Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Elsa av Reyni 95 ár Elsa av Reyni er borin í heim í Porkeri 18. august 1920, dóttir Onnu f. Djurhuus úr Skemmuni í Porkeri og Johan Thomsen, ættaður úr Gloppinum í Fámjin. Johan var timburmaður og keyp­maður. Rak saman við Onnu útihandilin hjá Garða­monnum í Porkeri eftir verforeldur síni Petru og Johan Djurhuus, eins og hann røkti ymisk álitisstørv í bygdini. Í Skemmuni búði á barna­ árum og í ungdómsdøgum Elsu saman við foreldrum og systkjum hennara omman, Petra í Skemm rópt, sum and­aðist í 1948, 95 ára gomul. Elsa, ið er fjórðyngst av ellivu systkjum, var gift Ing­ álvi av Reyni, 1920-2005. Systkini, ið eftir eru á lívi, eru Andrew (f. 1925), ið var giftur við Fridu, f. Olsen úr Vági, og Sigrid (f. 1926), ið var gift við Daniel Poulsen úr Porkeri. Systkini, ið farin eru, eru Petra (Diddan), gift Niels Wang úr Kaldbak, Jacob, giftur Inu, f. Olsen úr Keypmannahavn, John, giftur Jonhild, f. Dam úr Havn, Fina, gift Sigirdi av Reyni úr Havn, Hans (Hans­ mann), giftur Onnu Sofíu, f. Tausen úr Hovi, Astrid, gift Jákupi á Dul í Havn, Sofus, giftur Mari­onnu, f. Simonsen úr Hoyvík, og Eivind, ið doyði av sjúku átjan ára gamalur í 1941. Elsa gekk í skúla hjá Johan Danbjørg, og hon sipar enn til tann lær­dóm, hon fekk haðani. Hjálpti sum næmingur Dan­bjørg at rætta skrivligu avrik­ini hjá skúlafeløgum sín­um. Dan­ bjørg var sum kunn­ugt sera upptikin av løgtings­arbeiði og øðrum álitis­størv­um. Leikti eftir skúlatíð í Skemmutúni og kring um í bygdini. Tók eisini lut í dagliga yrkinum í heim­ bygdini. Stóð eftir skúlatíð í Skemmu­kram­búðini, var við í torvarbeiði og gekk til neyta. Í 1937 fór Elsa niður til Danmarkar. Har tænti hon fyrstu árini hjá Ellen Ben­zon, einkjuni eftir Otto Benzon, rit­høvund og apotek­ara, fyrr­verandi stjóra á Konga­ liga Teatrinum. Eitt systkina­ barn Elsu, Tinna Debes, og tvær systrar, Diddan og Fina, tæntu somuleiðis hjá Ellen og Otto Benzon. Í 1941 fór Elsa á háskúla, har hon fyrireikaði seg til sjúkra­systralæru. Sama ár tænti hon í nakrar mán­ aðir hjá Johan Thomas Skov­gaard, listamanni, syni kenda listamannin Joa­kim Skovgaard, sum m.a. hev­ur málað altartalvuna í Christ­ ians­kirkjuni í Klaksvík. Elsa fór síðan á Sundby Hospital á Amager at læra til sjúkrasystir, har hon tók prógv í 1945. Ískoyti til útbúgvingina tók Elsa á eini føðideild í keypmannahavn, á Rudolp Bergs Hospital og Sct. Hans Hospital. Annar veraldarbardagi hevði við sær, at føroyingar í útlegd ikki sluppu heim til Føroya fyrr enn eftir krígslok í 1945. Føroyingar hittust javnan undir kríg­ num, eitt nú í Kristiliga Ung­ mannafelagnum, har Emil Joensen var fyriskipari, eins og í Føroyingafelagnum. Somu­leiðis hittust mangir teirra í brøðrasamkomuni í Thors­gade 40. Fina, systir Elsu, og Sigird, bróðir Ingálvs, giftust niðri í 1941, og umvegis teirra komu Elsa og Ingálvur at kennast. Handbóltur var eitt av ítrivunum hjá Elsu og øðrum føroyingum niðri undir kríg­ num. Somuleiðis var Elsa við í kappróðri, so sum Niels Juel Arge sigur frá í bók síni Drekanum. Elsa og Ingálvur komu heim til Føroya í december 1945. Tey giftust 12. januar 1946 og kundu nærum havt hildið diamantbrúdleyp, men Ingálvur andaðist stutt und­ an, tann 26. november 2005. Elsa og Ingálvur búsettust í barnaheimi Ingálvs á Ingu­ trøð, har foreldur hansara Christina og Jens av Reyni góvu honum fyrsta atelier hans­ara, og har Ingálvur virk­aði sum listamálari frá 1946 til 1966, inntil flutt varð í nýbygt atelier yviri á Lützenstrøð. Í 1974 fluttu Elsa og Ingálvur av Ingu­trøð yvir í íbúð sína á Lützens­ trøð. Børn Elsu og Ingálvs eru: Kári, d. 2006, Gunnvør, Heri, Eyðun, Árni, Ingi, d. 2001, Ása og Inga. Ingálvur var sum kunnugt listamálari, og fyrstu mongu árini var Elsa virkin heima og tók sær av húsi og børnum, til tey vóru undankomin. Frá 1968 til 1981 starvaðist Elsa á Landssjúkrahúsinum. Síðan í sjey ár á Værebro Park Plejecenter. Elsa fór úr starvi fyri 27 árum síðan, í 1988, 68 ára gomul. Elsa, sum saman við Ing­ álvi ferðaðist víða um í heimi, var í 1981 saman við Dagmar Winther á ráðstevnu í sjúkra­ røktarfrøði í Los Angeles í USA. Hóast høga aldur sín er Elsa framvegis løtt á fót­um. Túrarnir oman í bý­in fækk­ ast tó í tali, men onkuntíð kanst tú møta hesi fryntligu kvinnu, eitt nú á konsert ella á listaframsýning. Hugnaligt er at hoyra Elsu siga frá barna­árunum í Porkeri, frá ung­dómsárunum niðri undir krígnum og frá tí, ið henni annars hevur viðurfarist í langa lívi sínum. Nú sólin so líðandi fer vestur eftir Reyninum, ynskja vit Elsu eitt blítt lívs­ kvøld og Harrans ríku sign­ ing. NØVN Tøkk Vit vilja takka tykkum øllum so hjartaliga, sum gleddu okkum á diamant­ brúdleypsdegnum og gjørdu okkum dagin so hugnaligan og ógloymandi! Takk fyri gávur, blómur og heilsanir. Takk fyri alla góða hjálp frá børnum, svigarbørnum, barnabørnum og langommu- og langabbabørnum. Kærastu heilsanir Ása og Róald Norðberg Hjartans tøkk Vit vilja takka øllum tykkum, ið vóru við til at gera okkara brúdleypsdag tann 04.04.2015 ógloymandi. Inga & Per Martin Gregersen 90 ára føðingardagur 22. august fyllur Valborg Joensen, fødd Davidsen, ættað úr Kvívík, búsitandi í Froðba, 90 ár. Dagurin verður hildin á Seglloftinum á Tvøroyri. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Valborg eru væl­ komin 60 ára føðingardagur 29. august verður Magna Lamhauge í Leirvík 60 ár. Tey, ið vilja halda dagin sam­an við henni, eru væl­ komin til borðhald í Bygdar­ húsinum í Leirvík 28. august kl. 19. Tekning á tlf. 218090 ella á lamhauge55@hotmail. com, innan 21. august. Gullbrúdleyp 21. august hava Marianna og Høgni Højgaard verið gift í 50 ár. Tey eru burturstødd hátíðardagin.