Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. august 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. august 2015 · Nr. 93 ítróttur Lars hevur nógv at taka støðu til Tróndur Arge Lars Olsen, landsliðsvenjari, hev­ur úr at gera komandi viku­na. Í kom­andi mánaði skal før­oyska lands­liðið spæla móti Norður­ír­landi á ein­um út­seld­um Tórsvølli. Við sigri­num á Grikka­landi í huga­num, so eru vón­ir­nar til før­oyska avrikið góðar. Í øllum spenninginum til dystin, so er tó okkurt, ið órógvar upp til lands­liðs­út­ tøkuna, sum verður í kom­ andi viku. Ivamál eru yvir alla verjuna, men gleðiligt er, at fleiri av framrættaðu monn­um eru í formi. Øll verja ivasom ella vekk Tá Lars Olsen hevur havt frítt val á øllum hyllum, so hev­ur verjan verið Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Vilj­ormur Davidsen. Leiðarin í verjuni, Atli Greger­sen, hevur leikbann. So hann verður undir ongum um­støðum við. Síðani hava allir hinir tríggir havt trupul­ leik­ar at berjast. Sonni Ragnar Nattestad hev­ur ikki spælt síðani sigur­in á Grikkalandi. Tað er í longdari feriu og í FC Midt­jyllandi umhugsa tey nú støðuna hjá unga mið­ verja­num, sum annars hevur trý ár eftir av sáttmálanum við donsku meistararnar. Hann hevur vant við B36 og havt sjálvvenjing. Tað verð­ur tó trupult at brúka ein spælara, sum ikki hevur spælt ella vant regluliga í fleiri mánaðir. Jónas Tór Næs hevur ikki spælt fast síðani 2. umfar í Effo-deildini, tá hann meisl­ aði sær øsklina. Hann er júst byrjaður at spæla aftur. Vilj­ orm­ur Davidsen hevur verið und­ir skurð og hevur verið skadd­ur í eina tíð. Sostatt eru báðir bakkarnir í stríð móti tíðini, meðan støðan við Sonna Ragnar er heilt øðr­vísi. Hvør skal inn Stóri spurningurin er so hvør skal inn. Bárður J. Hansen er natúr­ligi avloysarin á høgra bakki. Odmar Færø tykist væl fyri og eitt gott boð til mið­verjuna. Eisini Jóhan Troest Davidsen heur spælt á landsliðnum í seinastuni, men á høgra bakki og vinstra bakki. Hann spældi í gjár, eftir at hava verið uttanfyri í eina tíð. Somuleiðis hevur Gilli Søren­sen verið úti í eina tíð, eftir at hann fekk fipur tíð­ liga í dystinum móti Grikka­ landi. Spurningurin er, um lands­liðs­venjarin stólar upp á Aab spælaran til komandi dyst, um Viljormur Davidsen ikki er klárur. Onkur broyting verður so. Tíbetur hevur verjan higar­til staðið seg væl við teim­um broytingunum, sum eru gjørdar móti Rumenia og Grikka­landi. Spurningurin er bara hvørja ávirkan tað hevur, um illa vil til og Jónas Tór Næs, Sonni Ragnar Natte­stad og Viljormur David­sen ikki eru til reiðar. So skulu vit hava eina spild­ ur­nýgg­ja verju í mun til fyrsta valið hjá Lars Olsen. Hallur rokkar Á miðvøllinum sær tó betri út. Serliga Hallur Hans­son er í stórformi í Vend­syssel, har hann bæði er mill­um bes­tu spælararnar og skjýt­ ur mál. Brandur H. Ol­sen liv­ur ein torføra til­veru í stóra høvðus­stað­ar­felag­num, FCK,har tað tað er trong­ligt við spæli­tíð. Tó er lít­ið at ivast í , at bólt­tryggi mið­vall­ ar­in er í góð­ari venj­ing. Nú er eisini farið at bragda hjá Fróða Benjaminsen í lands­kapp­ingini. Hann er javn­an á málskjót­ing­ar­lista­ un­um og tykist vera kom­in fyri seg, eftir eina mis­jav­na byrj­an upp á árið. Somu­leið­ is er ein maður sum Róald­ur Jakobsen væl fyri, meðan Heini Vatnsdal er farin at gera um seg á mið­vølli­num hjá HB. Hann hevur ikki verið upp á tal til lands­liðið síðani hann fór til Dan­mark­ ar eftir farna kapp­ingar­ár og endaði við at spæla við ÍF Føroyum. Eisini René S. Joen­sen er sloppin framat í Vend­syssel. Jóan Símun klárur aftur Á trimum teimum fremstu plássunum hevur Jóan Símun Edmundsson ver­ ið eitt sindur skaddur, men er nú um at verða tøk­ur aftur. Hann hevur havt trupulleikar við lær­krika­ num. Vónandi verður ikki talan um drúgva endur­ venj­ing. Á vengrunum til und­an­farnu dystirnar hava Christ­ian L. Holst og Sølvi Vatn­hamar spælt. Teir spæla í løtuni báðir fast fyri ávika­ vist Fremad Amager og Vík­ ing. Gilli Sørensen er komin seg í AaB eftir fyrrnevnda fipur­in móti Grikkalandi, með­an Kaj Leo í Bartalsstovu er farin at gera um seg í Lev­ ang­er. Úttøkan um eina viku Um eina viku verður lands­ lið­ið úttikið til komandi lands­dyst­irnar. Longu nú er eisini greitt, at øll atgongu­ merk­ini eru útseld til dystin móti Rumenia á Tórsvølli, sum verður 11. oktober. Tað vísir enn eina ferð, at áhugin er óvanliga stór­ur fyri at landsliðið. Til sigar­ nar móti Grikkalandi vóru fá iva­mál, og landsliðið hevði flestu profilunum tøk­ar. Vón­andi verður tað til­feld­ið aft­ur hesa ferð, ella at av­loy­ ar­nir aftur traðka til. Um eina viku skal Lars Olsen úttaka landsliðið til dystin móti Norðurírlandi og Finnlandi í komandi mánaði. Stóri snøkulin er í verjupartinum, har vanliga bakketjan er vekk ella ivasom. Hinvegin sær spennandi út longur frammi á vøllinum Lars Olsen, landsliðsvenjari