týsdagur 18. august 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94
Sosialurin
Helena Dam á Neystabø
valevni fyri Javnaðarflokkin
Í dag byrjar fólka
skúlin aftur eftir
summarfrítíðina.
Og 685 børn kring
allar Føroyar fara
í 1. flokk. Tað er
ein stórur dagur, sum helst skuldi
merkt, at heimurin letur seg upp
fyri tí einstaka barninum.
Børn sum byrja í 1. flokki í dag,
eru líka so ymisk sum vit vaksnu.
Tað er tí ilt at vita, hvørjar før
leikar Sólja ella Sofus fáa brúk
fyri um 10 ár. Tað er uppgávan
hjá fólkaskúlanum at geva øllum
hesum ymisku børnunum tann
rætta førningin. Tað er sjálvandi
eisini ábyrgdin hjá foreldrum. Men
fyritreytin fyri at fóta sær í einari
ókendari framtíð, vísir seg at vera
førleikar og útbúgving.
Manngarð um sterkari
og betri fólkaskúla
Rættin til skúla og útbúgving
skulu tí øll hava. Tað er tað, sum
eyðkennir eitt vælferðarsamfelag.
Og tí skulu vit sláa manngarð um
ein sterkari og betri fólkaskúla í
komandi valskeiði. Og vit skulu
sláa manngarð um at menna skip
anir, sum burturav fokusera uppá
næmingin.
Tíbetur henda tað framstig
alla tíðina. Í tíðarskeiðinum, tá ið
eg sjálv var landsstýriskvinna í
Mentamálum hugsaði eg dagliga,
at tað var so nógv afturat, sum eg
fegin vildi sett í verk. Men nú eg
taki samanum, so vóru framstig
gjørd tá, sum vit eiga at byggja
víðari á.
Og eg fari at loyva mær at nevna
nøkur av teimum átøkum, sum vit
settu í verk.
Loyvi mær at nevna nøkur av
mongum framstigum:
•
Vit settu tvílæraraskipan í verk
í 1. og 2. flokki.
Vit øktu um talið av serundir
vísingartímum frá 11% til 14%.
•
Vit settu AKT-skipanina í verk.
Tað er serstøk játtan til at loysa
mál á skúlanum í sambandi við
atferðar- kontakt og trivnaðar
trupulleikar hjá børnum.
•
Somuleiðis settu orku av til SSP-
samstarvið, sum eisini hevur til
endamáls at fyribyrgja, at smáir
trupulleikar verða til stórar
trupulleikar.
•
Vit fóru undir at skipa lesiveg
leiðing á skúlunum.
•
Og vit fóru undir eftirútbúgving
av lærarum innan serundir
vísing, orðblindni, lesivegleiðing,
•
Mentan og list varð raðfest við
eitt nú at menna skipanina við
»Listaleypinum«, sum bjóðar
okkara virknu menta- og lista
fólk koma inn um skúlans gátt
at arbeiða við børnunum.
•
Og vit tryggjaðu at íverksetan
verður ein fastur táttur í fólka
skúlanum.
Og eg kundi hildið fram. Tað av
gerandi er, at vit halda fram at gera
íløgur í fólkaskúlan. Og at geva
okkum stundir til at skifta orð um
innihald og endamál í skúlanum.
Tí tað er rætt, sum lærarafelagið
førir fram, at ov nógvar uppgávur
enda sum ábyrgd á borðinum hjá
fólkaskúlanum.
Happing skal fyribyrgjast
Barnið skal í fokus fram um ymsar
fløktar skipanir. Fyribyrging av
allari happing setast ovast á dags
skránna nú. Framkomið og gott før
oyskt lærubókatilfar, og enn meiri
fokus á trivnað, rørslu og skapandi
førleikar.
Semjast vit í næsta valskeiði um
eina nýskipan á fólkaskúlanum, so
eiga vit ikki at gera tað fyri at spara.
Endamálið er einans at tryggja
so sterkar og góðar skúlar sum
yvirhøvur møguligt.
Ein sterkur fólkaskúli er ryggurin í samfelagnum
Ein sterkur fólkaskúli er fyritreytin fyri javnstøðu og javnrættindum. Ein veikur fólkaskúli skapar
gróðrarlíkindi fyri mismuni og mistrivnaði, og úrslitið verður eitt fátækari samfelag.
Helena Dam á Neystabø
valevni fyri Javnaðarflokkin
Føroyskar kvinnur arbeiða nógv
niðursetta tíð. Tøl frá Manntali
í 2011 vísa, at 51 % av føroysku
kvinnunum í arbeiðsvirknum aldri
arbeiddu niðursetta tíð í november
2011. Ellivu prosent av monnum
arbeiddu niðursetta tíð um sama
mundi.
Sjálvsagt skulu øll hava frælsi at
arbeiða so nógv – ella so lítið, sum
tey vilja. Bæði kvinnur og menn.
Men meginreglan skal vera, at øll
hava rætt til fulltíðar arbeiði. Tí
tað er ein fyritreyt fyri at kunna
forsyrgja sær sjálvum og sínum
børnum.
Øll hava rætt til
fulltíðarstarv
Vit síggja, at tað almenna alt ov ofta
søkir eftir fólki til parttíðarstørv.
Serliga innan ansing, eldrarøkt
og heilsurøkt. Á henda hátt er tað
almenna við til at fasthalda fólki
í einari fíggjarliga truplari støðu.
Og henda støða rakar kvinnur í
láglønarstørvum harðast.
Skipanin við pensjónsuppspar
ing ger, at hesin stættarmunur í
arbeiðsvirknum aldri fylgir við inn
í pensjónsárini.
Vit skulu føra ein virknan ar
beiðsmarknaðarpolitikk,
sum
tryggjar øllum rætt til fulltíðar
arbeiði, eins og javnstøðu á ar
beiðsmarknaði og í pensjónsaldri.
Øll hava rætt til fulltíðarstarv
1. skúladagur hjá fyrsta flokk í Skúlanum á Fløtum 2015
Mynd: saf.fo