Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-18, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Magnus Rasmussen Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið Føroyski búskap­ ur­in kann sveiggja nógv og tí er neyð­ ugt at føra ein fíggjar- og bú­skap­ ar­politikk, sum skapar stabilitet og lang­tíðar­javn­ vágir. Vit eiga at ansa eftir rakstrar­ útreiðsl­un­um hjá lands­kass­an­ um, soleiðis at hesar ikki vaksa meira enn hægst neyðugt, og sum inntøkur eru til. Í góðum tíðum eigur landskassin at halda aftur við útreiðslum, með­ an landskassin í ringum tíðum eigur at fremja virksemisskapandi íløgur o.a. Vit eiga at gjalda niður skuld, tí skuldin er tyngjandi fyri okkum, og svarar til at seta okkara frælsi í pant – skuldin er í løtuni yvir 6 mia.kr brutto. Harafturat koma rentuútreiðslur av skuldini uppá einar 120 mió.kr. árliga. Eydnast okk­um at tálma rakstrinum og gjalda niður skuld, so eru góðir møgu­leikar fyri at gera fleiri al­ mennar íløgur – íløgur, sum sam­ felagið hevur fyri neyðini og sum tí eisini fara at gagna okkum øllum. Seinastu árini hevur gingið framá í føroyska búskapinum, og tað er gott, men eisini neyðugt. Ar­beiðs­loysið er sera lágt í løt­ uni. Flestu vinnugreinar hava fram­gongd, og hetta stimbrar búskapar­gongdina. Henda góða gongd eigur at halda fram og økjast enn meiri, og tað kunnu vit gera við m.a. at syrgja fyri, at vinnan fær langtíðartryggjaðar karmar, soleiðis at hon kann leggja ætlanir fram í tíðina. Sjálvt um gongdin er góð nú, so vísir Búskaparráðið á, í eini av síni frágreiðingum, at búskaparliga haldførið í almenna geiranum er vánaligt. Hetta er nakað, sum eigur at verða tikið í størsta álvara, tí tað er ikki nóg gott, at tað gongst væl í dag, tá vit vita, at stórar bú­ skaparligar avbjóðingar liggja fyri framman næstu árini. Her mugu tøk takast og neyðugt verður at gera tillagingar og á øllum økjum í samfelagnum, og nýskipanir, sum tosað hevur verið um í áravís muga gerast veruleiki nú. So eitt nývalt løgting eigur bein­anvegin at leggja eina lang­ tíðar­ætlan, sum tekur hædd fyri teim avbjóðingum, sum m.a. Bú­ skaparráðið vísir á. Leggjast eigur upp til at fáa eina breiða undirtøku fyri hesum, til tess at kjølfesta ætlanina so væl sum til ber. Gott val! Búskaparmenning Ein sterkur fólkaskúli er fyritreytin fyri javnstøðu og javnrættindum. Ein veikur fólkaskúli skapar gróðrarlíkindi fyri mismuni og mistrivnaði, og úrslitið verður eitt fátækari samfelag. Regin Eikhólm Síðani 1996 hava før­oy­ ing­ar bú­sit­ andi í Før­oy­ um kunna valt, um teir vilja hava eitt grønt før­oyskt pass ella eitt reytt danskt/ føroyskt EU-pass. Tað reyða danska/føroyska EU-passið gevur føroyinginum javn­góð rættindi í EU, sam­stundis sum hann varðveitir øll tey før­oysku serrættindini í Før­ oy­um. Hesi seinastu árini hava um 85% av føroyingum bú­sit­ andi í Føroyum valt tað reyða danska/ føroyska EU-pass­ ið. Í 2014 valdu 85,8% av før­ oyingum tað reyða EU-passið og 14,2% valdu tað grøna før­oyska passið, sambært danska ríkspolitinum. Oman fyri standandi tøl vísa, at 86% av herbúgvandi føroyingum velja at njóta EU-frælsið innan fyri ríkis­ felagsskapin. Grønland er ov fáment til fullveldi Í Sosialinum 1. sep. 2009, stóð at lesa um bretska bú­skap­ arprofessaran, Anne Sibert, har hon bæði í skrivt og talu vísir á, at Grønland er ov fáment til fullveldi. Hon sigur, at nógv bendir á, at í smáum samfeløgum hevur persónligt samband ov stóra ávirkan á politisku skip­anina, og tað elvir til nepotismu/ vina- og kenn­inga­politikk og korruptión. Um­framt tað at fáment sam­feløg eru ov viðkvom á mangan hátt, tað veri seg fyri størri sveiggjum í búskap­inum ella í nátúrufyri­ brygd­um. Størri eindir megna meira Tað er ikki nakað nýtt, at størri eindir megna meira enn pinku eindir. Komm­ unu­samanlegging er eitt gott dømi. Tórshavnar Kommuna megn­ar mangt, sum tær smærru kommunurnar bert kunnu droyma um, og tí vilja fólk helst til Havnar. Ríkisfelagskapurin er eis­ini eitt gevandi dømi um eina størri eind við marg­ feldni og møguleikum hjá tí einstaka frælst at velja. Út­ við ein triðingur av øllum før­oyingum hevur valt at búseta seg í Danmark, 70- 80% av teimum lesandi velja Danmark. Føroyingar sum av ávísum grundum føla Føroyar ov trongar og stig­ mati­serandi finna frælsi í tí størra og meira toleranta umhvørvinum í DK. Og tá vit ferðast úti í heimi, kunnu vit við heimarætti brúka øll diplomatisk bond/avtalur, ið Danmark hevur við flest øll lond. Føroyar sum fullveldi Skulu vit trúgva oman fyri nevnda bretska bú­skapar­ professaranum, Anne Sibert, so vil eitt fáment Føroyar sum fullveldi verða eitt eldo­ rado fyri nepotismu/vina- og kenningapolitikk og sera við­kvæmt fyri sveiggjum í búskapi og tilfeingi. Kunnu 86% av føroying­um taka so feil? KJAK Føroya Handverks­ meistarafelag Marius Thomassen At byggja síni sethús er fyri tey allarflestu tann størsta og týdningarmesta íløgan í lívinum. Tí er tað sera um­ ráðandi at tann, sum bygg­ ir húsini, umframt dugna­ skap í handverki, kenn­ir til regluverkið inn­an økið, um­framt eis­ini hevur før­ leika í verk­ætlanar­stýring. Neyð­ugt er at tryggja, at fólk kunnu lata síni sethús byggja og vita at arbeiðið er framt av einum løggildum hand­verksmeistara. Fyri at kunna tryggja slíka góðsku, er tað alneyðugt við eini meistaraútbúgving, sum, saman við royndum á økinum, gevur hand­verks­ meistarum løggilding. Marknaðaratgongd Í grannalondum okkara finn­ast slíkar útbúgvingar longu. Eitt nú er tað eitt krav í Íslandi, at ein hand­verks­ meistari er løggildur fyri at kunna standa fyri arbeiði, meðan meistari er eitt vart heiti í Noregi, har tað krevur løggilding fyri at kunna kalla seg meist­ara. Tískil hevur tað al­stór­an týdning, at man í Før­oyum fer undir at skipa eina meist­ara­útbúgving, sum stend­ur mát við tær út­ búgv­ingar, sum eru í granna­ londum okkara. Gera vit tað, fáa føroyskar hand­verks­ fyri­tøkur eisini at­gongd til marknaðirnir í hin­um norð­ anlondunum. Sum støðan er í dag, hava norskar og ís­lendskar fyri­tøkur fría atgongd á før­oyska mark­ naðin, meðan før­oysku hand­ verks­meist­ar­arnir hava sera trupult við at bjóða seg fram á teirra marknaðum, av tí at teir ikki hava líknandi meist­ ara­útbúgving. Trygdin er fyrimunurin Nógvir eru fyrimunirnir við at fara undir eina meist­ara­ útbúgving, har trygdin hjá vanligum fólki, sum lata síni sethús byggja, hevur størsta týdn­ingin. Ein løggildur hand­verksmeistari hevur, um­framt handverkið, eisini tað handilsliga í lagi. Um fólk ynskja at byggja síni hús sjálvi, skulu tey sjalv­ sagt kunna tað undir egn­ ari ábyrgd. Um tey hin­vegin biðja eina fyritøku um at byggja húsini, skal meist­ arin vera løggildur við roynd­um á økinum og eini meist­ara­útbúgving. Hetta tryggj­ar, at fólk fáa trygd fyri at teirra hús liva upp til gald­andi regluverk og nútíðar­krøv annars. Sam­ stundis tryggjar meistara­ út­búgvingin, at hand­verks­ meist­arin hevur neyðugu handilsligu førleikarnar til at gjøgnumføra ta verk­ætl­ anina, sum tað er at byggja eini hús. Neyðugt við føroyskari meistaraútbúgving Tíðin er búgvin til at hava eina meistaraútbúgving í Føroyum. Hendan útbúgving skal tryggja at handverksmeistarar kenna regluverk um bygging, umframt tað handilsliga í at reka eina fyritøku, so sum roknskap, mvg og verkætlanarstýring Føroya Handverks­ meistarafelag Sum áður fráboðað tek­ur Føroya Hand­verks­meist­ara­ felag undir við Ráð­gevara­ felagnum og mót­mælir, at P/f Eysturoyar- og Sand­oyar­ tunnilin hevur gjørt avtalu við norskt felag um for­ projektering av Eysturoyar­ tunnlinum, uttan so mikið sum at bjóða arbeiðið út. Tað er eingin ivi um, at føroyskar byggifyritøkur megna at út­ føra arbeiðið. Slíkar verkætlanir eru ser­stakar ikki bara í Føroy­ um, men allastaðni. Tí er hetta ein gyltur møguleiki hjá føroyskum fyritøkum at fáa virðis­miklar royndir, ið kunnu vera avgerandi í roynd­ini at vinna verk­ ætl­anir uttanlands. Sam­ stundis er samstarv ikki óvan­ligt í byggivinnuni, og tí klára føroyskar fyritøkur saktans sjálvar at finna røttu samstarvsfelagarnar, um tað skuldi verið neyðugt. Føroya Handverks­meist­ arafelag heldur tað vera púra burturvið, at P/f Eysturoyar- og Sandoyartunnilin hev­ ur valt ein norskan ráð­geva at standa fyri forprojek­ ter­ingini. “Arbeiðið varð ikki so mikið sum boðið út, sum almenni inn­keyps­ politikkurin nágreiniliga áset­ur, og sum greitt varð staðfest frá politiskari síðu” sigur Magnus Magnussen for­ maður í Føroya Hand­verks­ meistarafelag. Tað tykist ikki sum tunn­ ilsfelagið kennir sína sam­ felagsligu ábyrgd. “Hetta átti at verið ein íløga í føroyskar førleikar. Tey vilja vera við, at man ikki hevur førleikarnar í Føroyum, men hvussu skal man nakrantíð fáa hesar førleikar, tá eitt alment før­ oyskt partafelag ikki bjóðar arbeiðið út, soleiðis at før­ oyskar fyritøkur í minsta lagi hava møguleikan at bjóða uppá arbeiðið?” spyr Magnus Magnussen. Hann heldur at hetta er eitt sera prinsippielt mál, tí talan er um størstu byggi­ verkætlan í Føroya søgu. “Tað er als ikki nøktandi, at tunnilsfelagið ikki vísir før­ oyskum fyritøkum ta virðing, at vit fáa møguleikan at bjóða uppá arbeiðið. Tunnilsfelagið og tað almenna annars skulu halda seg burtur frá at meta um, hvat vinnan er før fyri og ikki. Teirra uppgáva er at skapa forteytir við at skipa fyri útboðum og m.a. tryggja, at útboðini eru á føroyskum máli,” sigur Magnus Magnus­ sen. Føroyskar fyritøkur klárar at gera tunnlarnar