Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. august 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. august 2015 · Nr. 93 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur 2.deild: Fyri aðru ferð í ár, er eitt lið ikki møtt upp í Hvalba til dyst. Nú er nokk, sigur Royn Tróndur Arge Í 2. deild er endabresturin far­in í gongd. Um vikuskiftið varð hol sett á seinnu hálvu, men í Hvalba, har Royn skul­ di spæla móti ÍF, varð ong­ in dystur. ÍF møtti ikki og boðini komu ikki fyrr enn fýra tímar undan dystar­ byrjarn. Hetta er aðru ferð í ár, at mót­støðuliðið ikki møtir til dyst í Hvalba. Fyrru ferð var tað EB/Streymur og hesa ferð ÍF, sum ikki møttu. Vit halda at hetta er sera ring­ur ítróttarandi, tí vit eru hóast alt nøkur lið, ið tak­að tað seriøst. Fyrr í ár møtti EB/Streymur ikki til dyst­ in í Hvalba. Orsøkin var, at fleiri av spælarunum skul­ du á miðnámsveitslu. Tað er undir alt lágmark! Far­ na kappingarár var Royn í 3. deild, og tá var sama skil, sigur Royn í skrivi til Sosial­ in. Í løtuni tapur liðið, ið ikki møt­ir, dystin 3-0, umframt at tað missur heimvøllin í um­venda dystinum. Tað er so bara, tá talan er um fyrra dyst­in í einum kappingari. Í hes­um førinum hevur Royn longu verið í Fuglafirði og spælt. Nú ynskir Royn, at Fót­bólts­sambandið blandar seg og herðar revsingina fyri ikki at møta. Vit halda, at FSF skal herða revsingina fyri lið, sum ikki møta upp til úti­ dyst­ir. ÍF vann sín dyst á heima­vølli ímóti okkum, og av tí sama tíma teir nokk ikki til Hvalbiar, tí nú missa teir jú ikki sín heimadyst ímóti Royn. Vit halda eitt nú, at revs­ing­in skuldi verið so­ leið­is, at bótin skuldi verið væl hægri og ÍF skuldi mist tey trý stigini, sum teir fing­ ið á heimavølli, og tey stig­ini skuldi verið latin til Royn, sig­ur Jón Thomsen, nevndar­ lim­ur í Royn, og leggur aftur­ at at enda; Vit ynskja at meira skil kem­ur lægri deildirnar, og at FSF tekur hetta í fullum álvara! trondur@sosialurin.fo FSF: Lógir og reglar fyri 2.deild menn Galdandi fyri 2. deild menn: Lið, sum ikki møtir upp til dyst, fær í fyrsta umfarið – 3 stig, umframt eina bót á kr. 10.000,-. Mótstøðuliðið fær helvtina av bótini. Lið, ikki møtur tvær ferðir upp til dyst, verður koyrt úr kappingini og niður í 3. deild at leika komandi kappingarár. Umframt hetta fær felagið eina bót á kr. 20.000,-. Mótstøðuliðið fær helvtina av bótini. Royn í øðini um vantandi uppmøting fótbóltur Tað sigur, Virgar Hvid­bro, aðal­skrivari í fót­bólts­ sam­bandi­num. Hann vísur tó á, at skulu slík­ar broytingar gerast í lóg­ar­ verk­inum, so er tað upp til kapp­ing­ar­nevnd­ina at gera tað. Skal ein broyting gerast í áset­ingini um revsing fyri ikki at møta upp, so er tað upp til kappingarnevndina at taka málið upp. Ein máti at gera vart við sína ónøgd er, at taka málið upp til eftir­metingarfundin hjá fót­bólts­sam­bandi­num, sig­ur Virgar Hvidbro. Tað er vanligt, at broyt­ing­ar og nýggjar lógir verða settar í gildi frá ársbyrjan, so einki verður broytt til hetta kappingarárið. Virgar Hvid­bro sigur seg skilja, at hvalb­ ingar eru misnøgdir við hendingina leygardagin, tá mótstøðuliðið ikki møtti til dyst. Hann vísir tó á, at reglu­gerðin á økinum bleiv herd í 2012. Tá bleiv samtykt, at bót­in skuldi hækkast upp í 10.000,- krónur fyri ikki at møta fyrstu ferð, um­framt at møtta liðið fær helm­ing­in av bótini. Somu­leið­is missur liðið, ið ikki møt­ur til dyst, heimvøllin til sein­na­ dystin. Hendan revs­ing­ in er tó ikki galdandi, tá talan er um seinna dystin mill­um liðini. - Eg skilji væl trupul­ leik­an og hatta kundi ver­ið vert at tikið upp á eftir­met­ing­ar­fundinum. Lógin er herd á økinum í 2012, men er tað undir­ tøka fyri at hyggja eftir lógini aftur, so er tað ein møguleiki, sigur Virgar Hvid­bro. Møtur eitt lið ikki til tveir dystir, so er revsingin bót á 20.000,- krónur og niður­flyt­ing í 3.deild. trondur@sosialurin.fo Skilji trupul­ leikan Dystur í Hvalba www.royn.fo Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF Álvur Haraldsen