursamstarvið, eitt nú um Arktis, sum hevur sera stóran áhuga fyri lond sum Russland og Kina í hesum døgum, vísir Miðflokkurin á. Eitt annað ynski er eisini at menningarhjálpin skal hækkast munandi, og at málið er ST-ásetta kravið um, at menningarhjálpin skal svara til 1 prosent av brutto­ tjóðarúrtøkuni. Fyri Føroyar svarar hetta til 152 milliónir krónur í 2014 (Brutto­tjóðar­ úrtøkan var 15.281 í 2014). Harafturat sigur Mið­ flokkurin at útlendingaøkið skal yvirtakast. Hetta er eitt mál, sum henda samgongan parkeraði, tá semja ikki kundi fáast um hetta. Almenna Kringvarpið fær mønustingin Seinasta ítøkiliga vallyftið hjá Miðflokkinum er eisini at almenna Kringvarp Før­oya ikki skal vera til meira. Miðflokkurin ynskir nevni­ liga at avtaka tvingsilskravda kringvarpsgjaldið og pri­va­ tisera Kringvarpið. Formaðurin í Miðflokki­ num, Jenis av Rana, sigur at hann hevur ilt við at skilja, hví tíðindafólkini ikki sjálvi duga at síggja, at henda vinnan fer at blóma, tá henda einskiljingin er framd. Helst kemur fordømið úr USA, har miðlarnir eru privatir burturav. Øll londini í Evropa hava almennar public service-stovnar, og serliga í Norðurlondum og Stórabretlandi, verða hesar støðir raðfestar høgt á almennu fíggjarætlanunum. rogvi@sosialurin.fo Nøkur av nýggju valevnunum hjá Miðflokkinum, f.v. Rúni Johansen, Rasmus Hammer og Margretha Kjærbæk Mynd: Jákup Justinussen Bill Justinussen er ein av oddakandidatunum aftur til hetta løgtingsvalið. Eins og Jenis av Rana og landsstýrismaðurin Karsten Hansen, er hann ein av favorittunum at koma í Løgtingið, alt eftir hvussu valið hjá Miðflokkinum verður Mynd: Jákup Justinussen