Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. august 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. august 2015 · Nr. 93 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Torkil Veyhe er kongurin á føroysku súkklubreytini. Tað prógvaði hann um viku­ skiftið, tá hann vann allar tríggjar FM kappingarnar í landa­vegsúkkling. Torkil súkkl­ar til dagligt í bestu deild­ini í Danmark og tað sást aftur um vikuskiftið. Tað hevur gingið væl í donsku A-kappingini í sein­ astuni. Eg hevði nøkur ógvu­ liga góð persónlig úrslit fram ímóti Oyggjaleikum og føldi verðu­liga, at formurin var har hann skuldi. Tað bar frugt og eg megnaði at vinna eina gull og tvær bronsur, sigur Torkil Veyhe um Oyggja­leikirnar og leggur afturat; Formurin er hildin síðani, og hevur tað eisini ført til góð úrslit her heima í Før­oy­ um. Fyrst og fremst samlaði sigurin í Volvo Kring Før­oy­ ar, har eg vann fýra av fimm etapum. Hetta viku­skift­ið kann eg eisini rópa meg trí­ faldan FM vinnara, skrivar Torkil Veyhe á Facebook. Torkil nógv bestur Í døgunum frá 13. til 15. august skipaði Tórshavnar Súkklu­felag fyri FM í landa­ vegs­úkkling. Kappast bleiv dag um dag, og burtursæð frá hós­degnum, bleiv kappast í fagr­asta veðri. Hódagin bleiv kappast í landa­vegsúkkling, fríggja­ dag­in í einkultstarti og leygar­dagin í býarsúkkling. Ongin ivi var um hvør sterk­ asti súkklarin var, og allar dag­ar var sigurin hjá Torkil Veyhe sannførandi. Ongni kundi bjóða honum av, og ong­in megnaði at halda hjólið tá hann setti ferð á súkklu­na. Tað er ikki heldur ikki so undar­ligt, eftirsum Torkil dag­liga koyrur í besti deildini í Dan­mark, har hann lesur og býr, skrivar heimasíðan hjá Tórs­havnar Súkklufelag. Serliga áhugavert var úrs­ litið í Vágunum, tá kapp­ast varð í einkultstarti. Koyrt bleiv 30 km framvið Leitis­ vatni, koyrt bleiv tríggjar ferð­ir millum FK í Miðvági og Flogvøllin. Meðalferðin hjá Torkil var 43 kilometrar um tíman. Tað er rættiliga gott tá hugsað verður um, at súkklarin skal heilt niður í ferð hvørja ferð vendast skuldi. Gunnar Dahl-Olsen vann trý silvurheiðursmerki, og Sigmund Olsson tvey bronsu­heiðurs­merki. Jóanis Al­bert Nielsen, ið luttók á før­oys­ka súkklulandsliðnum á Jer­sey fyrr í summar, lut­ tók bara fríggjadagin, tá kapp­ast varð í einkultstarti. Tað bleiv til eitt triðjapláss á heimavølli, skrivar Tórs­ havn­ar Súkklufelag á heima­ síðu­ni. Hørð kapping í motiónsbólkinum Í motiónsbólkinum var javnt í øllum kappingunum. Rógvi Róin, Jan Hjaltalin, Kjart­an Egholm og Jógvan Loren­zen vóru javnir í styr­ ki. Teir skiftust eisini um at vinna. Rógvi vann einkult­ startin, Jan vann landa­vegs­ úkklingina og Jógvan býar­ súkk­ling­ina. Systrar kappaðust hjá kvinnunum Tvær systrar bjóðaðu hvør øðrum av, og vóru tað vest­ mannasystrarnar Birita og Svanna Poulsen, sum nú báð­ ar eru farnar at súkkla. Birita luttók ikki hós­ dagin, men var við fríggja- og leygardagin. Birita hev­ ur vant súkkling nakað longri enn Svanna, og tað sást kanska aftur í einkult­ starti­num, tá Birita vann við umleið fýra minuttum. Men báðar vóru stinnar og spenn­ andi verður at fylg­ja teim­ um næstu árini. Før­oys­ka súkkluárið endar við FM, og hetta vóru tí seinastu kapp­ ingarnar í ár. trondur@sosialurin.fo Torkil Veyhe er føroyski súkklukongurin Súkkling: Torkil Veyhe setti um vikuskiftið ein tjúkka striku undir, at hann er fremsti súkklarin vit eiga í landinum. Um vikuskiftið vann hann trý FM gull. Hann er sostatt FM vinnari í landavegsúkkling, einkultstarti og býarsúkkling Mynd: (Torkil Veyhe/Facebook)