Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Trong­ligt á listan­um hjá Sam­ bands­ flokk­ inum Sambands­listin er munandi sterkari hesa­ferð enn til sein­asta løg­tings­val Vísa seinastu veljara­ kann­ingarnar rætt, so fer Sam­bandsflokkurin at fáa nakað av afturgongd. Tað fer so at gera tað trongligt á listanum, tí hann er munandi sterkari í ár enn hann var til løg­ tingsvalið í 2011. Tá vóru 23 valevnir, með­an tey í ár eru 30. Afturat tí skal leggjast, at millum teirra, sum eru komin afturat, eru teir báðir Edmund Joensen og Magni Laksáfoss, sum báðir fyrr hava umboðað Sambandsflokkin á tingi. Av teimum 11 sam­ bands­fólkunum, sum í hesum valskeiðnum hava umboðað flokkin á tingið ella í landsstýrinum, er tað bert Jóhan Dahl, lands­stýris­maður, sum ikki stillar upp­aftur. Við seinasta løgtings­ val var formaður flok­sins, Kaj Leo Holm Jo­hanne­ sen, løgmaður, greiður topp­skorari við næstan 2000 atkvøðum. Tey sum hava um­boð­ að flokkin seinastu árini fingu hesar atkvøður: Kaj Leo Johannesen 1.979 Bárður Nielsen 872 Bjørn Kalsø 704 Rósa Samuelsen 480 Alfred Olsen 473 Helgi Abrahamsen 404 Johan Dahl 327 Edva Jacobsen 311 Eivin Jacobsen 228 Reimund Langgaard 168 Jóna Mortensen 161 Tað ber sjálvandi illa til at siga, hvør verður vald­ur, men eftir veljara­kann­ing­ unum fær flokkur seks tinglimir. Kemur flokk­ urin so í samgongu og fær landsstýrisfólk, so koma nummar sjey, átt og møguliga nýggju á ting. Alt flytur eitt sindur, tí Jóhan Dahl stillar ikki uppaftur. Búskapurin skal styrkjast – og vaksa enn skjótari Sambandsflokkurin vil hava størri búskaparvøkstur fyri at tryggja livikorini í Føroyum Sambandsflokkurin vil hava búskapin at vaksa skjótari, so tað verður enn tryggari at búgva í Føroyum. Flokkurin sigur í val­ skránni, at búskapar­vøkst­ urin skal koma frá vinnuni fyrst og fremst. Fleiri nýggj arbeiðspláss skulu skapast og ein nýggjur yvirskipaður skattapolitikkur skal gerat, sum serliga skal gagna meðal- og láginntøkunum. Skattalættin skal gerast í samráð við kommunurnar. Tað er soleiðis við núgald­ andi skattaskipan, at lágu inn­tøkurnar verða mun­andi hægri raktar av komm­unu­ skattinum enn av lands­skatt­ inum. – Vit fáa avlop á fíggj­ arlógini næsta ár, so tá fara vit at kunna byrja at gjalda skuld aftur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum. Hægri útflutnignsvirði Sterkari føroyskur búskapur skal eisini fáast til vega við, at vit fáa hægri prís fyri tað vit útflyta. Fyri at tryggja størri inntøkur fyri útflutningin, so er neyðugt at fáa í lag betri handilsviðurskiftir við onnur lond – fyrst og fremst ES. Formaðurin vísti eisini á, at russiski amrknaðurin er opin eins og vit eisini í dag selja til Kina. Ein onnur fortreyt fyri at styrkja búskapin er, at ein nýggj skipan verður gjørd fyri føroysku fiskivinnuna. – Vit vita væl, at núgald­ andi skipan fer úr gildi 1. januar 2018, men eg havi ikki hildið, at tað er ráðiligt at gera eina nýskipan, so leingi vit ikki finna eina breiða semju í tinginum, segði Kaj Leo Holm Johannesen. Hann segði, at stríð er millum andstøðu og sam­ gongu um hvussu nýskip­an­ in skal gerast, men tað hevur eisini veirð stríð millum flokkarnar – eins og stríð hevur verið innanhýsis um fiski­vinnuna. – Men hetta er eitt mál, sum má loysast skjótt. Tað má loysast, so føroyingar hava fullan ræðisrætt á vinn­ uni og so mugu vit tryggja, at vit virðisøkja okkara til­ feingi í Føroyum, segði hann. Útbúgving og mentan Hóast ansast skal eftir hvørj­ ari krónu, so ætlar flokkurin at brúka pening uppá út­ búgv­ing og mentan. Í valskránni verður sagt, at talið av lesandi á Fróð­ skaparsetrinum skal tví­ fald­ast næstu 10 árni. Í løt­uni lesa á leið 750 fólk á setrinum. Flokkurin ætlar eisini, at vit skulu hava fleiri vinnurættaðar útbúgvingar í Føroyum. Sum aðrir flokkar, so tos­ ar Sambandsflokkurin eisini um lestraríbúðir og campus í samband við Fróð­skapar­ setrið. Føroyski mentanar­ arv­urin skal mennast og styrkjast. Føroyskt báta­ smíð skal varðveitast eins og føroyski dansurin. Luft­ brúgvin til listafólk skal eisini styrkjast, so føroysk lista­fólk sleppa út í heim at vísa síni kynstur og fáa íblástur. Kaj Leo Holm Johanne­ sen legði stóran dent á, at felagsskapirnir við sjálv­ bod­nari arbeiðskraft eiga at stuðl­ast: – Tað ber næstan ikki til at siga, hvussu stóran týdn­ing hesir felagsskapir innan ítrótt, skótar og annað geva okkara samfelag. Sum samfelag meta vit tað helst ikki nóg høgt, segði hann. Nevnir onki um nakra samgongu Allir flokkar ynskja at koma í samgongu, men Sambandsflokkurin nevnir onki um, hvønn flokkurin helst fer í samgongu við At allir flokkar hesaferð vilja sleppa í samgongu sæst væl. Allar dyr standa opn­ar til valkvøldið, tá ið at­kvøð­ ur­nar verða taldar upp. Bert Tjóðveldi hevur higartil meldað út, at flokk­ urin heldur tað er skila­gott, at vit fáa eina sam­gongu millum Tjóðveldi, Javn­að­ arflokkin og Framsókn. Hesir tríggir flokkar hava sitið í andstøðu og hugsa sær eitt veruligt systemskifti í politikkinum. Hinir flokkarnir hava ikki greitt sagt, hvørjum teir vilja samstarva við. Hurð­arnar standa opnar fyri øllum, burtursæð frá, at Javnaðarflokkurin hevur sagt, at hann ikki kann samstarva við Fólka­ flokkinum, so leingi Jørgen Nicla­sen er for­maður í flokk­inum. Politiska spælið er so skipað, at flokkarnir undan valinum altíð siga, at teir fara í samgongu, har teir fáa mest møguligt av egnum politikki ígjøgnum. Kortini er tað so, at tá ið tað kemur til skarp­sker­ ingar, so eru nógv onnur viður­skifti sum gera seg gald­andi. Persónarnir mugu kunna arbeiða saman og ka­bal­irnar skulu ganga upp, bæði millum flokkar og í einstøku flokkunum. Á tíðindafundi hjá Sam­ bands­flokkinum var tað sama sagt av val­evn­unum. Til ber at sam­starva við øll, bara vit fáa sam­bands­ politikkin ígjøgnum.