týsdagur 18. august 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94
18
Sosialurin
Ójavni, aldurssamansetingin í sam
felagnum og haldførið í búskapi
num eru tey trý orðini, sum Javn
aðarflokkurin brúkar í valskránni.
Hesi trý orðini eru avbjóðing
arnar, sum ein nýggj samgonga
noyðist at taka sær av. Og Javnað
arflokkurin vil hava, at vit fáa eitt
rættvísari býti.
Flokkurin vil eisini, at miðal
aldurin í Føroyum skal lækka.
Hetta kann gerast við at fáa fleiri
yngri barnafamiljur til Føroyar – og
flokkurin vil eisini tryggja ein hald
føran búskap.
Aksel V. Johannesen, formaður í
Javnaðarflokkinum, segði á tíðinda
fundi, at flokkurin hevur boð uppá
loysnina av teimum avbjóðingum,
sum standa fyri framman.
Loysnirnar
Yvirskipað so vil flokkurin, at tað
ríkidømi, sum er í Føroyum verður
býtt á annan hátt enn gjørt verður
í dag.
Fyrst og fremst er talan um tað
ríkidømið, sum svimur kring Før
oyar og sum vit eiga atgongd til í
fremmandum sjógvi.
Hettar
ríkidømi
skal
skal
skapast og umskipast, so fleiri fáa
ágóðarnar av tí.
Javnaðarflokkurin
sigur,
at
skattalætti til lág- og miðalinn
tøkurnar er ein máti at umskipa
ágóðarnar. Eitt annað stig á leiðini
er at atgongdin til vinnuna verður
betri og at virðisbýrið verður rætt
vísari.
Men samstundis sum flokkurin
sigur tað, so sigur hann eisini, at
vinnan skal hava bestu karmarnar
at arbeiða undir bestu kørmun
Undir tí, at vinnan skal arbeiða
undir bestu kørmum, so nevnir
flokkurin, at marknaðaratgongdin
í øðrum londum skal styrkjast.
Føroyska vinnan hevur úi fleiri
ár harmast um, at so høgur tollur
skal gjaldast, tá ið Føroyar útflyta
virkaðar fiskavørur til ES.
Hesar marknaforðingarnar gera
millum annað, at tað ikki í løtuni
loysir seg at gera nakað við upp
sjóvarfiskin, men heldur lata hann
fara óvirkaðan av landinum.
Eitt annað, sum Javnaðarflokk
urin hevur á skránni er at styrkja
vinnugranskingina.
-Vit halda, at tað almenna eigur
at lata pening til vinnugransking.
Hetta skal gerast á tann hátt, at fyri
hvørja krónu vinnan letur, skal tað
almenna lata tilsvarandi krónu, sig
ur Aksel V. Johannesen.
Hann vísir á, at hesin mátin
tryggjar, at vinnan ikki setir
granskingarætlanir í gond, sum
hon ikki trýr uppá.
-Tað er vandin um tað almenna
betalir alt. Skal vinnan eisini gjalda,
so verður helst meira neyvt hugt
eftir, hvørjar ætlanir verða settar í
gongd, sigur hann.
Familjan
Ein av stóru trupulleikunum, sum
vit fara at síggja í framtíðini er, at
aldurssamansetingin av okkum
sum búgva í Føroyum er ov skeiv.
Alt ov nógv fólk búgva her, sum
eru ov gomul, so tørvur er á, at fleiri
ungfólk og fleiri barnafamiljur seta
búgv her.
Fyri at bøta um hetta, so vil
flokkurin lata øllumn familjum
við børnum undir skúlaaldur ein
sokallaðan barnabeina.
Talan er um, at familjurnar skulu
hava 1000 krónur um mánaðin fyri
hvørt barnið. Hetta fer eftir leysligari
meting at kosta samfelagnum einar
40 milljónir krónur.
Eitt annað, sum fer at gagna
barnafamiljunum er, at barnsburð
arfarloyvið skal leingjast til eitt ár.
Hetta er eitt mál, sum hevur góðan
møguleika at koma gjøgnum poli
tisku skipanina, tí fleiri aðrir flokk
ar hava sagt seg vilja leingja barns
burðarfarloyvið.
Men flokkurin vil gera meira.
Á dagsstovna- og skúlaøkinum
vil flokkurin eisini raðfesta ein
part av pengunum, umframt at
flokkurin vil lata lestrarstuðul í
12 mánaðir í staðinfyri sum nú í 11
mánaðir. Flokkurin lovar eisini at
veita lesandi við børnum ein hægri
lestrarstuðul.
Eins og lig fólk burtur frá
vandanum aðrir flokkar vil flokk
urin eisini betra lestrarumhvørvið.
Flokkurin vil seta fleiri nýggjar
útbúgvingar í gongd, - bókligar og
handaligar.
Javnaðarflokkurin
vil
eisini
skapa en lestarbý – ella eitt campus.
Fátækraváðin
Eitt av hjartamálunum hjá Javnað
arflokkinum er at fáa flest møgulig
fólk úr støðum, sum kunnu gera,a t
tey enda í fátækraváða.
Hetta er fyrst og fremst gald
andi fyri barnafamiljur, men hetta
er eisini galdandi fyri stakar uppi
haldarar og pensjonistar.
Eitt serligt ískoyti skal latast
barnafamiljunum, sum liva í fá
tækraváða.
Javnaðarflolkkurin:
Vit skulu hava
rættvísi í føroyska
samfelagnum
Tríggjar avbjóðingar eru fyri framman, sum
skulu loysast kjótt, heldur Javnaðarflokkurin