Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94 Íverksetan er eitt av ganda­orð­ un­um í valstríðnum. Fleiri av flokkunum hava nevnt hetta, men tað er bert Javn­að­ar­flokkurin, sum tosar um inno­va­tión – menning – á sosiala økinum.’ -Hetta er ikki so lætt at greiða frá á einum tíðindafundi, men tað snýr seg um, at fáa tað priva­ ta at geva íkast á sosiala øki­num, sigur Sonja Jógvans­dótt­ir. Grundleggjandi snýr tað seg um, at onkur privat fyritøka fær pen­ing at menna arbeiðsgongdir ella líknandi á sosiala økinum. Í Danmark verður tað sum nevnt verður “satspuljer” brúkt. Hetta er eitt samstarv millum privat­ar fyritøkur og sosialar myndug­leikar. Hetta er so eitt av teim­um punktum, sum Javn­að­ar­flokk­ urin hevur á skránni til hetta valið. Seinastu veljarakanningarnar hava allar víst, at Javnaðarflokkurin fer at standa seg væl, tá ið løgtingsval verð­ur. Tann allarseinasta vísur, at flokk­urin fær átta tingfólk. Í Løg­ tingi­num, sum leggur frá sær nú, hev­ur flokkurin fimm tinglimir. Í val­skeiðnum hevur flokkurin mist ein tingmann – Gerhard Lognberg – til Sambandsflokkin. Gerhard Lognberg var eftir stríð bið­in um at fara úr flokkinum. Tey, sum hava mannað tingbólkin, eru: Aksel V Johannesen 1.204 Kristin Michelsen 393 Rigmor Dam 271 Henrik Old 265 Eyðgunn Samuelsen 261 Ger hard Lognberg var eisini valdur fyr Javnaðarflokkin. Hann fekk 344 at­kvøður. Nýggj á javnaðarlistanum eru mill­um onnur Sonja Jógvandóttir og Kristianna Winther Poulsen. Sonja Jógvandóttir arbeiðir í Sam­tak og hevur ein part av fak­ feløgu­num í rygginum. Tað var Fram­tak, sum boðaði frá, at Sonja Jógvans­dóttir stillaði upp fyri Javn­að­ar­flokkin. Kristianna Winther Poulsen stillar fyri fyrstu ferð upp fyri Javn­aðarflokkin. Seinast val var, still­aði hon upp fyri Sjálv­stýris­ flokkin og fekk 200 atkvøður. Nú hevur hon valt at stilla upp fyri Javnaðarflokkin. Íverksetan og sosial menning á skránni Javnaðarflokkurin vil hava innovatión á sosiala økinum Trý afturat hesum í Javnaðarflokkinum Seinasta veljarakanningin gevur Javnaðarflokkinum átta tingfólk