mánadagur 17. august 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. august 2015 · Nr. 93
Heri Mohr
Frá at vera nógv
skrivandi eru vit
føroyingar broyttir
til lítið skrivandi
fólk.
Ørgrynnan
av
skrivligum
viðmerkingum
á
telduskíggjanum er syndarligt
prógv um, hvussu vánaligt vit
duga at skriva og málbera okkum á
føroyskum. Okkara gulløld skapti
skrivandi føroyingar, og edv-øldin
forkom henni.
Nær byrjaðu føroyingar at
skriva á føroyskum? Jú, ”vit før
oyingar skylda V. U. Hammers
haimb (1819-1909) stóra tøkk fyri,
at hann offraði ein stóran lut
av sínum ungdómi til at samla
tann skatt av fornum minnum, ið
høvdu livað í Føroyum mann og
mann ímillum frá gomlum døgum
einans við at ganga frá munni
til muns. Hammershaimb breyt
slóð fyri nýggjum andaligum lívi
í Føroyum á somu tíð sum bandið,
ið tann kongaligi handilin hevði
lagt um oyggjarnar, brast.
Í 1884 útgav hann ”Føringasøga
útløgd úr íslendskum,” ”Færøsk
Anthologi,” Mállæru ….”
Ættin Hammershaimb kom til
Føroya 1723:
Jørgen Frandz de Hammers
haimb, 1688-1765, var fúti í Føroy
um frá 1723 til 1765. Sonur hansara,
Wenceslaus
Hammershaimb,
fúti frá 1765 til 1815, var giftur
við Armgard Mariu Svabo, systur
Jens Chr. Svabo. Elsti sonur teirra
Jørgen Frandz Hammershaimb,
1767-1820, var løgmaður frá 1805
til 1816, tá løgmansembætið varð
niðurlagt. Hann var giftur við
Armgard Mariu Egholm, 1791-1888.
Tey fingu dóttrina Mariu Louisu,
1814-1870, og sonin Venceslaus
Ulricus, 1819-1909. Hann gjørdist
okkara Vensil Hammershaimb,
sum gav okkum tað føroyska
skriftmálið.
Løgmanseinkjan,
Armgard
Maria Egholm, flutti til Havnar í
1822 við báðum børnunum ávika
vist 8 ára og 3 ára gomul og búði
hjá mammu sínari, sum búði í
Nýggjustovu í Havn. Tá ið hon
doyði,
fluttu
Armgard
Maria
Egholm og dótturin Maria Louisa
til Danmarkar at búgva. Sonurin
Vensil var fleiri ár frammanundan
fluttur til Danmarkar at lesa.
Aðramáta festi ættin Hamm
ershaimb djúpar røtur í Føroyum:
Tann fyrsti fútin, giftur við 15 ára
gomlu Elisabeth Kristine Samuels
datter Weyhe, fekk 13 børn, og
tann næsti fútin, giftur við Arm
gard Marie Svabo, fekk 6 børn.
Tann europeiska upplýsing
artíðin í 18.-19. øld kom úr Dan
mark til Føroyar við Hammers
haimb-ættini,
Jens
Christian
Djurhuus (Sjóarbóndin), føddur
í prestagarðinum inni á Nesi,
Jens Chr. Svabo, føddur í Mið
vági, Nicolaj Mohr, føddur í Havn,
Nólsoyar Páll, føddur í Nólsoy, við
donskum prestum og donskum
embætisfólkum eitt nú fútin og
amtmaðurin Chr. Pløyen, 1803-
1867. Hann var fúti og amtmaður
í Føroyum í 17 ár. Yrkti Grinda
vísuna. Í 1840 gav hann út bókina
Erindringar fra en Reise til Shet
landsøerne, Ørkenøerne og Skot
land. Í bókini skrivar hann: Færøes
Beboere, som jeg har saa inderligt
kære, blandt hvilke jeg haaber at
tælle ikke saa faa venner, helliges
denne lille bog, med de bedste
Ønsker for deres fremtidige Ud
vikling.
***
Eitt kvøldið, meðan Palleba og
Marsanna
spældu
Svartiper,
var Marsanna innanhugað. So
spurdi hon Palleba, um tey, ið eru
vald inn á løgtingið, duga allar
okkara lógir. Sjálvandi tað, svar
aði Palleba. Hetta hoyrdi sonurin
inni á sínum kamari. Hann var
heima í summarfrí; las jura í
Keypmannahavn. ”Nei, pápi, tað
letur seg ikki gera, og fyri alt
tað, so eiga vit ikki at krevja av
løgtingslimum annað enn, at tey
hava vanligt vit og skil. Tað skuldi
verið nóg mikið, tí tey, ið sleppa
innum tinggátt, hava lógkøn
embætisfólk og ráðgevarar við
somu útbúgving, sum eg stríðist
við at fáa mær. Men satt at siga, so
kann tað viðhvørt bila eitt sindur
við tí lógkønu ráðgevingini innan
tinggátt, tá ið løgtingslógirnar
verða gjørdar. Eg kann nevna
tykkum báðum bara eitt dømi.
Tá ið fíggjarlógin 2002 var til
fyrstu, aðru og triðju viðgerð,
vóru nógvir av tinglimunum ikki
greiðir yvir, at tann ovurstóri
niðurskurðurin av inntøkunum í
lógaruppskotinum, minnist meg
rætt einar 366 milliónir, vóru
lógtryggjaðar til vælferðina í
Føroyum, men ongar aðrar inn
tøkulógir komu í staðin fyri. Løg
tingsins juridisku ráðgevarar áttu
at vitað, at í revsilógini kap 16 § 146
er tilskilað, ”begås handling med
forsæt til velfærdsfortabelse for
nogen, er straffen fængsel indtil
16 år.”
Marsanna legði kortini frá sær.
Stardi í tóman heim. Tár komu í
eyguni. ”Palleba, eg eri so bangin;
tað er sálarbrennandi, at vit bæði,
sum fáa pening frá vælferðini,
eru orsøk til, at fólk kanska verða
beind í skansan,” segði Mar
sanna. ”Nei, góða mamma,” segði
sonurin, ”einki er tað dagliga
breyðið, sum tygum og pápi fáa
frá tí almenna, orsøk til, at fólk
verða beind í skansan. Fólkavaldir
løgtingslimir eru væl vardir, teir
hava tað, sum vit kalla politiskan
immunitet, men øðrvísi er við
landsstýrislimum, tí á teimum
hvílir persónlig ábyrgd, fyri tað,
tey gera sum landsstýrisfólk. Um
tey tveita burtur almennan pen
ing, sum altíð er vardur við lóg, er
tað teirra ábyrgd,” segði sonurin.
Í tí hann fór inn á kamarið,
segði hann: ”Sum tit vita, fari eg
niður um ein mánað. Eg skal tá
upp í ”Strafferet,” sum tað eitur
á universitetsmáli. Men eg haldi
ikki, at hetta, sum eg her greiddi
tykkum báðum frá, skal órógva
tykkara aldurdóm. Tit eru ikki
før fyri at broyta nakað. Farið tit
heldur, sum tit hava ætlað í longri
tíð, til festivalin í kvøld saman við
tykkara javnaldrum, tey eru ikki
so nógv á lívi. Sjálvur fari eg nú at
repetera.”
Hugleiðingar um at
skriva og lesa
ligum, og annars løtt at síggja ígjøg
num.
So, næstu ferð, onkur so for
ferdiliga gjarna vil hava onnur
at vita, hvussu vigtugt tey halda
okkurt vera, hvat tey arbeiða fyri,
tak samkynt hjúnalag, ella ímóti,
tak fátækradømi, tá er henda
ætlaða góðgerð ikki longur so nógv
ein góður gerningur, men sjálv
hátíðarligt og sjálvsøkið reyp – fyrst
og fremst ætlað at lýsa seg sjálvan
og eins alvaldandi betýdning so
hátíðarliga, at sjálvt tey ómentaðu
og óargaligu antin trúgva ella tiga.
Fyrr trúðu faktiskt minnilutar
uppá seg sjálvan Big Time. Nú
taka teir synd í sær sjálvum og
harta hasi við aðrari meining í
revolvara-hugtøkunum “tolsemi” og
“rúmligheit”; tað vil siga, nú eru teir
tey einastu, ið eru tolin og rúmlig.
Eg haldi eginliga, at fólk flest
vita av hesum. Eisini hvussu henda
sosialstýrandi, betrivitandi elita
roynir at avmarka okkara persón
og moralitet til ein kulturellan
signalbera.
Tí er tað, tá vit nærkast novemb
er, at vit síggja trøllvaksnar menn
lata seg lumpa av hasum “mansliga”
yvirskegginum. Tað eru bara bleytir
ella tuflaðir menn, sjálvandi, ið lata
seg lumpa so gevaldigt, men fyri
tað snýr Movember seg einans um
at umforma stavnar til syrgiligan,
edrúiligan og fjákutan rekavið. Eitt
ússalavætti av einum fólki, fyri ikki
um at tala mannfólki. Tað er blivið
so groteskt, at menn, veruligir
menn, sum fyrr høvdu yvirskegg,
rakaðu tað av so skjótt sum skeggið
bleiv eitt heilsuátak. Tað er so
mannminkandi, at tað ikki eingong
er eitt pikkalítið sindur stuttligt.
Akkurát sama dilla, sama pret,
sum tá ið tú ert í tættsitandi svart
ari blusu við pink silkisloyfu á
bróstinum fyri at vísa øllum í
Føroyum, hvussu nógv TÚ hugsar
um bróstkrabba. Jú, riggar væl, tann
tættsitandi, men naivt og smáfeitt.
Og hvussu “barnaváttanin”, grund
að á eina sálarpornografiska David-
kampanju, fungeraði sum eitt
upplýsingaramboð so at “signalera”,
at tað er skeivt hjá vaksnum at
hava samlegu við børn. No shit.
At vera “vitandi um” og verða
upplýstur er tístaðni endað sum
“tað rætta” at vera. Fuck tað, um
tað ikki passar ella ger teg mise
rablan, so leingi tú aktar og fylgir
við; keypir og sigur tað rætta.
Statsstuðlaðir
vælgerðarstovnar
rópa varskó um drykkjuskap og
ynskja lógir og forboð um júst hetta.
Teir tosa um tað, at drekka, uppá
ein slíkan máta, at tú skuldi trúð, at
ein góður girari her, ein har, er ein
feitur, fúlur familjusorlari. At ein
guur uttan matrikulnummarið, ein
innan, ein nú, ein tá, korrumperar
føroysku fólkasálina. Tað handlar
um vilja. Um frían vilja. Nøkur hava
hann, nøkur í minni mun, men øll
hava hann.
Tey upplýstu og alvitandi for
telja
okkum,
ressursufátæka
pakkinum, um alt tað ræðuliga,
klemma tú og tíni tað, ið hevur við
njóting, vøkstur og valmøguleikar
at gera. Tí, sært tú, forbrúk er fyri
tey vælhavandi (og hjá teimum
ger minni, hvørt reyðvínsfløskan
kostar 20 krónur meiri).
“Tann sikrasti mátin at sleppa
undan timburmonnum, ja tað er
við slett ikki at drekka”. Right. Takk
fyri tað. Hesi fólk eru kanska ikki so
nógv hugað í at gera okkum minni
býtt, eiheldur í at fortelja okkum,
hvussu stuttligt tað er at drekka
seg sprænskít við vinmonnum,
men meiri hugað í at súgva alla
gleði, ið enn mátti verið í okkara
yvir-systematiseraða, yvir-sunna
lívi, úr okkum.
So tá onkur betrivitandi mynd
ugleiki ella sýruetandi maraton
rennari, sum í síni frítíð bindur
beinvarmarar til svanar, fortelur
tær, at jägerbumbur eru skaðandi,
so skjóti eg upp, at tú beint tá, uttan
seinking!, setur á eina Red Bull, tømir
hana í glasið og sleppur eina eind av
jägermeistara í tað... og drekkur hana
í einum, hvat ein og hvør maður
uttan yvirskegg hevði gjørt.
Og tað gert tú í tí vitan, at jäger
bumbur drepa ikki. Menniskju gera.
Nøkur heilt forbiið fá menniskju
gera. Idioti ger. Og at tað var hetta,
idioti, ið gjørdi, at ein 18 ára gomul
fronsk gella fekk hjartatilburð
aftaná at hava drukkið 10 av hesum
“bumbum” uppá 2 tímar. Idiot.
Hon yvirlivdi. Men hetta skapti
panikk millum rímiliga vællærdar
hønumammur, og í slíkt mát, at
Frakland bannaði Red Bull. Bannið
bleiv strikað av ES. Herliga ES. Og
tað er herligt, tí Red Bull er herligt.
Tí Frakland ikki megnaði at prógva,
at drykkurin er ein heilsuhóttan.
Faktiskt vísir tað seg, at orku
drykkir ikki volda meiri skaða enn
einhvør
annar
koffeindrykkur.
Ein sovorðin Red Bull-dós, vit øll
kenna, inniheldur 80 milligram
av koffein, sum svarar til hvat er í
einum vanligum kaffikoppi. Og so
smakkar tað væl. Og onkuntíð uppá
tilboð.
Eg veit ikki, hvussu tað er
við tær, men tú skalt vera totalt
ressursufátækur fyri at drekka 10
koppar av kaffi innan 2 tímar, og
ressursubrekaður fyri so eisini at
drekka so nógv kaffi við regulerum
snapsi afturat.
Tað er fobrent bara ein idiotur,
sum drekkur 10 jägerbumbur inn
an 2 tímar. Eins væl og tað er ein
yviridiotur, ið stappar sínar undir
buksur við svørtum einkjum á veg
niðan á Skælingsfjall. Ella drepur
seg við Panodil.
Vit kunnu ikki, og vit skulu
ikki, lóggeva ímóti idioti. Heldur
enn at spela til fjølmiðlarnar og
geva Red Bull-fyritøkuni, franska
lóggávutinginum, veðurlagsbroyt
ingum og Benjamin Netanyahu
skyldina, burdi handa fransagellan,
sum vaksin, tikið ábyrgd fyri hvat
og hvussu nógv hon drekkur.
Og til tað hava vit ikki brúk fyri
idiotiskum sloyfum, armbondum,
Altjóða lorta døgum ella mánað
um, barrmáttum ella varskó-præ
dikandi
“vælmeinandi”
stovnum
og felagsskapum. Bara einum heila
og einum sindri av sjálvsáliti fríað
fyri paradum og formynderiskari,
eyðmýkjandi uppíblanding.
Bottoms Up!
KJAK