Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. august 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. august 2015 · Nr. 93 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sunneva Háberg Eysturstein Professionalisering merkir at umseta krea­tivitet til vinnu. At mið­ savna royndir og kunn­leika higar­til og skapa vinnu­ligar karm­ar fyri ein krea­tivan marknað, ið hevur støði í Føroy­um. Størsti parturin er í tónlistini, men seinastu 10 árini hava fleiri aðrar greinar av føroyskari list fingið luft undir veingirnar, og vit hava eins stóran tørv á at menna bókmentir, sniðgeving, hand­verks-, films-, leik- og myndlist. Virksemi í trimum pørtum Ein partur av arbeiðinum er at halda á við árligu átøkunum at fáa útlendsk bransjufólk higar at uppliva mentan okkara og stovna samstørv, ið fáa hana út um Før­ oyar. Ein annar partur er at bjóða handilsliga frálæru. Áðurnevndu listagreinar eru risastórir mark­ naðir kring heimin, og at duga at fóta sær í teimum krevur gott innlit í, hvussu teir virka. Út­búgv­ ingarskipanin skal tí kunna bjóða frálæru innan løgfrøði, mark­ naðarføring og búskap í kreativari vinnu. Triði parturin er at savna ser­ kunnleika og royndir higartil á eitt stað, har tey, sum arbeiða kreativt, kunnu heinta ráðgeving um teir møguleikar, sum eru. Møguleikar innan stuðulsskipanir, netverking, sýnisgluggatiltøk, lisensar, patent, upphavsrætt, løgfrøði og annað. Samstarv millum alment og privat Politiska skipanin skal taka stigið, men viðurkenna sín leiklut sum kveikjari í samanhanginum og gera arbeiðið saman við teimum persónum, fyritøkum og feløgum, ið hava ment kreativu vinnuna og útflutning higartil. Tað almenna skal ongantíð gjalda meira enn 50 prosent av um­sitingini og skal leggja lunn­ ar undir, at vinnan innan eitt av­ markað áramál kann virka privat. Takast samanum Kreativiteturin her í landinum hevur uppiborið karmar, sum taka hann í álvara, men sum ikki minst eisini eggja honum at taka seg sjálvan í álvara. Løtan er komin at taka samanum menningina seinastu 10 árini - hvat er gjørt, hvat hevur borið úrslit við sær – og skipa støðugar karmar fyri eina professionella kreativa vinnu, sum kann gagna bæði lista­fólkum, bransjufólkum og samfelags­ búskap­inum. Kreativa vinnan skal professionaliserast Bergun Kass »Mamma, er tað miku­dagur í morg­ in?« ... Spurningur frá smádreingi, ið javn­an varð settur mamm­uni, ið hevði frí mikudagar. ----- »Ja! men tað hevði eg ikki gjørt ídag«... Svarið frá mammu til spurn­ing um, hon hevði arbeitt fulla tíð, meðan børnini vóru smá. ----- »Eg ætli mær ikki at arbeiða eins og mini foreldur hava gjørt« ... Unglingi anno 2015. ----- Livet skal gå forlæns, men for­ stås baglæns. Ikki fyri at geva nøkrum ringa samvitsku, og sjálvsagt eru hesar útsagnir ikki umboðandi alla fjøld­ ina. Tó gevur hetta ábendingar og óbeinleiðis áheitan um endur­skoð­ an við atliti til, um vit nú hava tað samfelag, vit ynskja okkum. Fíggjarætlan, haldføri, inntøkur og útreiðslur, sparingar ella al­ menn ígongdsetan .......ju, vit kenna politisku avbjóðingarnar og polit­ isku mekanismurnar og vita, hvussu tær, hvør í sínum lagi, virka í strembanini eftir tíðarhóskandi kjarnuvælferð, so sum sjúkrahúsi, skúla, eldrarøkt v.m. Tó má kostnaðurin fyri sam­ felagsliga kjarnuvælferð verða í samljóði við privata og persónliga vælferð, og ikki á tí støði, at vit menniskjaliga bukka undir og sam­felagsliga flyta okkum eitt stig fram og tvey aftur. Tjóðskaparlig, almenn, vinnu­ lig og persónlig viðurskifti muga hanga saman, og geva tá inn­tøk­ ur, sum ikki eru tengdar at ar­ beiðs­tíðarbrøki, men tengdar at persónligum yvirskoti, nýggjari orku, kreativiteti, nýhugsan og øllum slíkum, ið vit vita kemur meira til sín rætt, tá innara javn­ vágin er úgangsstøðið. Eg síggi fleiri og fleiri strongd menniskju, eg síggi unglingar, ið ikki finna seg til rættis í lívinum, eg síggi eldri í ‘ingenmandsland’. Skulu vit hava tað Føroyar, sum er? Ella tað, sum í størri mun tekur politisk atlit einstaklingi og persónligu vælferðini at frama? Samanumtikið – Ting mugu hanga saman! »Tað skal loysa seg at arbeiða.« Vit hoyra retorikkin frá seinasta vali, uttan at eg nakrantíð sá køina av fólki, ið ynskti at arbeiða meira. Hinvegin síggi eg køir av fólki, ið ynskir frælsi at velja arbeiðs- og familjukarmar, ið fær tað besta fram í tí einstaka menniskjanum, yngri sum eldri. Fíggjarliga ber nógv til – upp­ gávan er almenn, arbeiðs- og per­ són­lig virðisraðfesting! »Mamma, er tað mikudagur í morgin?« Kreativa vinnan hevur verið í skjótari menning seinastu árini. Privatir stigtakarar hava saman við tí almenna skipað fyri útflutningsátøkum, men enn er vinnan ov ósjónlig í samfelagsbúskapinum. Nú skal professionaliserast munandi, og vit skulu læra okkum at skapa útflutningskrónur burtur úr mentan okkara Suðuroyggin og løgtings­ valið Kristin Michelsen Valevni fyri Javnaðarflokkin Eftir 4 ár í løg­ting­ inum, havi eg tikið avgerð um at bjóða meg fram aftur sum valevnið fyri Javnaðarflokkin til komandi løgtingaval og tað skal vera mín vón, at Javnaðarflokkurin verður partur av samgongu eftir 1. september. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at míni fremstu áhugamál eru Suð­ur­ oynni at frama. Eg vil arbeiða fyri, at eisini Suðuroyggin fær ágóða av tí vøkstri, ið er í samfelagnum í dag. Høvuðsmál míni, um lív skal vera Suðuroynni lagað, eru: 1. Føðideildin á Suðuroyar Sjúkra­ húsi skal undir ongum um­ støðum latast aftur, so longi fast samband ikki er til meginlandið. 2. Smyril, ið er lívsæðrin hjá Suður­ oyingum, skal sigla tríggjar túrar um dagin hvønn dag, so at vinnulívið og ferðavinnan í oynni fáa betri treytir at virka undir. 3. Haldast skal fast við rað­fest­ ing­ina av Hvalbiartunnl­inum og tunnil til Fámjins skal rað­ festast. 4. Nú má og skal Eftirskúlin í Suð­ uroynni blíva til veruleika. Vísa tit mær tað álit at velja meg inn á Løgting aftur, eru hesi høv­ uðsáhugamálini, ið eg vil arbeiða fyri, umframt nógv annað gott, ið Javnaðarflokkurin stendur fyri. Farið á val 1. september og veljið ein sterkan Javnaðarflokk á ting. Karlot Hergeirsson Valevni fyri Framsókn Framsókn er stovn­ að, tí brúk er fyri ein­um flokki, sum talar fyri persónliga frælsinum. At vera liberalur, er, fyri mær, eitt góðskustempul. Hetta góðskustemplið eiga vit eisini at geva okkara landi. Á sama hátt, sum hin einstaki borg­arin hevur trúarfrælsi, skal hann hava rætt til at gifta seg, óansæð hvørja kynsliga sannføring hann ella hon hevur. Tað hevur verði, og er, misskilt at Framsókn vil hava giftuna av samkyndum inn í Kirkjuna. Tað er ikki so. Eins og hvør borgari skal hava frælsi, so skal kirkjan og samkomur hava sítt frælsi at gera av. Fyrst er neyðugt at definera eitt hjúnalag: Kirkjuliga vígslan hevur tveir partar: ein løgfrøðiligan sáttmála, millum mann og kvinnu, og so eina signing av hjúnabandinum. Tann løgfrøðiligi parturin er nóg mikið, fyri at verða giftur, og hann kann fáast á býráðsskrivstovuni. Hesin parturin, bindur partarnar felags til hvønn annan, sum eitt nú merkir arvarætt, felags búgv, uppihaldsskyldu o.s.fr. Tað kirkjuliga vígsluritualið skulu politikarar als ikki blanda seg í. Tann spurningurin liggur hjá kirkjuni og hjá kirkjuni aleina. Tað kirkjuliga hjúnabandið, eru viðurskiftir, sum kirkjan tekur sær av. Tað borgarliga hjúnabandið er hinvegin ein løgfrøðiligur spurn­ ingur, sum vit, frá politiskari síðu, kunnu taka upp til eftirmeting – Og tað er tíðin komin til nú. Hvat vinna vit, sum land, við at samkynd pør t.d. ikki fáa rætt til at arva og forsyrgja hvønn annan? Kærleikin millum tveir partar kennir ikki til kyn, líka sum løg­ frøði­ligar avtalur ikki eiga at kenna kyn. Tá signingin ikki er við, er eitt parlag bara ein løgfrøðilig avtala. Tí átti tað ikki at verið neyðugt, at verið ímóti, av átrúnaðarligum or­ søkum. Sjálvt um føroyingar flest siga seg vera kristnar, so átti tað ikki at verið nakar trupulleiki at givið samkyndum borgarlig rættindi, til at knýta seg løgfrøðiliga at einum lívsfelaga. Skrásett parlag skal, millum annað, góðskustempla Føroyar til eitt tíðarhóskandi samfelag