týsdagur 18. august 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Meira enn 30 prosent skulu
lægru inntøkurnar í Før
oyum ikki gjalda í skatti.
Tað sigur Fólkaflokkurin
í valskránni, sum nú er al
mannakunngjørd.
Flokkurin hevur eisini eitt
boð uppá hvussu hetta skal
fíggjast.
– Longu næsta ár – kanska
í ár – fáa vit yvirskot á
fíggjarlógini. Tað yvirskotið
ætla vit at býta í trý, so ein
triðingur fer til vælferðar
tænasturnar, ein triðingur
til at niðurgjalda skuld og
seinasta triðingin ætla vit at
brúka til skattalættan, sigur
Jørgen Niclassen, formaður
í Fólkaflokkinum.
Hann sigur, at eftir ætl
an skulu útreiðslurnar ikki
hækka meira enn 0,9 pro
sent so pengar eru til skatta
lættan, sigur formaðurin.
Seinastu fýra árini er
avlopið á leið 300 milljónir
tilsamans, men í løtuni er
vøksurin munandi størri enn
hann hevur verið.
Tá ið valskráin varð løgd
fram, var tað ein vælnøgdur
formaður, sum hugdi aftur á
seianstu fýra árini.
Hann nevndi, at nógv
fleiri fólk eru komin til ar
beiðis, fólk flyta til Føroyar
og vit eru um at fáa skil á
fíggjarlógini.
Ætlanin hevur verið, at
javnvág skal fáast á fíggjar
lógina næsta ár, men lands
stýrismaðurin við fíggjar
málum
segði,
at
okkurt
bendir á, at hetta hendir
longu í ár.
Vinnan
Fólkaflokkurin
lovar,
at
vinnan skal hava trygg og
góð kor.
Formaðurin legði herðslu
á, at smáar fyritøkur við
einsmøllum
fólkum
eru
partar av vinnuliga undir
støðukervinum. Tí er eisini
neyðugt at broyta teirra
viðurskifti, so tey fáa hjálp
til fyrisiting og annað, so tey
ikki drukna í pappírsarbeiði,
men heldur arbeiða við tí,
sum tey duga.
Búskaparvøkstur er
vegurin til vælferð
Tí er neyðugt at virka fyri
einum sjálvberandi búskapi,
har vinnur av ymsum slag
geva avkast og framburð í
fríari altjóða kapping, og har
trivnaður og umhvørvi verða
raðfest høgt. Uppgávan hjá
tí almenna verður at tryggja
karmarnar, ið eru støðugt
grundarlag fyri vinnuligum
framburði og búskaparligum
vøkstri, sigur Fólkaflokkurin.
Fólkaflokkurin hevur eis
ini eina meining um, hvussu
fiskivinnan
skal
skipast,
men sambært valskránni, so
er tað ikki so nógv, sum skal
boytast.
Flokkurin
vil
tryggja
vinnuni trygg og varðandi
kor. Tað er besta trygdin fyri
avkasti til samfelagið.
Grundleggjandi vil flokk
urin ikki broyta eigarviður
skiftini og rættindini hjá
fiskivinnuni.
Í øllum valstríðnum er
nýskipanin og kjakið um
eina nýskipan hildin á lágum
blussi. Helst tí flokkarnir
ikki eru samdir um – ella
hava eina ætlan um – hvussu
fiskivinnan skal skipast eftir
31.desember 2017.
Kortini
stendur,
at
flokkurin vil tryggja,a t alt
tilfeingið kemur uppá land í
Føroyum.
– Hetta vilja vit hava, so
vit tryggja føroyskari ar
beiðsmegi bæði á sjógvi og
landi atgongd til at virðis
økja fiskin, sigur Jørgen
Niclassen, formaður í Fólka
flokkinum.
Flokkurin vil eisini halda
fast við ta fiskidagaskipan,
sum er galdandi í Føroyum.
Gjøgnum árini hevur nógv
orðaskifti verið um, hvussu
góð fiskidagaskipanin er,
men Fólkaflokkurin vil halda
fast við hesa skipan.
Tað sum verður lagt aft
urat er, at hevur tú rættindi
til fiskidagar, so hevur tú
eisini eina brúksskyldu.
Flokkurin vil tryggja,a
t fiskiloyvini verða knýtt
at skipunum í longri ára
mál til tess at bøta um fígg
ingarmøguleikarnar.
Afturat tí sigur flokkurin,
at meira skal gerast, so vit
fáa so stóra úrtøku úr fisk
inum, sum til ber, Alt skal
virðisøkjast
og
flokkurin
tosar eisini um, at markna
forðingarnar skulu burtur,
so meira fæst fyri fiskaúr
dráttirnar.
Almenna húsarhaldið
Fólkaflokkurin vil, at Før
oyar skulu vera fíggjarliga
sjálvbjargnar.
Tí vil flokkurin halda fast
í tí kós, sum hann higartil
hevur hildið, saman við rest
ini av samgonguni.
Eitt av tí, sum Jørgen
Niclassen nevndi var, at al
mennar
tænastuveitingar
skulu bjóðast út til privatar
fyritøkur.
– Vit eru komin nakað á
leið við Keypsportalinum,
men tað ber væl til at gera
hetta munandi betur, sigur
Jørgen Niclassen.
Hann sigur eisini, at nú
eiga vit at fara at laga alla
lóggávu til føroysk viður
skifti, heldur enn at brúka
lóggávur, sum eru snikkaðar
til onnur samfeløg.
FÓLKAFLOKKURIN
LOVAR MEÐAL OG
LÁGINNTØKUR
Tað skal vera lættari hjá teimum við lágum og meðalinntøkum at búgva
í Føroyum, sambært valskránni hjá Fólkaflokkinum