Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-18, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 12 fólk umboða Fólka­ flokkin á tingi og í lands­ stýrinum Fólkaflokkurin fekk átta tinglimir valdar seinast, men hava fingið eina afturat í valskeiðnum Fólkaflokkurin hevur hetta valskeið veirð um­ boðað á tingi og í lands­ stýrinum við 12 um­boð­ um. Upprunaliga vóru tey 11, men í valskeiðnum er Janus Rein komin inn í tingbólkin og flokkin. Hann var upprunaliga valdur í Framsókn, men valdi seinn at fara úr og meldaði seg inn í Fólka­ flokkin. Stemmuslúkarnir hjá Fólkaflokkinum seinast vóru Annika Olsen og Jakob Vestergaard. Annika Olsen 1.344 Jacob Vestergaard 1.048 Jákup Mikkelsen 455 Jørgen Niclasen 382 Elsebeth M. Gunnleygsdóttur 344 Jógvan á Lakjuni 341 Bjarni Djurholm 328 Hanus Samró 304 Rodmundur Nielsen 278 Joen Magnus Rasmussen 255 Brandur Sandoy 228 Uppstillingarlistin hjá Fólkaflokkinum er ikki nógv broyttur frá seinast, men afturfyri stilla øll upp­aftur á listanum, burtur­sæð frá Bjarna Djur­holm. Hann hevur sjálvur avgjørt ikki at stilla upp­ aftur. Frælsur felagsskapur og ein samríkjalóg Í Føroyum skulu føroyingar ráða, sigur Fólkaflokkurin í valskránni Árni Gregersen Hóast Fólkaflokkurin í drúgva tíð hevur sitið í sam­ gongu við Sambands­flokk­ inum, so er tjóðskaparneistin ikki heilt kølnaður. Stavnhaldið hjá flokk­in­ um er, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Flokkurin sigur sjálvur, at hetta ber í sær, at vit skulu hava fult sjálvstýri í Føroyum. Føroyar skulu vera ein suverenur statur javnbjóðis øðrum sjálvstýrandi londum. Sum tað hevur staðið í stevnu floksins í mong ár, so skal tamarhald fáast á før­oyska búskapinum, tí politiskt sjálvræði er knýtt at bú­skaparligum sjálvbjargni. Tí hevur flokkurin skriva í valskránna, at hann vil hava at vit fara í samráðingar við Danmark, so viðurskiftini mill­um londini bæði, gerast greiðari. – Vit vilja ein felagsskap millum tvey sjálvstøðug lond, har samráðingarúrslitið – ein samríkjalóg – skal leggjast til fólkaatkvøðu, sigur Jørgen Niclassen. Heilsuverkið Eitt samvirki heilsuverk við hágóðsku skulu vit hava, har sjúklingurin er í miðdepli­ num. Hetta krevur tó, at ávísar treytir verða uppfyltar. Ein avgerandi fyritreyt fyri at veita heilsutænastur á hægsta stigi er at skapa allar­bestu karmar til heilsu­ fakligu starvsfólkini. Tað skal gerast við at stuðla einum mennandi fak­ lig­um umhvørvi, herundir at leggja dent á eftirútbúgving og heilsutøkniligar útbúgv­ ingar. Kommunurnar mugu taka sín part Skal tað eydnast at lækka skattin hjá lægru inntøkunum, so mugu kommunurnar spæla við Fólkaflokkurin sigur í val­skránni, at lág- og meðal­inntøkurnar skulu hava ein skattalætta sum munar. Fyri at hetta kann henda, so er tað ikki nóg mik­ið, at landsskaturin lækkar. Fyri at tað skal muna nakað, so er altavgerandi, at skattalætti eisini verð­ ur givin í kommunu­skatt­ inum. Tað vil Jørgen Niclas­ sen, formaðurin í Fólka­ flokkinum eisini. – Kommunurnar mugu spæla við, tí annars ber hetta als ikki til, sigur hann. Í dag er tað soleiðis, at kommunurnar hava eina størri inntøku enn lands­ kassin. Skattliga er tað soleiðis, at kommunuskatturin er eitt prosental av inn­tøk­ uni, meðan landsskatturin er progressivur. – Tí mugu komm­un­ur­ nar verða ein partur av hesi verkætlanini, segði Jørgen Niclassen.