Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fíggjarlig ábyrgd Fíggjarliga ábyrgdarloysið hevur farnu árini verið nærum ófatiligt. • Einki er lagt til viks, og undirskotið er stórt – hóast búskapu- rin er sera nógv vaksin. • Pensiónir eru forskattaðar. Tað er at taka pengar frá okkara børnum – og teir eru latnir sum skattalætti til tey, ið tjena mest. Lág- og meðallønt rinda nú MEIRA í skatti. • Nakrar familjur í okkara landi eru heilt illa fyri fíggjarliga. • Búskapurin er langt frá at vera haldførur. Javnaðarflokkurin vil ikki brúka meir, enn vit skapa. Vit skulu hava størri vøkstur – og býta vinningin javnari. Vøkstur Ein sterkur búskapur er bulurin í samfelagnum. Tí skal privata vinnan hava bestu karmar. Íverksetarar skulu hava betri treytir. Vinnugransking skal styrkjast. Føroyar skulu gerast kappingarførar sum ship- ping-land. Vit skulu hava betri atgongd til marknaðin í Europa, so vit kun- nu virka fiskin meira í Føroyum, og skapa fleiri arbeiðspláss og størri virði. Liberal fiskivinna Politiska útlutingin og privata sølan av fiskirættindum skal steðga. Fiskurin í sjónum er fólksins ogn, og tann, sum klárar at skapa størst virði, bæði til sín sjálvs og til felagsskapin, skal hava rættin at fiska. Vit skulu lata grannalondum føroyskan uppsjóvarfisk af- turfyri botnfisk hjá teimum. Hetta lættir um trýstið á okkara fiskastovnar, og gevur heimaflotanum nýggjar møguleikar. Øll skulu við Føroyar eru millum heimsins ríkastu lond. Men øll eru ikki við. Virðini verða savnað á fáum hondum, og samfelagið støkkur av um tvøran. Vandi er fyri, at Føroyar gerast eitt samfelag við A og B-borgarum. Ójavnin rakar ikki bara tann einstaka, men alt samfelagið. Ster- kastu búskapirnir eru teir, har munurin millum rík og fátøk ikki er ov stórur. Tí vil Javnaðarflokkurin hava ríkidømið út í hvørt heim í Føroyum. Soleiðis kemur peningurin í umfar í samfela- gnum, har hann skapar virksemi, inntøkur og sterkari búskap. Javnaðarflokkurin vil skapa einar rættvísari og sterkari Føro- yar! • Rættvísi! Skatturin hjá lág- og meðalløntum skal lækka. • Barnabeini! Smábarnafamiljur skulu hava upp til 1.000 krónur fyri hvørt barn, sum er undir skúlaaldur. • Takk! Pensionistar, sum bara hava fólkapensión og sam- haldsfasta, skulu hava minst 500 krónur meira um mánaðin. • Vælkomin! Barnsburðarfarloyvið skal vera eitt ár. • Lær her! Lesandi skulu hava studning í 12 mánaðir. Valið er einfalt: Skal verandi kós halda fram – ella skulu vit stíla móti fíggjarligari ábyrgd og sosialum rættvísi