týsdagur 18. august 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94
Sosialurin
Turið Elinborgardóttir var
ikki einasta føroyska um
boðið í Miss Universe kapp
ingini um vikuskiftið. Maria
Andreasdóttir Sørensen, sum
er ættað frá Gjógv, umboðaði
heimkommunu sína, Vejen,
og fekk hon eisini eina heið
ursløn. Hon varð kosin Miss
Congeniality 2015, sum best
kann lýsast sum fittasta
gentan í kappingini.
Heiðurin sum Miss Con
geniality verður latin til ta
gentuna, sum hinir luttak
ararnir meta vera ta fittastu
gentuna í kappingini.
– Persónliga hevur ein
slíkur heiður nógv at siga
fyri meg. Eg eri so glað fyri, at
hinar genturnar halda, at eg
lyfti tær upp, at eg var tann,
teimum dámdi best at vera
saman við. Allar genturnar
vóru so drivnar, stuðlandi og
fittar hvør við aðra. Eg eri púra
ovfarin av, at tær halda, at júst
eg hevði uppiborið hendan
heiðurin, tí eg strembi altíð
eftir, at fólk skulu trívast og
kenna seg væl í míni nærveru,
sigur Maria Andreasdóttir
Sørensen.
Maria
Andreasdóttir
Sørensen, ið sum nevnt um
boða Vejen kommunu, er
ættað frá Gjógv. Hon er 22
ára gomul og lesur í løtuni
til tíðindafólk á Syddansk
Universitet í Odense. Um
framt hetta arbeiðir hon
sum modell og sjónleikari og
týðir tilfar til heimasíðuna
purewellness.dk.
– Eg eri uppvaksin á ein
um bóndagarði á Jyllandi,
hjá føroysku ommu míni,
Maria á Gjógv ella Maria
Sivertsen, gift Sørensen. Tað
er eftir henni, eg eri nevnd.
Hon er mín størsta fyrimynd
og tann besta eykamamman,
eg kundi droymt um. Hon
gjørdi
tjúkkar,
føroyskar
pannukøkur og sang, fram
førdi og lat meg og beiggja
mín liva sum í eini søgu hjá
Astrid
Lindgren.
Okkum
fattaðist einki, sigur Maria
Andreasdóttir Sørensen.
Sum
luttakari
í
miss
Universe, hevur hon gjørt
nógv burtur úr at savna
peninga til ymisk endamál,
millum annað til ellisheimið,
sum omma hennara er á nú.
– Eg vóni, at halda á við tí
framyvir, og í løtuni eri eg í
samband við fyrireikararnar
av eini legu fyri børn við
krabbameini, sum verður í
heyst. So eg vóni, eg kann
nýta mín »vakurleika« til
at savna pening til slíkar
legur. Harumframt vóni eg,
at luttøkan her, verður ein
pallur móti dreyminum at
gerast sjónleikari. Tað er
mín stóri dreymur, at liva
av at liva meg inn í ymiskar
leiklutir. Tað er sum at spæla
allan dagin, sigur Maria
Andreasdóttir Sørensen, sum
longu mánamorgunin fór til
Tailands, har hon komandi
hálva
árið
skal
vera
í
starvsvenjing hjá ScandAsia,
sum er ein tíðindaportalur
fyri skandinavar, búsitandi
í Asia.
Maria er tann
fittasta
Maria Andreasdóttir Sørensen, sum er ættað
frá Gjógv, varð kosin tann fittasta gentan í
Miss Univserse kappingini um vikuskiftið
Laila av Reyni var triðja før
oyska umboðið í Miss Uni
verse kappingini. Tó at hon
ikki var ein av luttakarunum,
var hon í stóran mun til
staðar á pallinum. Hon hevði
nevniliga gjørt kjóla til allar
25 luttakararnar og einans
tvær teirra valdu ikki at nýta
hennara kjóla.
– Harumframt var fyrr
verandi vinnarin í einum av
mínum kjólum, umframt at
fleiri av mínum kjólum eisini
vóru at síggja á reyða løp
aranum, sigur Laila av Reyni.
Upprunaliga skuldi hon
einans gera ein kjóla til farna
vinnaran, sum skuldi handa
nýggja vinnaranum Miss
Universe krúnuna, men sum
tíðin leið, varð hon biðin um
at gera kjólar til allar lut
takararnar.
– Tað er sera stuttligt
at eiga ein pall á hendan
hátt, at eiga allar kjólarnar
á pallinum. Tað ger, at eg
kann draga ein reyðan tráð
gjøgnum alt kvøldið, sigur
Laila av Reyni.
Laila
av
Reyni
sigur,
at hetta hevur verið eitt
ómetaliga stuttligt upplivilsi.
– Allan vegin ígjøgnum
havi eg følt meg sera virðis
metta og tað er stuttligt at
fáa so nógva viðurkenning.
Hetta hevur eisini opna
dyr til nýggjar avbjóðingar,
millum annað eitt samstarv
við
GOLD
hárproduktir,
sigur Laila av Reyni.
Hon hevði tó ikki megnað
hetta einsamøll, og vil tí rósa
samstarvsfelaga síni, Anniku
Maisonsdóttir Mellemgaard.
– Hon hevur verið við til
allar framsýningarnar hjá
mær og í Danmark syrgdi
hon fyri, at kjólarnir sótu
sum
teir
skuldu.
Uttan
hana hevði túrurin verið
ómetaliga nógv strævnari,
sigur Laila av Reyni.
Hon sigur eisini, at hon
longu
hevur
gjørt
eina
munnliga avtalu við fyri
skiparan, um at hon skal
gera kjólar til luttakararnar
næsta ár.
– Hesaferð havi eg betri
tíð, men satt at siga, so ar
beiði eg best undir einum
evsta marki, so allarhelst
verið eg líka stressað næsta
ár, hóast eg veit tað longu nú,
sigur hon.
Turið
Elinborgardóttir
var í einum kjóla frá Lailu
av Reyni í kappingini leyg
ardagin, men Laila av Reyni
sigur, at hon fyribils ikki
hevur gjørt nakra avtalu við
nýkrýndu Miss Earth Dan
mark um at gera ein kjóla
til hennara til Miss Earth
kappingina í desembur.
– Tað geri eg tó fegin.
Turið var vakrasta gentan
í kappingini. Hon vaks fyri
hvørt umfar hon fór gjøg
num, og kundi sum einki
vunnið kappingina, sigur
Laila av Reyni, sum eisini var
ein av dómarunum í kapp
ingini.
Skal gera kjólar
aftur næsta ár
At eiga allan pallin ger, at eg kann draga ein reyðan
tráð gjøgnum alt kvøldið, sigur Laila av Reyni