týsdagur 18. august 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Tróndur Arge
Ævintýrið í Evropa er av á
hesum sinni. Eftir tríggjar
dystir í sólini á Kýpros fekk
KÍ eitt stig, meðan íslandsku
kvinnurnar
úr
Stjarnuni
fingu fult stigatal.
Einsamalla stigið kom
í seiansta dystinum móti
maltesiska
Hibernians.
Eitt samanumtikið erguligt
úrslit, tí KÍ-kvinnurnar vóru
á odda 3-2 ímóti dystarenda.
Malena Josephsen gekk
undan, og hon legði KÍ á
odda, tá 14. minuttir vóru
farnir.
Maltesiska
liðið
javnaði í tíðini dómarin hevði
lagt aftrat í fyrra hálvleiki.
Hibernian kom á odda 2-1,
tá 61 minuttir vóru farnir,
men minuttin aftaná javnaði
Maria Thomsen til 2-2.
Tá 70 minuttir vóru farnir
syrgdi Malena Josephsen
fyri, at KÍ kom aftur á
sigurskós, men ólukkutíð
javnaði maltesiska liðið í
tíðini, sum dómarin hevði
lagt aftrat.
Taptu fyrstu royndina
Skuldi KÍ gera sær nakrar
vónir um at spæla um
víðari luttøku, so skuldi
eitt gott úrslit helst fáast
móti vertunum av Kýpros,
Apollon
Limasol.
Tað
gjørdist tó skjótt greitt, at
talan fór at blíva um eina
torføra uppgávu.
Longu
aftaná
seks
minuttir
legði
kanadiska
Tiffany Cameron vertirnar
á odda. KÍ megnaði ikki
at
skapa
ein
ordiligan
málmøguleika og varð trýst
fyri tað mesta. Antri Violari
økti nakað fyri hálvleik og
avgjørdi dystin.
Íslandskar jarnkvinnur
Í øðrum umfari spældi KÍ
móti
íslendska
felagnum
Stjarnan. Aftur her bleiv
talan um ein ov stóran bita.
Stjarnan vann 4-0 og KÍ
hevði bara tí einu royndina
á mál.
Sostatt er ikki nógv at
siga til, at Stjarna vann,
men tað gekk drúgv tíð,
áðrenn hol kom á. Ikki fyrr
enn fimm minuttir inn í
seinna hálvleik, legði Lára
Pedersen íslendska liðið á
odda. Men so gekk skjótt.
Tíggju minuttir seinni økti
Harpa Thorsteinsdóttir til
2-0, og minuttin seinni økti
brasilska Poliana til 3-0.
Harpa
Thorsteinsdóttir
skoraði aftur stutt fyri tíð til
endaliga úrslitið 4-0.
Stjarnan
vann
2-0
á
Apollon Limasol av Kýpros,
og íslendsku meistararnir
fara víðari í kappingini.
KÍ endaði, sum nummar
trý av teimum fýra liðunum
vegna betri málmun enn
Hibernian. Apollon gjørdist
nummar
tvey
við
seks
stigum, Stjarnan fekk níggju
stig av níggju møguligum,
og KÍ og Hibernian fingu eitt
stig í part.
KÍ-kvinnurnar fingu eitt stig í bólkaspælinum í undankappingini
í Champions League. KÍ var í undanbólki 3 saman við
Stjarnuni úr Íslandi, Apollon úr Kýpros og Hibernians úr
Malta. KÍ fekk eitt stig og endaði á triðja plássi
KÍ-kvinnur
nar megnaðu
ikki at bjóða
av á Kýpros