Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. august 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. august 2015 · Nr. 93 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐARGREIN Agga Niclasen meining@meyl.fo Tað er so hugtyngj­ andi og veikt, so lív­ leyst og uppgevandi, allatíðina og alla­ staðni fáa at vita, at vit skulu “ansa eftir”, vera “vitandi um” og “varug við”. Varskó! Er tað ikki sprutt ella sigarettir, so er tað kostur, fíggjarligur harð­ skap­ur ella happing, dálking ella onkur forkolaður Altjóða lorta dag­ ur, ið fokkar upp tín ger­andis­dag og alla gleði. Ein hin størsti syndarin, Fólka­ heilsuráðið, ger okkum ikki bara varug við ella ávarar ímóti væl­ smakk­andi og samveruríkandi kvøldum rokað við víni og konjakki við minst líka selskapligum Prince- pausum, men direkta fortelur okk­ um, at “rúsdrekka ongantíð er ófar­ ligt”. Men sjálvandi er rúsdrekka ófarligt. Hevur altíð verið tað. Eins og skotvápn. Og skótalívið. Red Bull. Kaffi. Livandi ljós. Ógvusligur málburður í skúlagarðinum. Køk­ urin í Kirkjubø. Og Norðdepil – sum regul. Allíkavæl ber ikki til at tendra útvarpið ella reika á netinum utt­ an konstant at verða álopin av mannminkandi áminningum. Typ­ iskt onkrari sjúku, men klimaið er altíð populert. Aðramáta, um lívið generelt og, um tú ert ordiliga heldigur, epidemiina av pedofilum og møguligum barnamisbrúki. Eingin dagur er ikki pestaður við hesum heri av betrivitandi right-on fólki, “veitst tú ikki av”- og “vit kunnu ikki akseptera”-fólki, øll so samanseymað av sloyf­um og tyngd av armbondum súmboli­ ser­andi onkran mánað ella sjúku ella minniluta, ið fær tey at føla seg meiri relevantan enn tað, tey faktiskt skelta við. Teirra heilar eru um at eks­ plo­dera við dómadagstølum og revsi­prædikum, tosa vit klima. Við harðskapstølum í parlagnum og nærsambondum. Við krúpandi “eg kann ikki gera fyri tað” ella undir­ brotligum “eingin velur at verða samkyndur”-offurprædikum (hóast apsalutt einki prógv er fyri hesi útsøgn og hartil er púrasta órele­ vant!). Teirra heysur er mestsum hovin sum úrslit av hagtølum um ferðslu og AIDS, um bróstkrabba og drykkjuskap hjá ungum, um neyðtøku, at opinbart er eitt “nei eitt nei”, og nøkrum so ónatúrligum og yvirraskandi sum “ósømiligum og særandi málburði millum føl­ sam­ar teenagearar”. Tey politiskt røttu eru so full av sær sjálvum og ávaringum um tað góða lívið, at teimum tørvar luft. Tey vita alt. Eru vitandi um allar vandar. Og eru so klók, at tey eisini vita, hvussu tey skulu bjarga okkum, teim fátæku, teim ressursufátæku. Greythøvdunum. Hesi varskó-individ bara elska at fortelja okkum sælu og gleðiliga óvitandi um allar lívsins vandar, uppfunnin rættindi og samleika um­framt elendiga gleði. Tey tykj­ ast at vera vitandi um alt, alt!, apsa­lutt alt—bara ikki, hvussu inn í helvitisligani irriterandi tey eru. Hjá politiskum rørslum og væl­ gerandi felagsskapum at rópa varskó og kunna tey fákunnugu, er nú endað sum ein ideologi í sjálvum sær. Men so hevur tað ikki altíð verið. Einaferð savnaði sosiala elitan seg um at broyta hin faktiska, fysiska heimin. Fyrr trúði hon uppá mannaættina, val­ møguleikar og vøkstur, har hon nú bara er sjúkliga heltikin av at fáa fólk at halda tað sama og ummøblera okkara knokkar. Nú er hon plágað av at umleggja øll høvd, ið ikki vita, at tað fjaraðu 14 menn burtur frá 2007 til 2013 sum úrslit av krabbamein í baktarmi. Ella ikki vita, hvussu tú følir teg fram til bløðrukrabba. Kanska veitst tú tað, men eg veit tað so ikki. Men óivað fari eg at finna útav tí, tí juli er altjóða bløðru­krabba­mán­ aður, har ljós verður varpað á júst tað. Vælgerðarfelagsskapir og moder­naðir sosialistar rópa nú varskó um fátækradømi ístaðin­ fyri at enda tað. Skúlar rópa var­ skó um ADHD, tí foreldur hava mist alt sjálvsálit og gloymt, at tað ikki er nokk bert at gera barn­ið, men at uppaling, reglar og nær­vera, fylgir. Skattafinansieraða Fólka­ heilsuráðið og sjálvfeitir ferðslu­ politistar rópa varskó um “gene­ rellan drykkjuskap”; tað, vitonnur kalla “at drekka sær eina bjór ella tvær fyri hvønn hálvleik” ella “at hava eitt lív”. Og tað er komplett ógjørligt at verða verandi óvitandi. At siga “eg veit meiri enn ríkiligt um krabba í rektum, takk”, ella “ja, sjálvt eg veit, at ADHD ikki er arvur, men umhvørvi” ella “nei, annars takk, eg havi ikki hug at vita, hvat seks jägerbumbur hvørt leygarkvøld næstu ellivu árini fer at gera við mín heila”, er tað sama sum at siga: “Eg eri ein sinnisforvirraður solarium­elskandi, sloyfuleysur fólka­floks­fjeppari, og eg hati vind­ myllur.” Annars er nógv at gleða seg til, um ikki tú ert “varugur við” nakað, men hevur hug at verða tað, tí aftaná juli, sum jú vartar upp við internationalum bløðru­ krabba, kemur august, og har hevur tú “altjóða dagur móti kjarn­orkuroyndum”... og “altjóða øl­dagur”. September er “altjóða dagur fyri førarahundar”, meðan “altjóða dagur móti happing móti børnum” og “altjóða ADHD-dagur” er í oktober – nær annars? November, wauvski!, her henda ting; ivaleyst tann mest varskó- fylti mánaðurin, tí har diska tey vælvitandi og vælmeinandi upp við “altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum”, “altjóða roykfríur dagur”, “altjóða epilepsidagur”, “al­ tjóða keyp einki dagur” og “altjóða træklemmaradagur”. Ókey, tað síðsta var lygn. Apríl útmerkar seg eisini, um ikki annað, so í drama. “Altjóða allergidagur ”– mamm­ur elska henda. Mai er “altjóða látur­dagur”, sum er, ja, látur­lig­ur. So hava vit “altjóða dagur móti barna­mis­ brúki”... ‘mind­ful­ness’-mammur við ongum realinteressum digga henda. Eisini “altjóða diabetes­ dagur”. Og, eg elski henda, “altjóða stressdagur”. Hmmm. Hesin síðsti varskó- dagur er ikki so býttur, og so eis­ini beint fyri jól. Tí um nakað fer at økja um stressniveauið hjá sjálv­ realiserandi, terapeut-av­heng­igum Gay Pride-stuðlandi mammum, ella monnum við yvirskeggi, og kanska eisini eini eitt sindur sjónligari piercing, so er tað kanska akkurát tað, at verða undirgivin eini flóðaldu av altjóða varskó- mánaðum, ið fráboða og ávara um ein smeltandi jarðarknøtt, ov­fólking, um sjúku, deyða og ágang ímóti børnum—ella, í síni fúlu óteleransu, paniskt lata seg provokera av Jenis (sum oftari enn ikki gevur meiri meining enn handa óliberala skræpan, einræðisliga LGBT kemur við). Í mai var eg í London. Heldur enn at ansa eftir børnum, fór eg á pubb. Bara eina løtu. Men sum eg stóð við barrdiskin, blomstraði og lat sum um, at eg hvíldi í mær sjálvum, sá eg, at handa “máttan”, hatta tingið, barrvørðurin stillar ølina á, samtíðis fungeraði sum ein formyndari: ein varskó-mátta, um tú vilt. Handa, eg brúkti, handl­aði um hvussu skeivt tað er at hála konuna eftir gólvinum. Hin, ein alin til høgru, handlaði um rús­ drekkakoyring. Tann næsta aftur um fyribyrging og tann hinumegin barrina um hvussu Lucky Strike steindrepur teg, hvat eg fann útav, tá eg mátti á vesi. (Vesið var spekkað við hesum ávaringum, men eisini plakatum ætlaðar so­ nevnd­um mannfólki, um hvussu teir skulu føla seg eitt ávíst stað og vaksa yvir­skegg.) At rópa varskó og upplýsa fjøld­ ina er onki meiri enn eitt samheiti fyri at gera tey “ordiliga býttu” minni býtt. Ella, meiri neyvt, at fortelja øðrum, hvussu tú skalt liva, handlar nú meiri um at gera vart við seg sjálvan. Hasin patologiski tørvurin hjá politiska fínklassanum forhánisliga at fortelja javnverdum fólki, hvussu tey skulu liva, hevur sum mál at fortelja sær sjálvum og hansara samlyntu, hvør hann er, hvussu hann livur. Hetta er nokkso lætt at finna útav. KRIS, LGBT og Í menniskjum góðum tokki eru framúr dømi, tí tey eru so erkvisin um sína egnu tilveru, næstan heilagt, so desperat, tó kalkulerandi miðvís eftir stuðuli, tað veri seg moneterum ella and­ Jägerbumbur drepa ikki. Men idioti ger Tey tykjast at vera vitandi um alt, alt!, apsalutt alt, bara ikki, hvussu inn í helvitisligani irriterandi tey eru