mánadagur 17. august 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. august 2015 · Nr. 93
ítróttur
Um ein googlar Deja-vu, so
finnur ein myndir av TB og KÍ
(KÍ hevur spælt tvær ferðir
1-1 í Trongisvági í ár, og
hevur skorað øll fýra málini)
Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2:
Ítróttini tørvar ein
munadyggan styrk
Føroysk ítrótt hevur tørv á
at fáa eina munandi hægri
játtan komandi árini. Í mong
ár hevur als einki samsvar
verið millum tørv og játtan.
Tí rópar Ítróttasamband Før
oya nú varskó. Ein umfatandi
tørvsmeting
er
latin
al
mennu
myndugleikunum,
sum kann nýtast, tá ið ar
beiðið við Løgtingsins fíggj
arlóg fyri 2016 byrjar, boðar
ÍSF frá í tíðindaskrivi.
-Í 2008 gjørdi ÍSF eina
kanning av virðinum av
samlaða sjálvbodna arbeiði
num í føroyskari ítrótt.
Sjálvbodna arbeiðið varð
tá mett at vera 46 millión
ir krónur. Verða hesar 46
milliónir krónur samanborn
ar við tær uml. 7 mió. kr. sum
ÍSF fær á løgtingsfíggjarlóg
ini um árið, sæst týðiliga, at
samsvar als ikki er millum
tørv og játtan, sigur Petur
Elias Petersen, forseti í ÍSF.
Í tørvsmetingini, sum er
latin almennu myndugleiku
num, verður millum annað
víst á, at tað er neyðugt
at byggja nýtt ÍSF hús, at
játtanin til virksemið hjá
sersambondunum eigur at
hækka og at fleiri pengar
mugu setast av til ÚRVAL
skipanina og altjóða puljuna.
-Felagsskapur okkara er
væl og virðiliga grundaður á
góð og sunn virði, sum hava
týdning fyri alt Føroya fólk
Játtanin til ÍSF er ikki ein
útreiðsla á fíggjarløgtings
lógini. Játtanin til ÍSF er ein
íløga í vælveruna. Eisini er
hetta ein íløga í ein felagsskap,
sum við stoltleika, roysni og
brøgdum umboðar Føroyar í
altjóða høpi. Tað er neyðugt
við einari hægri játtan, soleiðis
at vit megna at møta krøvun
um, sum nútíðin og framtíðin
setir okkum, heldur Petur
Elias Petersen.
ÍSF hevur biðið um 29,7
milliónir krónur.
www.hb.fo:
Í fyrstu royndini sum venjarar hjá besta liðnum megnaðu Milan og Jan at
hála trý stig í hús. Samanumtikið varð talan um ein góðan og sannførandi
sigur.
www.b36.fo:
Fimm mál, fimm málskjúttar og hvørki skaðar ella gult kort. Dagurin í dag
gekk akkurát, sum vit høvdu vónað og roknað við.
www.if.fo:
Mong eru tey, ið spyrja, hvussu kann tað bera til, at eitt lið við slíkari
manning ikki er komið longur ? Hvussu kann tað bera til, at liðið í einar 15
minuttir kann spæla fram úr góðan fótbólt, fyri síðani at vísa seg sum eitt
lið í 4. deild ? Eru allir okkara leikarar í nóg góðari venjing ?
www.tsf.fo:
Torkil Veyhe sannførandi. Ongini kundi bjóða honum av, og ongin megnaði
at halda hjólið tá hann setti ferð á súkkluna.
www.svimjing.com:
Cecilia Wigant Eysturdal vann í dag bronsu á Norðurlendsku
Meistarastevnuni í Open Water svimjing, tá ið hon á 5 km teininum svam
teinin uppá 1:08.10
www.vikingur.fo:
Eitt mál kom í yvirtíðini. Atli hevði vist fingið samkenslu við grannunum og
legði eina afturlegging til Lawal, ið spældi tvørtur um til Andy, ið minkaði
um munin.
heimasíðurnar skriva...
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
ÍSF hevur kunngjørt skriv, har føroyska ítróttar
sambandið biðjur um 29,7 milliónir til rakstur, menn
ing og íløgur í føroyskan ítrótt. Tó at talið tykist
óalmindiliga høgt, so er ongin ivi um, at føroyskur
ítróttur skjótt eigur tørn.
Vit erpa okkum av Páli Joensen og øðrum
ítróttarfólki, tá tey standa seg væl kring heimin,
men gloyma at stuðla teimum, tá tey mest hava
brúk fyri tí. Pál Joensen er ikki eitt produkt av før
oysku ítróttarumstøðunum, men kláraði tað hóast
umstøðurnar. Vit kenna jú øll søguna um lítla hylin
í Vági, har Pál vaks upp.
Í vikuni bleiv Pál Joensen(Nú Pál Vitalis Joensen)
giftur í Páls Høll, sum er uppkallað eftir honum.
Nýggja svimjihøllin í Vági er eitt tekin um tvey ting.
At ótrúliga nógv ber til um vilji er til staðar, men
eisini at landið ikki megnar sína uppgávu á ítróttar
økinum.
Í komandi viku verður HM í frælsum ítrótti í
Bejing í Kina. Ongin føroyingur er í nær námind av
at lutaka. Eg síggi tó javnan nógv ung fólk venja á
Tórsbreyt og tað tykist sum, at frælsur ítróttur er
í viðgongd.
Tað er tí týdningarmikið, at landið ger sín lut, tí
ítróttarfólkini gera sítt. Men eins og við nógvum øðr
um, so eru karmar og tryggleiki ein stórur partur av
kunna hugsavna seg um at gera ítrótt burturav.
Hvussu skulu vit vænta av okkara ítróttarfólki,
at tey skulu seta arbeiði, familju og útbúgving part
vís til síðis, fyri at vinna seg á toppin, tá tey ikki vita
um tey eru keypt ella seld.
ÍSF hevur sett á stovn Úrvalsítrótt, har okkara
fremstu kunnu fáa stuðul til at hugsava seg um
bara at gera ítrótt. Pál Joensen hevur verið stóra
fyrimyndin og rættvís so, hevur hann fingið mesta
av stuðlinum, sum samanlagt hevur verið 800.000
krónur um árið.
Nú ynskir ÍSF at økja stuðulin til 2,5 milliónir
krónur. Skulu fólk í politisku skipanini framvegis
ganga og taka í hondina á okkara bestu
ítróttarfólkum, nýta høvið til at halda røður og taka
myndir, so mugu tey í minsta lagið vera við til at
gera nøktandi karmar.
Hóast nógvar útreiðslur, ferðing og PR arbeiði í
samband við undanfarnu leikirnar, so hevur tað ikki
eydnast Føroyum at fáa Oyggjaleikirnar til landið, tí
tá gjaldast skal, so vil ongin skriva undir.
Føroyskur ítróttur er á einum vegamóti, har vit
antin sigla enn longri afturúr, ella kunnu brúka við
rákið til at fáa Føroyar á heimskortið í ítróttarheimi
num.
Tað er ov lætt at halda røðu, klappa og taka mynd,
tá føroyskur ítróttur bragdar á altjóða pallinum – um
tú ikki eisini vísir sama stuðul á politiska pallinum
millum brøgdini. Tað er har hornasteinurin verður
lagdur.
trondur@sosialurin.fo
Føroyskur
ítróttur á
vegamóti
Ítróttar
klumman
Tróndur Arge
Petur Elias Petersen
www.isf.fo