týsdagur 18. august 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94
12
Sosialurin
Danjal av Rana
Myndir: Lydia Hansen
Turið Elinborgardóttir um
boðaði um vikuskiftið Føroy
ar í Miss Universe kappingini
í Keypmannahavn og endin
varð, at hon gjørdist numm
ar tvey. Hon fekk tí heitið
sum Miss Earth.
– Eg eri ómetaliga glað
og stolt yvir at hava vunnið
heitið sum miss Earth, sigur
Turið Elinborgardóttir, sum
kom aftur til Føroya longu
mánamorgunin.
Hon greiðir frá, at kapp
ingin byrjaði longu fríggja
dagin, tá undanumfarið varð.
– Tá høvdu allar gentirnar
eina stutta samrøðu við
dómararnar, umframt at vit
vístu okkum fram, og í veru
leikanum var fyrsta útvelj
ingin, har talið av teimum
luttakandi verður skorið nið
ur til 12, longu framd fríggja
kvøldið, tó uttan at nøkur
okkara visti av tí, sigur Turið
Elinborgardóttir.
Leygardagin varð tað so
aftur upp á pallin at fram
føra ein dans, at vísa seg fram
í bikini og at vísa seg fram
í kjóla, áðrenn seks gentur
aftur at vóru soldaðar frá.
– Til seinast vóru vit so
tríggir finalistar eftir, og
eg var so heppin at gerast
nummar tvey í kappingini
og vinna heiðurin sum Miss
Earth. Tí slepp eg eisini at
umboða Danmark í Miss
Earth kappingini, sum verð
ur hildin í Wien í Eysturríki 5.
desember í ár, sigur hon.
Turið
Elinborgardóttir
greiðir frá, at ein munur mill
um Miss Universe og Miss
Earth kappingarnar er, at
Miss Earth kappingin tykist
leggja meiri dent á umhvørvi
og nátúrligan vakurleika.
– Í miss Earth skulu vit
ikki nýta smyrsl til fram
førslurnar, umframt at tað
tykist sum, at størri dentur
verður lagdur á innara vak
urleika, sigur hon.
– Tað virkar eitt sindur
snedigt, at skula luttaka í
Miss Earth, tí felagsskapurin
aftanfyri hesa kappingina
hevur eitt tætt tilknýti til
Greenpeace. Eg mátti tí líka
fara at lesa upp á, at vita
hvørja støðu Greenpeace
hevur til grindadráp, men
sum eg skilji, so er Green
peace ikki líka nógv ímóti
grindadrápinum sum Paul
Watson. Tey fara tó uttan
iva at bíta merki í, at eg eri úr
Føroyum, tá eg skal luttaka
í Wien, men eg vænti ikki,
at tað verður nakar vansi
fyri meg. Eg ætli mær als
ikki at dylja, at eg komi úr
Føroyum, hóast eg í hesum
sambandinum umboði Dan
mark, sigur Turið Elinborgar
dóttir.
Umframt at verða kos
in Miss Earth, varð hon
eisini kosin Miss Critical
Beauty.
Critical
Beauty
er høvuðsstuðul av Miss
Universe
kappingini,
og
varð
hendan
kappingin
avgjørd við at fólk kundu
atkvøða fyri gentunum á
sosialu
miðlunum.
Turið
Elinborgardóttir fekk flestar
atkvøður, og varð tí kosin
Miss Critical Beauty.
Cecilie Wellemberg varð
annars kosin Miss Universe
Danmark 2015.
BARA EIN VAR
Turið Elinborgardóttir úr
Havn, sum umboðaði Føroyar,
gjørdist nummar tvey í Miss
Universe kappingini á Bella
Sky sentrinum um vikuskiftið