Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Góðveðurskvøldið tann 7. novembur í fjør bleiv eg uppringdur av góðum vini, ið vegna ommu greiddi mær frá, at abbi var farin ein túr oman í bátin, men var nú ikki at síggja nakrastaðni. Eftir fáum sekundum var alt frá frøi við hús broytt til ótta og stúran. Komin oman á Kongabrúnna hoyrdi eg eyðkenda motorljóðið frá bát­inum, ið gekk við ov høg­ um snúningum, sum vildi hann boða frá, at her var álvari í. Eftir at vera funnin, bleiv seinni staðfest, at mín góði abbi og trúfasti vinur var deyður. Tað vóru tung boð at fáa – og ikki minst hjá ommu. Míni fyrstu 6 ár búðu vit hjá ommu og abba, og har hevur ein altíð trivist væl. Hóast 5 ára gamalur, minnist eg væl okkara fyrsta túr á floti saman. Tað var byrjanin til eina langa røð av óteljandi túrum, góðum og stuttligum løtum í bátinum saman. Abbi kendi sera væl til streymviðurskifti og fiskimið á okkara leiðum. Var óalmindiliga tolin, raskur og hevði hann eina sera róliga atferð. Fyrstu túrarnar hevði ein kanska hug at ótolnast, tá longri bleiv í millum fiskarnar, men tá var ofta hansara stutta og einasta viðmerking, ”kanska vit fáa onkran, tá tað fer at snara”. Hann fekk sum oftast rætt. Tá bleiv ótolni á dronginum skift út við frøi og spenning, og sum frá leið skilti ein eitt sindur meira. Í bátinum var abbi í sínum rætta elementi, serliga tá nógv var at fáa, og har kundu vit standa og práta um lívsins viðurskiftir upp í tímar, dag út og dag inn ímeðan vit passaðu snellurnar. Hann visti nógv. Var gløggur og hevði sera gott minni til tað síðsta. Tað kom ikki fyri, at hann tosaði ilt um onnur. Abbi hevði ígjøgnum lívið uppnátt ymiskt, men lítillátin sum hann altíð var, hoyrdi eg hann ongantíð nevna eitt einasta orð um nakran heiður, hann hevði fingið fyri nakað. Bleiv hann spurdur um eitt hvørt, gav abbi altíð eitt erligt og til tíðir óinnpakkað svar á sínum reina havnar-málið. Ein kundi spyrja hann um alt. Abbi vísti altíð álit og stuðlaði hann øllum, ið ein gjørdi ella tókst við. Tók ikki hjálp frá øðrum til sín sjálvan fyri givið, men sjálvur stóð hann altíð fremstur í røðini, tá onnur høvdu brúk fyri eini hjálpandi hond. Skuldi ein av landinum ella koma aftur, var fyrsta viðmerking ”skal eg koyra teg ”. Tað kom eisini fyri, at abbi koyrdi bilin vestur á flogvøllin til børn og abbabørn, ið skuldu koma á vitjan. Stillaði bilin og tók so sjálvur bussin suðuraftur til Havnar, um plásstrot var í bilinum suðuraftur. Tað var eisini nakað heilt serligt, at fara til morgunmat heima hjá ommu og abba, ið eg dagliga var. Abbi gekk høgt upp í at øll, bæði gestir og húsfólk, sótu væl og fingu tað besta. Kl 8 plagdi eg at møta upp, og í tí løtu hann varnaðist, at eg var komin, peikaði hann á nýggjastu avísirnar, sum eg kundi lesa ímeðan hann fór í køliskápið eftir rullupylsu frá Otto Rein­ert. Rullupylsuna still­ aði hann við har eg sat, og síðani eftir kaffinum sum var nýgjørt fyri at skeinkja. Alt meðan ein sjálvur sat niðri og fekk alt serverað. Hann skonkti altíð upp í koppar fyri fólk, og fyrr tá fleiri vóru um borðið, serliga børnini, plagdi hann at skeinkja og eftir ynski koyra mjólk í, sukur í og til síðst røra í koppinum eisini. Seinastu tíðina plagdi sonur mín Jósef, sum abbi var so góður við, at vera við á vitjan. Abbi var nærlagdur, per­ tentligur og sera fittur í hond­unum. Í hansara verð var tað bara ein máti at gera tingini uppá, og tað var at gera tingini ordiligt fyrstu ferð. Okkara høvuðs- og felags áhugi var báturin, sjógvurin og tí, ið har til hoyrdi. Hvar enn vit komu, eisini í tí sam­ bandi bleiv hann møttur við virðing, gleði og hann kendi nógv fólk. Abbi tók eins ímóti øllum menn­iskjum hann møtti. Abbi var sera álítandi og trúfastur. Gloymdi ongan­ tíð eina avtalu, gekk høgt upp í at passa seg upp og at møta til tíðina. Um vit skuldu á flot og avtalað var, at hann skuldi koma eftir mær við bili, stóð hann sum oftast í túninum 5-10 min áðrenn avtalað tíð. Um hann kom júst avtalaða tíð, kundi hann umbera seg við at vera komin at koyra aftan fyri eitt nú »fejebilin« um morgunin á veg út eftir mær. Góði abbi, hettar eru nú alt minnir hjá mær. Minnir um góðar og ríkar løtur saman, sum eg eri so ómetaliga glaður fyri. Minnir sum eg fari at minnast aftur á við gleði, so leingi eg kann. Vit báðir náddu ikki at siga hvør øðrum farvæl, áðrenn løtan var komin. Tað kunnu vit »hava til góðar«, sum tú plagdi at taka til. Takk fyri alt. Heilsan Jógvan Jóannes fyllir 60 Í dag, mikudagin 19. august, fyllir Jóannes Hansen á Toft­ um 60 ár. Hann er lærari í Mið­námsskúlanum á Kambs­ dali og HF skeiðnum í Klaks­ vík, hann hevur í nógv ár skrivað fyri Sosialin, og hann er millum annað kend­ur frá valsendingum í sjón­varp­in­ um. Hesin inngangurin er skor­in eftir sama leisti, sum tær hundrað tals greinarnar, Jóannes hevur skrivað í navna­síðunum í Sosialinum. Eing­in hevur skrivað fleiri greinar av hesum slagnum enn føðingardagsbarnið, sum er áhugaður í fólki og familju, og sum Føroya Portalurin eft­ ir síðsta løgtingsval segði av løg­regluni var ákærdur fyri at kenna ov nógv fólk og at vita ov nógv um føroy­ing­ar! Síðani 1994 hevur Jóannes upplýst og undirhildið okkum í sjónvarpinum upp á sín egna og føroyska máta. Hann hev­ur onkuntíð sagt, at tá er uppgávan umleið tann sama, sum tá ið hann undirvísir ein­ um flokki av ungdómum. Eft­ ir síðsta løgtingsval skriv­aði formaðurin í kring­varp­stýr­ inum á facebook, at Jó­annes var í heimsflokki! Tað var vorð­ið sum skoðsmál at fáa! At hava verið næmingur hjá Jóannesi fylgir tær alt lív­ið. Eitt er, at undirvísingin er áhugaverd, og at lærarin gongur upp í tað, og er fak­ liga og menniskjaliga en­ ga­geraður. Eitt annað er, at hann dyrkar sambandið við fyrrverandi næmingar. Í før­ oysku fjølmiðlaverðini eru tað ikki so fá, sum hava havt Jóannes í samfelagsfrøði, og sum siga, at tað var við til at kveikja teirra áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og var við til at leggja lunn­ar und­ir áhuga fyri journali­ stikk­in­um. Longu 1975-76 var Jóannes í nakrar mánaðir blaðstjóri á Norðlýsinum. Eftir lestar­ árini í Keypmannahavn, har hann lærdi til lærara og síðani las samfelagsfrøði og geografi, hevur hann skriv­ að fyri Sosialin. Harvið er hann tann av teimum, ið nú skriva í blaðið, sum hevur verið longst í tænastu hjá Miðlahúsinum. Í fyrstuni var tað mest sum bara um fótbólt og ítrótt, eitt nú kappróður, talv og svimjing. Øll vita, at hann var við til at lyfta fót­ bólts­greinar og ikki minst hag­tølini upp á eitt hægri støði. Við fjølbroytta áhuganum fyri fólki og samfelagnum og fakliga førleikanum hev­ ur Jóannes skrivað um so mangt annað: eitt nú poli­ tikk, búskap, søgu og sið­søgu, ferða­frá­sagnir og so navna­ til­farið. Sjálvt um hann produ­ ser­ar skjótt og serliga fyrru árini ógvuliga nógv, er tað, sum Jóannes letur av hond­ um, eyðkent av, at tað er gjøg­numarbeitt, og at tað er upp­lýsandi og hevur poeng. Yvir­skriftirnar hava ein boðskap, málsligi førleikin er góður, og pennurin er eina­ standandi lættur. Tilfarið verður leverað til tíðina uttan nakað roks, og tað er ikki frítt, at fleiri sum eru komin aftan á Jóannes, royna at leggja seg at stílinum hjá honum. Tey fyrstu árini var undir­ skriftin –nn-. Eftir lestrarár í Oxford 1995-1996 hevur hann oftast skrivað við fullum navni og á navnasíðunum onkuntíð við J ella JH ella Jóannes. –nn- varð jarðaður í Oxford, plagar hann onk­un­ tíð at siga. Onkur av teimum, ið hava starvast leingi í Miðla­ húsinum, hava tó ikki heilt vant seg av við heitið –nn-. Hjá journalistum er tað forrættur av hava onkran at sparra við. Um tú spyrt Jóannes um faktuellar upp­ lýsingar ella sparrar við hann um møguleikar fyri greinum og vinklum og sendingum, so er hann fyrikomandi, tekur sær góða tíð, og tú fært altíð svar og nýggj hugskot. Eisini um tað eru spurningar, sum ein fótbóltsvenjari hava at drag­ast við! 2006 til 2011 var Jóannes rektari á Læraraskúlanum. Hann segði í 2006, at setn­ ing­urin var at broyta inni­ haldið í útbúgvingunum, at skipa undirvísingina av nýggj­um og at fyrireika saman­legging av skúlanum við Fróðskaparsetrið. So undir­strikaði hann, at talan var um fimm ára sáttmála, og at hann fór at vera síðsti rektarin á Frælsinum. Við stuðli frá MMR og politiska myndugleikanum og saman við góðum starvsfeløgum eydn­aðist tað at broyta inni­ haldið í útbúgvingunum og at skipa undirvísingina av nýggjum. Í góðum sam­starvi við Jóan Paula Joen­sen, sum tá var rektari á Fróð­skapar­ setrinum, var farið undir samanleggingina, áðrenn Jó­ annes 1. august 2011 fór aftur í starvið á Kambsdali og í Klaksvík. Jóannes er giftur Sannu fødd í Túni á Toftum, har tey búgva. Genturnar báðar eru komnar aftur eftir útbúgving í Keypmannahavn. Randi og Símun J. Hansen búgva í Saltangará, og Elisabeth og Jóhan á Lakjuni búgva á Toftum. Tey fimm abba­børn­ ini – fýra gentur og ein drong­ ur - fylla nógv, men tíbetur er orkan enn so mikið stór, at hann framvegis skrivar fyri Sosialin. Jóannes er klaksvíkingur á Toftum. Foreldrini eru Ragnhild og Karsten (1920- 2001), sum í 1950 fluttu úr Svín­oy og bygdu á Heygum. Tað passar Jóannesi væl, at ein stórur partur av ar­beiðs­ tíð­ini er á HF skeiðnum í Klaks­vík. Hvussu tað var at vaksa upp í útróðrarheimi og í granna­lagi saman við nógv­ um nýbyggjarum og til­ flyt­arum greiddi hann væl frá á gongu­túri saman við morgun­sendingini hjá út­ varp­in­um fyri nøkrum árum síð­ani. Hjartaliga til lukku á 60 ára degnum. Takk fyri gott samstarv í mong ár. Vit vóna, at tú framvegis fert at senda okkum tilfar, og at telefonin hjá tær sum vant svarar, tá ið okkurt er at ringja at spyrja um. SOSIALURIN Eyðun Klakstein Minningarorð um abba mín Jens Peter Arge F. 10.08.1936 – D. 07.11.2014