týsdagur 18. august 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Allur
heimurin
broyttist
undir II. veraldarbardaga og
okkara lítlu oyggjar í norð
uratlantshavi sluppu heldur
ikki óskalaðar. 12. apríl í ár
vóru 75 ár liðin síðani fyrstu
bretsku hermenninir stiðju
fótin á land í Føroyum.
Operation
Valentine,
sum
bretska
hersetingin
kallaðist, setti mong, mong
spor í føroysku tilvitskuna
og sjálvsfatanina. Tað var
sum at 20. øldin frá degi
til dags steig inn í lítla av
byrgda
oyggjasamfelagið.
Mentanarliga, hugsjónarliga,
politiskt,
fíggjarliga,
tjóðskaparliga,
kensluliga
og ikki minst á kærleiks
víðvøllinum gjørdi Opera
tion Valentine sítt innrás á
fólkasálina – bæði við álvara
og gaman.
DFC hevur í knapt eitt ár
nú sett hetta serstaka tíðar
skeið undir lupp og viðgjørt
hendingarnar undir leiklist
arligari leiðslu av Egill Heið
ar Anton Pálsson
Bólkurin hevur leitað
sær
heimildarfólk,
sum
enn liva og sum hava
greitt
frá
upplivingum
og
minnum
sínum
frá
krígsárunum, eitt nú Heri
Mohr, Eyðun Johannessen,
Elin Mortinsen, sálu o.o.
Hesar samrøður og hetta
drúgva kanningararbeiði er
grundarlagið fyri leikverkið.
Saman við leikstjóranum
hevur listarliga toymið í
DFC viðgjørt hendingarnar
og við øllum hugsandi leik
listarligum parametrum er
Operation
Valentine
sett
saman í eini vallaragongd,
har áskoðarin fer eina ferð
aftur í tíð og stað inni í
Sjónleikarhúsinum.
Ikki er tað heldur av til
vild, at leikverkið fer fram í
júst á hesum stað, tá netupp
Sjónleikarahúsið spældi ein
serstakliga týðandi leiklut í
hesi innrás.
Det Ferösche Compagnie
arbeiðir sum altíð í einum
felags skapanar toymi, har
hvør einstakur lutur, hvørt
tað eru tónar, tekstur, ljós,
ljóð, leikur, pallur, rørsla
fáa somu tyngd. Við leikum
so sum En Rejse Udi Ferøe,
(2011), Woyzeck<3Marie (2013)
og Regn (2012-13) hevur Det
Ferösche Compagnie víst á
nýggjar og ótráddar leiðir í
føroyskari leiklist. Við einum
visuellum, kropsligum, sans
andi stíli hava listafólkini í
DFC víst sjáldsamt dirvið og
listarligt flog, sum áskoðarin
ikki bert her heima, men eisi
ni uttan fyri landoddarnar,
hevur notið.
Krígssavnið í Vágunum
letur í sambandi við leikin
Operation Valentine eina
myndaframsýning upp í foy
éruni, har bjóðað verður tea
and biscuits undan sýning
hvørt kvøld.
Við Operation Valentine
í Sjónleikarahúsinum verð
ur heilt víst nakað serligt í
væntu.
Det Ferösche Compagnie við nýggjum leiki:
Operation Valentine
í Sjónleikarhúsinum
Føroyski sjónleikarabólkurin Det Ferösche Compagnie (DFC) hevur
fríggjakvøldið 21. august 2015 heimsfrumframførslu av nýggjum leiki,
sum er bygdur á bretsku hersetingina av Føroyum undir II. veraldarbardaga
Fakta:
Det Ferösche Compagnie eru Kjartan Hansen,
Kristina Sørensen Ougaard, Jens L. Thomsen,
Kirsten Helgadóttir og umframt leikstjóran
Egill Heiðar Anton Pálsson eru í hesu verkætlan
ljóssniðgevin Sonja Lea úr Danmark við og
Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð. Sum
ein partur av leikinum hevur Krígssavnið
gjørt eina forkunnuga framsýning í foyérini í
Sjónleikarahúsinum, har vit undan leikbyrjan
traðka inn aftur í tíðarskeiðið 1940-45.