týsdagur 18. august 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sambandsflokkurin vil hava
ríkisfelagsskapin meira virk
nan enn hann hevur verið í
seinastuni.
Tað var høvuðsboðskap
urin, tá ið flokkurin almanna
kunngjørdi valskránna.
Men flokkurin helt eisini,
at búskapurin skal styrkjast
og at vælferðin skal brynjast.
Samstundis hevur Kaj Leo
Holm Johannesen, formaður
floksins, sagt, at fyri hvørja
krónu, sum brúkt verður í
komandi tíðum, er neyðugt
at finna eina krónu at fíggja
hana við.
– Vit vita, at útreiðslurnar
fara at vaksa í komandi
árum, so vit mugu forða fyri,
at útreiðslurnar vaksa, sigur
Kaj Leo Holm Johannesen.
Formaður
Sambands
floksins fegnaðist um, at
flokkurin hevur fingið ein so
sterkan lista til komandi løg
tingsval.
Tað kom sum ein nýggj
heit, tá ið tað frættist, at fyrr
verandi formaðurin, fyrrver
andi løgmaður, fyrrverandi
landsstýrismaður og fyrrver
andi fólkatingsmaður, Ed
mund Joensen, eisini stillar
upp.
Edmund Joensen hevur í
undanfarna valskeiði funn
ust hvassliga at tí linju, sum
núverandi formaðurin, Kaj
leo Holm Johannesen, hevur
lagt,
At hann stillar upp til
løgtingsvalið verður lagt út
sum ein beinleiðis hóttan
móti formanssessinum hjá
núverndi formanninum.
Magni Laksáfoss, fyrr
verandi
landsstýrismaður,
stillar eisini uppaftur til Løg
tingið. Seinasta valskeiðið
hevur hann ikki sitið á tingi.
Hann stillaði als ikki uppaft
ur í 2011.
Virknari ríkis
felagsskap
Í valskránni hjá Sambands
flokkinum verður dentur
lagdur á, at flokkurin metir
seg vera tann einasta veru
liga Sambandsflokk.
Flokkurin hálovar ríkis
felagsskapinum og vísir á,
hvussu stóran týdning hetta
hevur fyri vælferðina í Før
oyum.
Sambandsflokkurin ger
var við, at heilsuverk, pen
sjón, serforsorg og arrestin
eru felags mál, sum gagna
Føroyum ómetaliga væl.
Í valskránni verður sagt,
at serliga fíggjarmál – her
meint við eftirlit við pen
ingastovnum og annað – eru
donsk og tað hevur gagnað
føroyska búskapinum uppá
fleiri mátar.
Tað gevur tryggleika í
fíggjarviðurskiftunum, men
tað ger eisini at føroyska
kreditvirðið er hægri enn
annars og at vit harvið
kunnu læna til eina lægri
rentu.
– Tað má ongantíð henda,
at vit sleppa hesum, at vit
eru felags um fíggjareftirlit
og bankamál annars. Tað er
ein trygd, sum vit hava notið
ómetaliga gott av, segði Kaj
Leo Holm Johannesen, tá ið
valskráin var løgd fram.
Ríkisveitingin úr Dan
mark fyllir eisini nógv í Sam
bandsflokkinum.
– Tað var eitt rán, tá ið
fullveldissamgongan mink
aði blokkin so nógv, at vit
gjøgnum árini hava mist
milljardaupphæddir. Tíbetur
hava vit fingið tinað blokkin
nú, so tað fer at børa um
inntøkurnar í Føroyum við
meira enn 200 milljónum
yvir 10 ár, segði Kaj Leo Holm
Johannesen.
Vælferðin brynjast
Sum allir hinir politisku
flokkarnir, so heldur Sam
bandsflokkurin eisini, at tað
er av alstórum týdningi, at
vælferðin í Føroyum verður
tryggjað komandi árini.
Sum hinir flokkarnir, so
vita tey eisini, at sambært
Búskaparráðnum, so skulu
nógvir pengar finnast kom
andi árini, so haldføri fæst í
búskapin.
Samstundis, sum flokk
urin vísir á, at hvørja ferð
ein króna verður brúkt, so
skal hon finnast aðrastaðni
at gjalda við, so vil flokkurin
eisini hava, at vælferðin
gerst uppaftur betri.
Hetta skal henda innan
almannamál og heilsumál.
Millum evnini nevndi for
maður floksins, at vit skulu
hava eina nýggja tænastulóg,
sum klárt sigur, hvørji rætt
indi og hvørjar skyldur før
oyski borgarin hevur.
Eitt annað stórmál, sum
skal loysast, er útgjalding av
pensjónini. Fyrra helvtin av
pensjónsskipanini er gjørd,
so fólk gjalda inn til pen
sjónina, men enn er ongin
leistur gjørdur fyri, hvussu
pensjónin skal gjaldast út
aftur.
Innan heilsumál vil flokk
urin hava, at ein trygd verður
givin fyri sjúkraviðgerð inn
an eitt ávíst dagatal. Tann
trygdin skal veitast bæði
á føroyskum og donskum
sjúkrahúsum, tí her er talan
um felags mál.
– Sjálvur vænti eg ikki,
at hetta fer at kosta sam
felagnum pening, tí tað
kostar eisini tá ið fólk eru
sjúk. Sleppa tey skjótari til
viðgerð, so verður sjúkratíðin
vanliga styttri og tað fer at
spara
samfelagnum
pen
ing, segði Kaj Leo Holm Jo
hannesen.
Formaðurin lovaði eisini
betri rúsevnisviðgerð til ung
og familjur, sum hava rús
evnistrupulleikar og hann
segði, at farast skal eftir
teimum, sum bjóða okkara
ungu rúsevnir.
SAMBANDSFLOKKURIN
LOVAR ENN BETRI SAM
BAND Í VALSKEIÐNUM
Sambandsflokkurin lovar betri sambandspolitikk í valskeiðnum sum kemur - við einum virknum ríkisfelagsskapi