Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94 16 Sosialurin Kristina Háfoss Løgtingskvinna og valevni fyri Tjóðveldin Lønarskatturin er ov høgur, ser­liga hjá lág- og miðal­ lønt­um. Hesin skal tí lækkast, og tað fara vit at gera, koma vit í stjórn eftir valið. Sein­astu 4 árini hava verandi sam­gonguflokkar bert givið tí partinum av føroyingum, ið hava hægru inntøkurnar ein lætta. Samgongan hevur sagt, at ráð ikki hevur verið til, at lata tí partinum av føroyingum, ið hava lægru inntøkurnar, ein lætta – hóast ráð varð at lata hinum partinum samanlagt 330 mió. kr. í skattalætta. Hetta hevur økt munin millum tað, ið láglønt hava eftir at liva fyri, og tað, ið hálønt hava eftir at liva fyri, munandi - og hevur harvið eisini økt ójavnan í samfelagnum. Hetta er sjálvandi ein grundleggjandi skeiv kós. Lág- og miðallønt áttu sjálvandi eisini fingið lut í skatta­ lættanum. Sí mynd. Láglønt higartil bert fingið pensjónsskattarokning Meðan hálønt hava fingið upp í 7000 kr. mánaðarliga í skatta­ lætta, so hava fólk við inntøku á 300.000 kr. og minni lítlan og ongan skattalætta fingið. Verð­ ur hædd samstundis tikin fyri, at samgongan - sum part av flat­ skatta­lættanum – hevur sent øllum føroyingum eina søguliga stóra pensjónsskattarokning, við at hækka pensjónsskattin úr 35% upp í 40% frá fyrstu krónu, so eru tað í veruleikanum bert hægru inn­tøkurnar, ið hava fingið gagn av sokallaða flatskattinum. Og tey lágløntu hava í veruleikanum verið við til at fíggja ein skattalætta, ið tey ongan lut fingu í. Ófatiligt. Neyðugt er at lækka skattin hjá lág- og miðalløntum – í samstarvi við kommunurnar. Harvið gerst skattastigin eisini meira stig­ vaks­andi – tvs. at láglønt rinda lutfalsliga minni í skatti enn hálønt – uttan at skatturin hækkar fyri nakran. Vøkstur og nýskipanir fíggja skattalætta Vit vilja fremja ein politikk, ið skap­ar framburð, vøkstur og bjart­ar framtíðarvónir. Hetta vil geva øktar inntøkur til land og komm­unur. Vit vilja eitt nú fáa fleiri fríhandilssáttmálar og betri marknaðaratgongd, so vit kunnu virðisøkja okkara tilfeingi meira, og harvið økja inntøkurnar. Tað skal gerast lættari at verða íverkseti, og eisini vilja vit fremja ein mál­ rætt­aðan vinnupolitikk og eina fiski­vinnunýskipan, ið fer at geva bæði vinnuni og samfelagnum eitt størri og meira burðardygt avkast. Hartil vil eitt javnari býti av virðum landsins og ein skattalætti til lág- og miðallønt økja privatu nýtsluna, og geva avleiddar inntøkur til land og kommunur. Hetta gevur alt inntøkuvøkstur, ið partvíst skal nýtast til at fíggja ein skattalætta til lág- og miðallønt – og partvíst skal nýtast til, at menna okkara samfelag, at rinda skuld og røkka einum sjálvbjargnum og haldførum búskapi. Latið okkum fara til verka sum skjótast. Hetta kunnu vit gera saman – við tínum stuðli 1. sep­ tembur. Skatturin skal lækkast hjá lág- og miðalløntum Í Føroyum hava vit eina undirstætt av kvinnum, sum hvønn dag stríðast fyri at fáa endarnar at røkka. Í javnstøðustríðnum seinastu árini hava hesar kvinnur verið yvirsæddar. Fokus hevur verið á at fáa javnstøðu millum kynini í nevndum og ráðum, og at kvinnur gerast leiðarar og politikarar. Alt gott um tað, men vit hava veruliga tørv á einum kvinnustríði, har tað snýr seg um at lyfta hesar kvinnur upp á eitt virðiligt livistøði. Sonja J. Jógvansdóttir valevni hjá Javnaðarflokkinum Støðan hjá nógvum av hesum kvinnum er so álvarslig, at al­neyðugt at gera nakað í stundini. Lív má blásast í eitt kvinnu­stríð, sum eisini er eitt stætta­stríð. Vit síggja á inntøkubýtinum millum kynini og í tølinum frá hagstovuni um fátækraváða, at alt ov nógvar kvinnur eru illa fyri. Tað sum eyðkennir tilveruna hjá hesum kvinnum er, at tær ofta eru stakar við børnum, hava lága inntøku, partíðarstørv, ofta dýrar bústaðir og at tær ikki verða nóg væl loftaðar av almennum skipanum, tá tær fáa sosialar trupulleikar av ymiskum slag. Høga kostnaðarstøðið leggur eisini stein oman á byrðu. Hetta er ikki ein brádliga íkomin støða – tvørturímóti – men vit kunnu ikki longur bara lata standa til. Vit hava longi vitað at: • Kvinnur forvinna munandi minn­ið enn menn • Kvinnur eru í nógv størri vanda fyri at vera í fátækraváða • Kvinnur í burðardyggum aldri flyta í nógv størri mun av land­ in­um ella koma ikki aftur eftir loknan lestur Vit skulu ikki billa okkum inn, at tað er av tilvild, at støðan hjá hesum kvinnum er sum hon er. Støðan er soleiðis, tí vit antin hava tikið politiskar avgerðir, sum ikki gagna hesum kvinnum, ella tí vit ikki vilja viðurkenna trupulleikan, og tí onki gera. Hvat kann gerast? Tað ber væl til at betra um umstøðurnar hjá hesum kvinnum. Við málrættaðum politiskum átøk­ um kunnu vit skapa eitt samfelag, har eisini hesar kvinnur hava livilig kor. • Tað almenna og kommunala skal broyta sín setanarpolitikk, so kvinnur sum ynskja full­tíðar­ størv fáa møguleika til tess. Almenni og kommunali set­ anarpolitikkurin er bein­leiðis við til at skapa ein lág­lønar­ stætt av kvinnum, sum hava trupult við at lívbjarga sær, tí tey fáa ikki fulltíðarstørv og tey rættindi, sum fylgja við einum fulltíðarstarvi. Dømi um hetta er hjálparfólk og peda­gogar á dagstovnum, sjúkrarøktar­ frøð­ingar og heilsuhjálparar og starvsfólk innan heimarøktina. • Barsilsskipanin má fáa minsta­ mark fyri útgjaldi, so kvinnur við nýføðingum ikki enda í djúp­um fátækradømi. Eftirløn skal leggjast omaná útgjaldið og ikki sum nú takast av upp­ hæddini kvinnan hevur rætt til. Barnsburðarfarloyvi skal víðk­ ast til útgjald í 1 ár. • Langtíðar arbeiðsleys mugu fáa møguleika til útbúgving og førleikamenning undir serligari skipan við vaksnamannalæru. Tilkomnar kvinnur sum gerast arbeiðsleysar, hava ógvuliga trup­ult at fóta sær aftur á ar­ beiðs­marknaðinum. • Serligt barnaískoyti skal latast lágløntum. Stakar kvinnur við børnum eru ógvuliga fíggjarliga sperdar og hava trupult við at lívbjarga sær og børnunum. Tí skal eitt serligt barnaískoytið latast teimum, sum ger at tær og børnini verða lyft upp um fátækramarki. • Fleiri almenn lærupláss mugu málrættast til kvinnur úti um alt landið. Í pørtum av landinum eru næstan øll nýggj størv og lærupláss málrættaði til mann­fólk. Hetta má broytast. Gerast mugu nøkur málrættaði arbeiðs­marknaðarlig átøk til kvinnur serliga í Suðuroynni og Sand­oynni, har fá størv eru til kvinnur. • Bústaðarstuðul skal málrættast til láglønt, sum ikki hava møgu­ leika at keypa sær eitt býli og harvið fáa rentustuðul. • Skipast mugu fleiri útbúgvingar í Føroyum, sum eru málrættaðar til kvinnur, og karmarnir kring lesandi familjuna mugu betrast. Kvinnur mugu fáa møguleika at útbúgva seg burturúr fíggjarliga truplu støðuni tær eru í. Javnstøðustríðið Javnstøðustríðið í Føroyum má víðkast. Tær 2600 kvinnurnar í fá­tæka­ váða hava tørv á, at vit nú eisini síggja tær og taka teirra stríð í álvara. Nýggja kvinnustríðið er meira enn nakað annað eitt stætta­ stríð. Týsdagin 1. september kunnu tit velja, hvat fyri samfelag vit vilja liva í, og hvussu framtíðin hjá hesum 2600 kvinnum skal verða. Hjá mær er ongin ivi. Eg velji einar Føroyar, har allar kvinnur hava somu møguleikar at skapa sær tað lív tær ynskja sær. Nýtt kvinnustríð     Skeiva býtið av flatskattalættanum Kelda: Hagstova Føroya, H.P.Strøm. Flatskattalættin til fólk við inntøku omanfyri 60.000 kr. árliga