Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. august 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. august 2015 · Nr. 93 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur spælarameting Neli Heldarskarð Seinastu 10 dagarnir hava verið hendingarríkir í Havnar Bóltfelagi. Tað er ongin loyna, at úrslitini í ár ikki hava staðið mát við høgu krøvunum í landsins størsta fótbóltsfelagi. Hetta mátti nú fyrrverandi HB- venjarin, Heðin Askham, kenna sviðan av, tá ið hann eftir tapið ímóti KÍ á Summarfestivalinum legði frá sær sum venjari hjá HB. Men maður kemur í mans stað. Stutt eftir, at Heðin Askham hevði lagt frá sær gjørdist greitt, at HB valdi eina heldur ótraditionella venjaraloysn. Nýggi maðurin, ið skal stýra skútuni restina av hesum kappingarárinum, er serbiski Milan Cimburovic, ið seinastu árini hevur virkað sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum. Í gjár fekk Milan so sín elddóp í nýggja venjaraleiklutinum, tá ið AB kom á vitjan. Talan var um tvey lið, ið hava verið stóru vónbrotini í Effodeildini. HB, ið hvørt ár setir sær sum mál at vinna FM- heitið, er ikki eingongd við í heiðursmerkjastríðnum, meðan AB bara hevur vunnið ein dyst og er niðurflytingarstrikuni, hóast nógv góð, føroysk fótbóltsnøvn eru at finna á liðnum. Ungur áleypari Milan Cimburovic hevði tó ikki gjørt tær heilt stóru broytingarnar til fyrsta dyst sín. Bulurin á liðnum var tann sami, sum hann hevur verið til seinastu dystirnar. Tó var ein rættiliga áhugaverd broyting í fremstu røð, sum eisini setti sín jaliga dám á dystin. Seinastu dystirnar hevur Poul Ingason avloyst langtíðarskadda Arnbjørn Hansen, men í gjár var tað bert 17 ára gamli Adrian Justinussen, ið fekk kjansin á vandamesta plássinum á vøllinum. Tríggir hendingarríkir minuttir Sjálvur dysturin byrjaði heldur linliga. Sum vant vóru fleiri av áskoðarunum seinir at møta upp, og tí var tað til tíðir sera kvirt í Gundadali, serliga í fyrra hálvleiki. Tað var tó heimaliðið, sum hevði leikligu yvirvágina í fyrra hálvleiki. Hendan leikliga yvirvágin bleiv umsett til mál eftir 18 minuttir, tá ið Bartal Wardum sendi bólt innfyri, sum Fróði Benjaminsen skallaði í mál. Í støðuni sóu hvørki liðskiparin hjá AB, Rói Danielsen, ella málverjin, Niklas Thomsen, sakleysir út. Rói er ein kempa, sum ikki eigur at tapa ein slíkan luftbólt, meðan Niklas stóð í ongamannalandi, so at bólturin spakuliga dalaði afturum hann og í netið eftir skallaran. Síðani hendi ikki tað heilt stóra fyrr enn í 37. minutti, tá ið ketlarnir í Gundadali av álvara fóru at kóka. Fyrst helt Jobin Drangastein seg hava javnað fyri AB, men á sjálvari málstrikuni (ella innanfyri?) megnaði Teitur Gestsson at halda bóltinum. Leikararnir hjá AB vóru týðiliga argir um hesa støðuna og longu í næsta álopinum høvdu teir orsøk at blíva enn meira argir. Christian Mouritsen bleiv spældur leysur og úr stuttari fjarstøðu prikaði hann bóltin í netið til 2-0. HB hevði tó ikki meira enn fingið armarnar niður fyrr enn bólturin lá í hinum málinum. AB gjørdi skjótt av og endin var tann, at fyrrverandi HB-leikarin, Jógvan Skeel Nolsøe varð spældur fríur í vinstru verjusíðu hjá HB og skeyt bóltin í mál úr spískum vinkli. Alt hetta hendi upp á bara tríggjar minuttir! HB koyrdi tað heim Tað hoyrir við til søguna, at síðsta korteri í seinna hálvleiki kom AB væl betri við í dystin. Seinni hálvleikur byrjaði eisini væl hjá argjafrensunum, men tó megnaðu teir ongantíð at skapa nakra veruliga vandamikla støðu, sum hevði kunnað elvt til eitt útjavnandi mál. 3 Teitur Gestsson: Hevði ikki tað heilt stóra at gera. Kundi møguliga tikið málið, men avrikið hjá honum var sum heild góðkent. 3 Jógvan Rói Davidsen Byrjaði inni fyri fyrstu ferð síðani á Ólavsøku. Fínt leikligt avrik, har hann gav sítt íkast í báðum endum. 4 Jóhan Troest Davidsen Tað styrkti væl um verjupartin, at landsliðsleikarin var komin aftur í miðverjuna. Var sterkur allan dystin á tamb og eisini góður í uppspælinum. 3 Rógvi Holm Eydnaðist heldur ofta hjá AB at spæla afturum Rógva og Santos, men Rógvi hevði eisini annað gott at vísa frá dystinum. 4 Alex José dos Santos Var sera álopssinnaður og nógv kom burturúr hansara síðu. Onkuntíð glapp tó í verjupartinum. 4 Bartal Wardum Enn eitt gott avrik av unga miðvallaranum. Er krútsterkur og átti eisini uppleggið til fyrsta málið hjá HB. 4 Fróði Benjaminsen Sum vanligt gekk hann á odda fyri liði sínum. Leikliga avrikið var gott og bleiv harafturat eisini kryddrað við einum máli. 4 Heini Vatnsdal Fylti nógv á miðvøllinum og var eyðsýndur gjøgnum allan dystin. 4 Christian R. Mouritsen Spældi ein sera góðan dyst. Var til ampa fyri AB-verjuna allan dystin á tamb og skoraði eitt mál. 3 Levi Hanssen Hevði onkran góðan túr við bóltinum, og eisini hevði hann ein stóran málkjans tíðliga í seinna hálvleiki. Tó ikki eitt avrik, ið fær áskoðaran upp at flákra. 4 Adrian Justinussen Spældi heldur óvæntað sum fremsti áleypari. Tað gekst honum tó heilt væl. Hóast hann ikki skoraði, so hevði hann nógv gott at vísa á. Her verður serliga hugsað um hansara upplegg til seinna málið hjá HB. 4 Poul Ingason Loksins brast fyri nev hjá tvørámanninum, ið skoraði sítt fyrsta mál í ár. Var ein støðug hóttan ta tíðina, hann var á vøllinum og kundi væl skorað okkurt mál afturat. 3 Teit Jacobsen Gjørdi vart við seg aftaná sína innskifting og tordi væl at bjóða av. Gunnar Haraldsen: Ov stutt inni at fáa eina meting. Nógvir hava umboðað bæði feløgini Stutt er ímillum Argir og Havn, og tað sæst eisini aftur, tá ið hugt verður eftir, hvørjum feløgum leikararnir hjá HB og AB hava spælt við. Av teimum, sum spældu í gjár, var ein fyrrverandi AB-leikari við hjá HB, meðan AB stillaði upp við heili seks leikarum, sum fyrr hava umboðað HB. Nýggi venjarin hjá HB fekk eina sera góða byrjan upp á tilveruna í landsins heitasta venjarasessi. Tað bleiv til ein tryggan sigur ímóti AB í einum dysti, har HB aftur líktist einum veruligum toppliði HB aftur á røttu kós H E S A V I K U N A