týsdagur 18. august 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Torleif Johannesen
Fríggjadagin
24.
juli
hevði
fólk
frá
Kring
v a r p i n u m
(KvF)
sam
røður við fólk frá LGBT,
sum vóru í holt við at skriva
skeltir/slagorð
til
teirra
skrúðgongu.
Hugskotini
vóru nógv og fjølbroytt, sum
tað ljóðaði.
Jú, tað skrivaða orðið,
eisini á skeltum, ber sín boð
skap.
• Samrøðan í KvF fekk
meg at hugsa um mannin frá
Nasaret, Jesus Kristus, sum
í stríði við Djevulin segði:
“Skrivað stendur!” og vísti á
Guds æviga orð. Jesus sigraði
á Djevlinum við at standa á
tí kletti, sum eitur: ”Skrivað
stendur” (Matt 4).
• Samrøðan í KvF fekk
meg at hugsa um samrøðuna,
fariseararnir
høvdu
við
Jesus um hjúnalag og hjúna
skilnað:
”...
frá
upphavi
skapaði hann [Gud] tey kall
og konu. Tí skal maður fara
frá faðir sínum og móður síni
og halda seg til konu sína, og
tey bæði skulu vera eitt hold.
So eru tey ikki longur tvey,
men eitt hold. Tað, sum Gud
tí hevur saman komið, má
maður ikki sundur skilja!”
(Mark 10).
• Samrøðan í KvF fekk
meg at hugsa um Jesus, sum í
samrøðu við Saddukeararnar
segði: “Tit fara villir, tí tit
kenna hvørki skriftina ella
Guds mátt ... hava tit tá
ikki lisið tað, ið talað er til
tykkara av Gudi, ið sigur...!”
(Matt 22). Jesus stóð á klett
inum
“Skrivað
stendur”
og vegleiddi út frá tí, sum
skrivað stóð. Onnur dømir
kundu eisini verið nevnd.
Jesus, sum segði: “Eg
eri vegurin, sannleikin og
lívið,” stóð mitt í Skriftini og
boðaði hana, bæði til vinir
og fíggindar, bæði tíðliga
og síðla. Tí Jesus var (Guds)
“orðið, sum varð hold og tók
búgv okkara millum”. Jesu
trúvirði, kærleiki, náði ...
og vegleiðing um, hvussu
mannalívið skal livast, hevði
altíð sítt støði í Guds góða
vilja – sum hann hevur givið
til kennar í Skriftini.
Í Lukas 19 grætur Jesus
um
Jerúsalem.
Hví?
Tí
fólkið vildi ikki hoyra orð
hansara og gera eftir tí. Tí
var dómurin vísur. Dómurin
var ein óhugnaligur veruleiki
ár 70, tá ið Jerúsalem varð
lagdur í oyði. Signing ella
banning Guds er tengd at,
um fólkið lýðir vilja hansara
ella ikki.
Hvønn vísdóm?
Tá ið LGBT á okkara døgum
skal finna nýggj orð, slagorð,
livihættir, kyn ... í navni fjøl
broytnisins, hvønn vísdóm
søkja tey tá? Er tað tann, sum
Skriftin - Jesus, profetarnir
og ápostlarnir geva? Ella er
tað heimsins, holdsins og
vitskunnar vísdómur, sum
Jesus segði um: Hvussu
kann blindur leiða blindan?
Tíbetur hevur Gud givið okk
um sín góða vilja til kennar í
Skriftini.
“Við hvørjum skal ungur
halda leið sína reina? Við at
halda seg eftir orði tínum”
og: “Títt orð er ein lykt fyri
fóti mínum, eitt ljós á gøtu
míni”, (Sálm 119,9 og 105).
Brennandi spurningurin er
tí: Vilja vit vera Gudi lýðin?
Vilja vit hava GUD til GUD?
Ljós og salt
At liva í Guds góða vilja og
boða hann er Guds hægsta
ynski fyri øll menniskju –
til allar tíðir. Hetta er Guds
fólks - kirkjunnar, sam
komunnar aðalmál og upp
gáva. Í og við at Guds fólk
gera tað, eru tey ljós og salt
og ein staður á fjøllum, sum
ikki kann fjalast samb. Jesu
Fjallaprædiku (Matt 5-7).
Í hesum tíðum, har ágang
urin á hjúnabandslógina og
onnur etisk virðir er sera
stórur, undrar tað meg, at so
lítið er at hoyra frá prestum
og samkomuleiðarum, sum
minna fólkið á Guds góða
vilja í Skriftini. Vónandi
gera teir tað í sínum kirkjum
og samkomuhúsum. Men
tað gjørdi einki, um tað
eisini kom alment fram.
Tvørturímóti.
Tá ið Theodor E. Olsen,
prestur, í samrøðu í Sosialin
um 10. juli sigur, at ”kirkjan
ikki kann hava eina konkreta
meining sjálv, tað kunnu bert
einstaklingarnir - prestar,
bispar, limir í Fólkakirkjuni”,
er tað óivað nakað um tað.
Men síðani sigur Theodor,
at vit hava upplivað, “at
prestar hava talað at á
prædikustólinum, men eisini
tá er tað fyri prestsins egnu
rokning”, uttan at útdjúpa,
hvat hann meinar við at “tala
at”.
Um ein prestur og præ
dikumaður, sum á prædiku
stólinum á Bíbliunnar grund
talar at ólevnaði, órættvísi,
dálking og avgudadýrkan,
og talar sum Skriftin, at
hjúnalag bara kann vera
millum ein mann og eina
kvinnu, og at seksuelt sam
lív er av Gudi, ætlað í hjúna
lagi millum ein mann og
konu hansara, skal siga tað
fyri egna rokning, undrar
tað meg stórliga. So er
prædikustarvið eitt ússaligt
“One man show”. Stakkals
prestar og prædikufólk –
um so er. Ábyrgdin er stór
frammanundan – skulu vit
sjálvir standa við endan
afturat? Um so er, má eg í
øllum førum umhugsa, um
eg skal finna mær annað
starv og tiga.
Men samstundis er tað
rætt, at eru tað “snildiligar
samanpentaðar søgur” ella
“ævintýr” sum Pætur og
Paulus ápostlar nevna tað, ið
koma frá prædikustólinum,
tá er tað fyri egna rokning.
Guds orð er Guds kraft
Pætur minnir kirkjuliðið á at
vaka og biðja og sigur: “um
einhvør talar, tá tali hann
sum Guds orð” (1 Pæt 4,11).
Tey foreldur, tann omma
og abbi, tann sunnudags
skúlalærari, prædikumaður/
kvinna, trúboðari, lærari,
prestur
og
bispur,
sum
stendur á Bíbliunnar grund
og sigur: ”so sigur Harrin”
ella: “skrivað stendur” skal
vita, at tú stendur ikki við
rokningini sjálvur/sjálv. Tú
stendur á profetanna og
ápostlanna grund, og hvílir
á Jesu og Guds herðum. Tú
leggur rødd og lív til Guds
orð og vilja og ert tá undir
náði hansara, í tænastu
hansara og samstundis undir
kraft og signing hansara.
Er tað Guds orð, sum
boðað verður, hevur Skriftin
myndugleikan
og
Gud
ábyrgdina. Harrin segði við
Jeremia: “Tí at eg vil vaka
yvir orði mínum til tess at
evna tað” (Jer 1,16).
Jesus segði: ”Himmalin
og jørðin skulu ganga undir,
men orð míni skulu als ikki
ganga undir” (Matt 24). Er
gleðiboðskapurin
“Guds
kraft til frelsu”, so er hann
eisini Guds kraft til eitt
heilagt lív og levnað. Kirkjan
er bara “Guds kirkja” í tann
mun, hon talar Guds orð og
ger eftir tí.
Ein kirkja kann saktans
vera fólkslig, virkin á ymisk
um økjum og vera kend fyri
sín
“kristindóm”,
meðan
sjálvur Kristus stendur uttan
fyri dyrnar. Les t.d. Opin
beringina 2 og 3.
Bønar- og bíbliuveking
Vón og bøn mín fyri fólki
okkara er, at Gud sendir
okkum
eina
bønar-
og
bíbliuveking, so vit fara at
spyrja eftir Guds vilja og
boyggja okkum undir hann.
Vón og bøn mín er eisini, at
vit fáa mong kristin, sum
eins og Nehemia og Dánial
gráta yvir fólksins neyð og
syndir, játta tær sum sínar
egnu, og sum elska Gud og
fremja vilja hansara í verki.
Leiðin fram fyri fólk
okkara, eisini tá ið tað ræð
ur um hjúnalag og etisk
virðir, er ikki at hugsa nýtt,
alternativt, fjølbroytt, kyns
neutralt, men sum Jeramia
sigur: “...rannsakið tykkum
og spyrjið eftir fyrndar
gøtunum, har eydnuleiðin
man liggja, gangið tit hana;
tá skulu tit finna hvílu fyri
sálum tykkara.” Men hvat
svaraði fólkið?: “Nei, tað vilja
vit ikki!” (Jer 6,16). Hvat svara
vit?
Ja, hvat svara vit til tað, ið
skrivað stendur?
Skrivað stendur
KJAK