Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. august 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. august 2015 · Nr. 93 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jóannes Hansen Tað gekk, sum tað út frá støðutalvuni kundi roknast við, tá ið fimm tey ovastu í gjár áttu mótstøðulið millum fimm tey niðastu á stiga­ talvuni. Allir favorittarnir fingu fult. Einasta undantakið var KÍ, sum við 1-1 við Stórá í Trong­is­vági ímóti TB misti í kapp­ing­ini við HB um síðsta euro­pe­iska plássið. Tað er ikki so merkisvert, at TB og KÍ í ár tvær ferðir hava dystast í Trongisvági, og at úrslitið báðu ferðirnar hevur verið 1-1. Men tað er heilt merkis­vert, at klaks­ vík­ing­ar hava skorað øll fýra mál­ini. Í fyrsta umfari, sum var 1. mars, var tað í síðs­tu løtu, at tað endaði við máli til TB og harvið 1-1, tá ið KÍ verjan legði aftur til málverjan. Og í gjár var tað sambært KÍ málverjan upp­ aftur verri og kendist harvið sum dyggari smeitur, tá ið mis­skiljing, sum Meinhardt Joen­sen tók á seg, endaði við, at vongverjin í høgru, Sør­ mund­ur Kalsø, við høvdinum lyfti bóltin upp um sín egna mál­verja og í málið! Toppliðið B36 vann 5-0 á útivølli ímóti botnliðnum EB/Streymi. Árstalsfelagið er flúgvandi fram ímóti FM heiti­num, og EB/Streymur er við ­ferð á veg ímóti niður­flyt­ ing. Tølini siga, at tað gongst heilt væl – bæði í álopi og verju – hjá toppliðnum. B36 hevur vunnið sjey tær sein­ astu ferðirnar, og tað er heilt merkisvert, at sam­an­taldi málmunurin fyri fýra tær seinastu ferðirnar er 13-0! Sunnudagin fær B36 vitj­ an av Víkingi, sum við 3-1 heima­sigri á ÍF í gjár helt tørn um møguleikan at vin­ na fyrsta FM heitið. Um FM møguleikin hjá Víkingi eftir næsta vikuskifti ikki skal verða heilt burtur, so skulu Sig­fríður Clementsen og hansara menn vinna fulla úr­tøku í Gundadali. Annars verð­ur tað longu eftir 22. um­ far mest sum avgjørt, at B36 aftur í ár verður meistari. Nógv B36 viðhaldsfólk vóru í Streymnesi í góð­veðri­ num í gjár, og tað var heilt týðuligt eftir síðsta bríksl, at nú er FM heitið upp­aft­ ur nærri. Málmunurin er nú betri, enn hann er hjá Vík­ingi, og víkingarnir og NSÍ hava eitt umfar færri at vin­na aftur fjarstøðuna fram til B36. Í gjár vann NSÍ 5-1 á FC Suður­oy, sum legði bragdliga fyri og skoraði til 1-0, áðrenn NSÍ fótaði sær, men so var spurn­ing­urin einans, hvussu trivaligur heimasigurin fór at verða. Skráin hjá teimum trim­ um, sum kappast um FM, sær soleiðis út fram til kapp­ ingar­lok 3. oktober: B36: Víkingur (h), HB, TB (h), KÍ (ú), AB (h) og ÍF (ú). Víkingur: B36 (ú), EB/ Streymur (ú), FC Suðuroy (h), HB (h) og TB (ú). NSÍ: EB/Streymur (h), HB (h), TB (ú), KÍ (h) og AB (ú). Niðurflytingin EB/Streymur er á veg úr bes­ tu deildini. Spurningurin er, um tað verður AB ella FC Suður­oy, sum skal í ferðalagi við teir í Sundalagnum. Lyklauppgerðin um niður­flytingina verður í 24. um­fari, tá ið AB fær vitjan av FC Suðuroy. Í løtuni er FC Suður­oy trý stig undan AB, sum hevur væl betri málmun enn FC Suðuroy. Skráin hjá hesum báðum liðunum fram til 3. oktober sær soleiðis út: FC Suðuroy: KÍ (h), EB/Streymur (ú), AB (ú), Víkingur (ú), ÍF (h) og HB (ú). AB: TB (h), KÍ (ú), FC Suðuroy (h), ÍF (h), B36 (ú) og NSÍ (h). Europa vegurin HB og KÍ kappast um, hvat av hesum báðum liðunum skal spæla í europeisku kapp­ingini næsta summar. Eftir 2-0 heimasigurin á HB næstsíðsta fríggjakvøld var lagið í Klaksvík øgiliga gott. Í gjár sá svartari út, eftir at KÍ lorkaði sigurin burtur á útivølli ímóti TB, meðan HB vísti góðan hugburð á heimavølli ímóti AB. 3-1 sigur­in í fyrstu royndini hjá nýggja venjaranum, Milan Cimbu­rovic, ber við sær, at tað aftur eru fýra stig frá HB og aftur til KÍ. Skráin hjá javnaldrunum og kappingarneytunum um fjórða plássið sær soleiðis út: HB: ÍF (ú), B36, NSÍ (ú), EB/ Streymur (h), Víkingur (ú) og FC Suðuroy (h). KÍ: FC Suðuroy (ú), AB (h), ÍF (ú), B36 (h), NSÍ (ú) og EB/ Streymur (h). Bara spurningur um tíð Við Margáir helt EB/Streym­ ur tørn, inntil lítla løtu und­an steðginum, tá ið B36 skor­aði tvær ferðir. So var spurn­ingurin bara, hvussu stór­ur favorittsigurin fór at verða. -Vit togaðu spælið í síður­ nar, har Høgni Eysturoy og Alex Mellemgaard vóru framrættaðir, og tað kom væl við, tá ið Høgni Eystur­ oy og so Benjamin Heine­sen skoraðu stutt undan steðgi­ num. Nú hava vit fokus á avbjóðingini á heima­ vølli ímóti Víkingi næsta sunnudag. Tað kem­ur væl við, at fleiri av stuðuls­ spælar­unum, sum hesa ferð sótu uttanfyri, tá vera við aft­ur, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein. -Hetta var undarligt. Vit vóru væl skipaðir í verju­ni, inntil næstsíðsta minutt undan steðginum. So skoraðu teir, og tá mistu vit takið. Tað ber ikki til at siga, um tað er verjan ella álopið, sum tað er galið við. Mótstøðuliðini skora nógv mál ímóti okkum, og vit meg­na ikki at skora, stað­ fest­ir EB/Streyma miðverjin Andras Olsen. Tær tríggjar ferðirnar síðani 4-4 ímóti KÍ hevur talan verið um tap við sama­ ntalda málmuninum 1-13! Tað koppaði út um Eiðið Tølini siga, at talan var um lutfals­liga sannførandi heima­sigur. Víkingur vann 4-2 á ÍF, sum eina løtu var aftanfyri 4-1. -Marginalirnir vóru smá­ir, men tað koppaði teim­um til fyrimunar. Teir trýstu okkum nógv fyrstu løtuna, tá ið Philip Djordje­ vic skoraði eftir fínt ein­ mans­avrik í vinstru, men vit fótaðu okkum, og tað var púra opið eftir 1. hálvleik. Bein­an­vegin eftir steðgin áttu vit risa møguleika, men tíverri bjargaði Geza Turi, tá ið Clayton Soares var púra leys­ur. Tá ið teir so øktu um leiðslu­na til 2-0, varð tað tyng­ri hjá okkum, staðfestir Bartal Eliasen. Hann var skaðad­ar­vaður, og tað var ikki ætlanin, at hann skuldi spæla. Men fríggjakvøldið varð Bogi R. Petersen skadd­ ur, og so vóru boð eftir Bartali, sum enn einaferð ofr­aði seg fult og heilt. Víkinga veteranurin og lið­formaðurin Atli Gregersen heldur, at tað verður ikki fyri vakra spælið, at henda granna­uppgerðin fer at verða goymd: -Heldur verður tað fyri fram­úr málini. Innskifti Súni Olsen skoraði til 3-1 við frí­sparki av tí slagnum, sum kemst av venjing og aftur venj­ing, og Hanus Jacobsen skoraði til 4-1 við langskoti við høgra beini, sum kanska ongantíð áður er sætt í Sarpu­gerði. Árni er flúgvandi Teir í heimaleguni vórðu kløkk­ir, tá ið Salmundur Bech beinanvegin og eftir inn­legg úr høgru legði FC Suðuroy framum í Runa­ vík. Gestirnir høvdu fólkið frammarlaga, og NSÍ sekt­ aði, at tað var stórt pláss aftan­fyri verjuna. Klæmint A. Olsen javnaði og skoraði harvið fyri 20. ferð í lands­ kapp­ingini í ár. Eyðsýndasti NSÍ spælarin var Árni Frederiksberg, sum var í framrættaða leik­luti­ num í vinstra borði. Hann skoraði hattrikk – einaferð sneid­di hann framvið mál­ verja­num, áðrenn hann úr spísk­um setti bóltin í málið, og einaferð sendi hann fótbóltur Fýra tær seinastu ferðirnar er einki mál skorað ímóti FM favorittunum, sum hesa ferð vunnu 5-0 ímóti EB/Streymi, ið flytur niður saman við FC Suðuroy ella AB, ið vísti vánaligan hugburð í Gundadali B36 hevur bundið fyri Páll Lervig fc Suðuroy Eg sá ikki dystin í Runavík ídag. So eg fái ikki viðmerkt nakað, uttan at siga, at FC.Suðuroy má reisa seg aftur næsta dyst. fjepparin Rógvi Dam EB/Streymur Skeiva langa tá, vit vóru slett ikki við í dag. Nú standa vespurnar fyri tørni, eg vóni, at vit fara vinna. Saman standa vit sterk. fjepparin Sæbjørn Leiti íf Í dag var var tað betra liði sum vann, dømingin var ikki tann besta men ein góð grannauppgerð Koyr á ÍF fjepparin Allan Smedemark tb Okur takka KÍ fyri enn einum flottum sjálvmálið fjepparin Lissi Mouritsen B36 Ikki eitt eyga turt ..... Einaferð og altíð B36 ! fjepparin Jan B. Antonioussen nsí Gott at fáa ein sigur aftur. Viktugt! Nú er bara at dríva á aftur, og vita um vit klára at fáa eitt mál meira enn seinast vit møttu EB/ Streymi. Góðir ! fjepparin