mánadagur 17. august 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. august 2015 · Nr. 93
ítróttur
fótbóltur
spælarameting
2
Niklas Thomsen
Átti stóran lut í fyrsta
málinum, og næsta málið kundi
hann eisini møguliga vart fyri.
Tó hevði hann eisini fleiri fínar
bjargingar, men tað er dýrt at
koma afturum.
3
Dion Splidt
Byrjaði á høgra vongi,
men varð fluttur á høgra bakk
miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Kom
væl framvið nakrar ferðir, men
tó var hann ikki nóg nærlagdur í
verjuspælinum.
4
Dimitrijie
Jankovic
Garvaði serbin var ímillum teir
betru AB-leikararnar. Stóð ofta á
røttum staði og nógvu royndirnar
koma honum ofta til góðar.
2
Rói Danielsen
Tapti luftdystin ímóti Fróða
Benjaminsen í samband við fyrsta
málið hjá og stóð ikki á røttum
staði, tá ið HB skoraði sítt triða
mál. Ikki hansara besti dagur.
2
Beinir Ellefsen
Fylgdi ikki sínum manni í
samband við seinna málið. Sum
heild gjørdi hann alt ov nógvar
óneyðugar feilir gjøgnum dystin.
2
Kári Nielsen
Royndi miðvallarin tosaði
nógv og royndi at eggja
viðleikarunum, men tað gekst ikki
so væl í hond hjá honum sjálvum.
Undir miðal.
2
Tróndur Jensen
Var við undirlutan á
miðvøllinum ímóti sínum
fyrrverandi liðfeløgum. Útskiftur
aftaná 76 minuttir.
3
Jobin
Drangastein
Byrjaði á høgra bakki, men varð
fluttur niðan á miðuna rættiliga
tíðliga. Stríddist væl og kann vera
nøgdur við sítt avrik.
2
Kristin R.
Mouritsen
Kom til onkra góða skot- og
innleggstøðu, men í báðum førum
vóru atsóknir hansara ikki nóg
neyvar. Hevur spælt betri dystir
enn hendan.
2
Rógvi Poulsen
Hevur evnini til at vera ein
profilur á AB-liðnum, men hann
vísti tað ikki í gjár. Har kom ikki
nógv burturúr og av tí sama bleiv
hann útskiftur, tá ið eitt korter
var eftir.
3
Jógvan Skeel
Nolsøe
Skoraði eitt gott mál, men sum
heild kom ikki tað heilt stóra
burturúr hjá honum.
Nikolaj Eriksen
Ov stutt inni at fáa eina meting
Mikkjal Hentze
Ov stutt inni at fáa eina meting.
Ístaðin setti HB trumf á,
tá ið eitt sindur meira enn
ein tími var farin. Adrian
Justinussen, ið spældi ein
góðan dyst, var júst blivin
skiftur út við Poul Ingason,
sum ikki var meira enn
komin inn, fyrr enn hann
kom á máltalvuna. Poul varð
spældur leysur ígjøgnum
eina gapandi opna AB-verju,
og einsamallur við Niklasi
meddaði hann bóltin trygt
í kassan til 3-1. Hetta var
eisini fyrsta málið hjá Poul í
Effodeildini í ár.
Aftaná
hetta
málið
var ikki tað heilt stóra at
skriva heim um. HB hevði
gjørt tað, ið gerast skuldi,
meðan AB ikki hevði nakað
serligt at bjóða uppá. Tó
fekk
heimaliðið
spælt
seg til nakrar heilt góðar
støður, og tað var nógv
nærri einum máli til 4-1
enn einum til 3-2. Endaliga
úrslitið gjørdist tó 3-1, og
tað var hóast alt eitt úrslit,
sum eisini endurspeglaði
dystargongdina.
Eitt betri HB
Sigurin var ein tiltrongd
uppreisn til HB, ið undan
dystinum ikki hevði vunnið
nakran av seinastu fýra
dystunum í landskappingini.
Í nógvum av undanfarnu
dystunum hjá HB í ár, har
tað ikki hevur eydnast at
vunnið, hevur tað tykst
sum, at hugburðurin ikki
var heilt har, ið hann skuldi
vera. Nøkur prosent hava
ofta manglað, men hetta
manglaði als ikki í gjár,
har HB-leikararnir runnu
fyri
hvørjum
øðrum
og
samstarvaðu
sum
ein
samantvinnað eind.
Tað
eigur
tó
eisini
at
vera
nevnt,
at
arbeiðsumstøðurnar
hjá
leikarum og venjara ikki
altíð hava verið optimalar
orsakað av nógvu skaðunum,
sum HB hevur havt í ár.
Eisini
til
dystin
í
gjár
vantaðu
bæði
Arnbjørn
Hansen og Rókur av Fløtum
Jespersen, ið ivaleyst høvdu
byrjað inni, um teir vóru til
dystin fús. Tað hevur víst
seg, at neyðugt er við so
fáum skaðum sum møguligt
í hópinum hjá HB, tí at
breiddin hevur snøgt sagt
ikki verið har til at kappast
í FM-stríðnum. Tað vísa
úrslitini í ár eisini.
Komandi uppgávan hjá
Milan Cimburovic og HB
verður í Fuglafirði, har ÍF
tekur ímóti.
AB fær fleiri
møguleikar
AB hevur avrikað betri í
undanfarnu dystunum, enn
teir gjørdu í gjár, og tí er onki
at siga til, at bæði tapið og
leikliga avrikið er eitt stórt
vónbrot
fyri
argjamenn.
Úrslitið er tó ikki beinleiðis
nøkur vanlukka av tí, at
FC Suðuroy eisini tapti sín
dyst. Sostatt er frástøðan til
áttanda plássið framvegis trý
stig, og komandi umførini
koma
fleiri
upplagdir
møguleikar, har tað skuldi
borið til hjá AB at vunnið
sær nøkur lívsneyðug stig í
niðurflytingarstríðnum. TB,
FC Suðuroy og ÍF, sum øll
eru í niðaru hálvu í deildini,
koma øll á vitjan á Argjum,
og tað er í hesum dystum, at
AB skal vísa, um felagið aftur
kann kalla seg Effolið í 2016.
Langt síðani seinast Sigurin hjá HB í gjár
var fyrsti sigurin á heimavøllinum í Gundadali
síðani 25. mai. Tá vann HB 1-0 ímóti ÍF.
Fyri fyrstu ferð í
langa tíð var HB
aftur í kendum
hami. Spælið var
gott og sigurin bleiv
koyrdur trygt heim,
júst sum eitt oddalið
eigur at gera.
Serliga í fyrra hálvleiki var tað ofta kvirt
sum í grøvini á áskoðaraplássunum.
Soleiðis er tað sum heild ofta til
heimadystir hjá HB, har áskoðararnir
ofta ikki veruliga vakna fyrr
enn í seinna hálvleiki. Mælskir
áskoðarar eru við til at betra um
fótbóltsupplivingina hjá áskoðaranum,
so har er pláss fyri betring.
HB-AB 3-1 (2-1)
1-0: Fróði Benjaminsen 18.
2-0: Christian R. Mouritsen 38.
2-1: Jógvan Skeel Nolsøe 39.
3-1: Poul Ingason 64.
Dómari: Petur Reinert
HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen (Gunnar Haraldsen,
82.), Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos
Santos – Bartal Wardum, Heini Vatnsdal – Christian R. Mouritsen,
Fróði Benjaminsen, Levi Hanssen (Teit Jacobsen, 73.) - Adrian
Justinussen (Poul Ingason, 61.)
Gult kort: Fróði Benjaminsen, Jógvan Rói Davidsen, Bartal
Wardum
AB: Niklas Thomsen – Jobin Drangastein, Rói Danielsen, Dmitrije
Jankovic, Beinir Ellefsen – Kári Nielsen, Tróndur Jensen (Mikkjal T.
Hentze, 76.) – Rógvi Poulsen (Nikolaj L. Eriksen, 76.), Dion Splidt,
Kristin R. Mouritsen – Jógvan Skeel Nolsøe
Gult kort: Beinir Ellefsen, Jógvan Skeel Nolsøe
Kristian M. Skála
ab
Einki fjepp...
fjepparin
Allan Enghamar
hb
Nú er bert úrslitið ið ger seg
galdandi, og tí kunnu vit frøðast
yvir 3 stig í dag. Flott knægtar
og tillukku við debut sum
Effovenjara hjá HB Milan.
fjepparin